hann, at hann átti eina aðra mammu. - Eg segði bara, at tað visti eg. Fosturmamman segði honum eisini, at mamman tá búði í Íslandi, og Johan minnist, at hann fór at gráta, tá ið hann hetta fekk at vita [...] skyldfólk. Tí er tað, at eg havi Thomsen og ikki Berg sum eftirnavn. Presturin kann hava gjørt eitt mistak, ella hann væntaði, at tey fóru at ættleiða hann. Ein triði møguleiki kann hava verið, at forsturforeldrini [...] íslendskum. Beiggin var fegin um, at tey høvdu fingið samband. Hann spurdi mammuna, um til bara at koma at vitja, men hon hevði ikki umstøður at hýsa fólki í síni lítlu íbúð, men amerikanski hálvbeiggin
tí væl við, at hann fekk loyvi til at byggja sær heim í 1934 á trønni hjá verfaðir sínum Hanna á Lava, og at hann har kundi halda áfram við jarðarbrúki. Gudrun byrjaði sum ung at tæna, tey fyrstu árini [...] handilslívið, tá tey byrjaðu at handla í Vágsbotni á heysti í 1953. Gudrun doyði 8/6-1988 og Andrias doyði 28/2-1998 aftaná at hava sitið blindur á Lágargarði í eini 6 til 8 ár. Tey áttu fýra børn. Eitt [...] kom at búgva hjá mostrini Carolinu Heinesen, mammu William. Dóttirin Marin, sum var eini 4 ár, kom at búgva hjá mammubeiggjanum Poul Andreas Restorff, fyrr umrøddur í hesi røð. Sjálv kom Fanny at búgva
hetta fer uttan iva at merkja, at væl fleiri ferðafólk fara at leita sær til okkara leiðir. - Men spurningurin er, um vit eru fyrireikað til hetta? Og hvat er tað, sum hesi ferðafólk fara at vænta sær av vitjanini [...] ferðaland. Um vit duga at varðveita hesi virði – og at enda hugdu teir at framtíðarútlitunum, ið teir meta vera sera góð fyri Føroyar sum ferðamannaland. Stjórin í SamVit helt, at henda kanning sigur okkum [...] einastandandi og sjáldsom, og tað er heilt vist, at hópur av fólki fegin vilja gjalda nógv fyri at koma higar og uppliva hesi virði nú, tá tey hava fingið eyga á tey. Elin spurdi, um vit bara skulu lata dyrnar
sigur Andy Steven, sum eisini heldur, at føroyingar áttu at duga betri at marknaðarført oyggjar okkara. Vónbrotnir av Smyril Line Fyri kortum boðaði Smyril Line frá, at Norröna gevst við hetlandssiglingini [...] sjálvandi eiga vit at kunna lokka ferðafólk til okkum. Til London koma ferðafólk úr øllum heiminum, og vit eiga at kunna lokka fleiri teirra til Hetlands, heldur Andy Steven. Áttu at samstarva Andy Steven [...] natúrligt, at hann fyrst og fremst hugsar um hana, tá møguleikarnir opnast fyri Hetland og hetlendingum við nýggju rutuni. Men hann sær eisini møguleikar fyri Føroyar, og heldur hann, at vit kanska áttu at samstarva
er, vit vita ei, fyrr enn vit trína um hansara gátt. Nøkur, tey fjala sítt andlit og yndir, onnur tey klæða seg við ein kalott, og so eru tey, sum seg straffa for syndir, sum bíbil teim bannar við Mós lógar [...] øll dregur, og neyvan Várharra, sum vil oss so væl, hann tjóðleysur, ósæddur millum oss verður, at tryggja at skapan tó er, sum hon skal. Ja, inni har trúgvirnar mongu tær búgva, har sumt kennist sannlíkt [...] móti sær, høvdu tó tollyndi vit sett á odda, áttu í felag vit gudgivnan garð. Av hugmóð er heimur, har menniskju hata í navni hins himmalska Gud, í meðan tey næsta sín dagliga glata og kanna sær himinin
