Hákun Jacobsen til minnis

f. 02.10.1926   d. 11.12.2000

 

Tann 11. desember doyði abbi okkara eftir langa sjúkralegu. Ein kann ikki siga, at tað kom óvart á okkum, men tað var ringt at ganga niðri og ikki fáa høvi at siga farvæl. Men tíbetur hava vit nógv góð minnir um abba okkara.

Abbi var ein sera positivur persónur. Tað besta, hann visti, var at fortelja søgur, og nógvar dugdi hann. Serliga um gamlar dagar í Nólsoy. Abbi var ikki sjómaður, men onkran túrin hevur hann verið kortini. Serliga hava vit hoyrt nógv um ein túr við einum týskum trolara, har teir eisini løgdu leiðina fram við Portugal. Hetta var eitt stórt upplivilsi hjá abba, og mangan hava vit bæði hoyrt orðini: »Tá abbi var í Portugal?« Hann hevði ongantíð ferðast nógv, tí stóð hetta minni sum nakað serligt fyri hann.

Ein onnur søga, sum eisini er frá hansara sjólívi, var tá hann sum heilt ungur maður hevði verið ein túr á sjónum. Hann var komin aftur til Nólsoyar og fer sum vera man niðan í Krók. Hann kemur inn í køkin og sigur við mammu sína Elsbu, at hann helt seg hava fingið lús á túrinum. Gløgg kvinna, sum hon var, sá hon, at tað stóð ikki væl til og bað hann sleppa sær oman í kjallaran at lata seg úr. Tá vísti tað seg, at hann var so fullur í lús, at klæðini livdu. Serstakliga skipstroyggjan sá út, sum um hon skuldi fara til gongu. Og so flenti abbi í kíki.

Abbi visti sera nógv um veður og vind. Hann visti altíð, hvagar best var at fara, um farast skuldi út at reka. Somuleiðis visti hann eisini, um tað nú fór at rulla, um onkur skuldi inn við Rituni. Hann kendi sjóvarføll og ættir. Hetta var nakað, hann hevði lært seg av berum áhuga, tí onga skúlagongd hevði hann. Men sum búgvandi úti í Nólsoy er tað jú sera gott at kenna til veður og vind fyri ikki at koma í óføri á sjónum.

Sjúkan gjørdi, at lagið á abba var skiftandi. Tað vísti seg, at tá lagið var gott, plagdi hann at práta um kríggið. Hetta var óivað, tí at kríggið brast á, meðan abbi var hálvvaksin, og hann var ungur maður, tá tað endaði. Eingin ivi um, at tað hevur verið ein spennandi tíð fyri fólk á hansara aldri. So sjálvt um tað ljóðar løgið, vóru vit altíð glað fyri at hoyra um kríggj í Króki.

Tá vit vóru smá, var abbi meira sum ein pápi fyri okkum. Hann hevði okkum við sær í mongum. Vit hoyggjaðu, gingu á seiðaberg og gingu í kirkju við abba. So var eisini fjallgonga, heimaseyður, fletting og nógv annað, vit minnast um abba. Vit vilja her senda eina heilsan til ommu, sum nú má venja seg við at vera einsamøll og somuleiðis eina heilsan til Hanna abbabeiggja.

Hvíl í friði, abbi.


Trygvi og Sylvia