Vápnadubbing í herinum útletur fleiri tons av CO2

Vápnadupping í danska herinum komandi árini fer at merkja árligt útlát uppá í minsta lagi 3,3 milliónir tons av CO2.

Danmark hevur seinastu árini gjørt íløgur í F-35 stríðsflogfør, sum skulu avloysa eldru F-16 flogførini. Eisini verða stórar íløgur gjørdar á onnur øki hjá Herinum komandi árini. (Arkivmynd). - Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Tað vísir ein útrokning, sum Jannick Schmidt, professari á deildini fyri burðardygd og planlegging á lærda háskúlanum í Aalborg, hevur gjørt fyri danska blaðið Berlingske.

Danmark og restin av londunum í verjusamgonguni NATO bundu seg í juni til at brúka fimm prosent av BTÚ til verju og trygd í framtíðini.

Hetta kemur við einum prísi fyri veðurlagið, sum helst verður størri enn tey 3,3 milliónir tonsini av CO2, sum roknistykkið vísir, sigur Jannick Schmidt.

Hetta tí at útrokningin byggir á tøl fyri, hvussu nógv er útlát, um tú brúkar eina krónu í einum geira, sum fevnir um verju, løgreglu, ráðstovur og kommunur.

/Ritzau/