deild gjørdu, at EB/Streymur rættiliga tíðliga var bjargað í Betrideildini, men Fróði Petersen er ikki nøgdur við at enda á næstaftasta plássinum við 18 stigum. Á minussíðuni er eisini, at næstbesta liðið [...] liðið datt niður í 2. deild. Fróði Petersen heldur tó, at Jákup Martin Joensen hevur gjørt tað væl sum høvuðsvenjari, og nevndin í EB/Streymi fer at fundast við Jákup Martin í vikuni sum kemur um eitt møguligt [...] Streymnesi, og tað hevur felagsliðið góðar umstøður til tey mongu yngru liðini eisini, og tað kann Fróði Petersen fegnast um. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevði við Fróða Petersen í sendingini
nú løgmaður, um hann heldur, at Kristina Háfoss er gegnig at standa fyri kanningini. Hann sigur, at nú skattamálið er endað, er Kristina Háfoss farin at kanna leiklutin hjá Taks og, hvussu hesin stovnur [...] í fíggjarmálum, nóg óheft til at hon kann standa fyri arbeiðnum at kanna skattamálið hjá Eik. Tað vil Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hava løgmann at greiða frá. og t í spyr hann nú [...] Hon sat tá hinumegin borið og var løgfrøðiligur ráðgevari hjá samtakinum, sum ikki var í iva um, at tey áttu frádráttin, vísir Jørgen Niclasen á. Fyrst gav Taks teimum frádráttin, men nú broytt støðu og hevur
fremst, um tey fáa at vita, at vit eru til. Harnæst um tann tænasta og tey tilboð tey ynskja at fáa, eru til taks. Táið vit nú hava ta autentiska, umhvørvið og náttúruna og frísku luftina, so áttu vit eisini [...] • hvussu fólk høvdu møguleika at fara til útrógvar, • hvussu tey kundu sleppa at síga í bjørgunum, • hvussu tey kundu tjalda við vøtn úti í óbygdum, • hvussu tey kundu sleppa frá tí strongd, sum eyðkendi [...] hesum ferðafólkum at koma hendanvegin, so var nóg mikið. Sitandi samgonga valdi at niðurraðfesta ferðavinnuna, við tí úrsliti at hon fór eini 20 ár aftur í tíðina. Komandi samgonga eigur at fáa gongd á hana
samgonguni at áseta lógarkravt pensjónsinngjald. Tí tá fólk gerast varug við, at tær broytingar, ið samgongan hevur framt gera, at tað loysir seg munandi betur at fáa alt útgoldið sum løn, enn at spara upp [...] neyðugt er, at samfelagið fyrireikar seg til hetta, og tryggja sær, at inntøkurnar landsins fara at vaksa samstundis og samsvarandi sum talið av eldri og útreiðslurnar til eldraøkið økjast. Ein gøla at forskatta [...] forskatta pensjónir Í londum vit samanbera okkum við fegnast tey um, at framrokningar vísa, at inntøkur frá pensjónsskatti fara at økjast munandi, so hvørt sum fleiri gerast pensjónistar og fáa útgoldið sína
felagsskapinum nakrantíð, og stjóri í Sea Shepherd Global, Alex Cornelissen, lovar at enda, at Sea Shepherd aldrin fer at gevast at stríðast móti grindadrápi. - Um tað er sum trýst á landi, sjógvi, fjølmiðlum [...] mánaðirnar hava verið í Føroyum sum partur av stríðnum at enda føroyska grindadrápi, eru nú øll aftur í týska býnum Bremen. Tískil er tíðin komin at taka samanum átakið Sleppið Grindini, og í tíðindaskrivi [...] sambært teimum, hevur bjargað lívinum hjá hundraðtals av hvalum. - Meðan 490 grindahvalir vórðu slaktaðir í Føroyum síðani Juni í ár, so eru lívini hjá hundraðtals øðrum bjargað í átakinum Operation Sleppið