Fara at viðgera um Kristina Háfoss er óheft

Er Kristina Háfoss nóg óheft til at kanna skattamálið hjá Eik?

Er Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, nóg óheft til at hon kann standa fyri arbeiðnum at kanna skattamálið hjá Eik.

 

Tað vil Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hava løgmann at greiða frá. og tí spyr hann nú løgmaður, um hann heldur, at Kristina Háfoss er gegnig at standa fyri kanningini.

 

Hann sigur, at nú skattamálið er endað, er Kristina Háfoss farin at kanna leiklutin hjá Taks og, hvussu hesin stovnur hevur viðgjørt málið. 

 

– Tá ið Eik upprunaliga bað um nógv umrødda frádráttin, var Kristina Háfoss í starvi hjá TF-samstakinum, sum eigur EIK. Hon sat tá hinumegin borið og var løgfrøðiligur ráðgevari hjá samtakinum, sum ikki var í iva um, at tey áttu frádráttin, vísir Jørgen Niclasen á.

 

 Fyrst gav Taks teimum frádráttin, men nú broytt støðu og hevur tikið frádráttin aftur.  

 

– Nú situr Landsstýrikvinnanhinumegin borið og skal kanna hví Tak nú er komið til aðra niðurstøðu, og her kann av sonnum setast spurnartekin við gegnig, heldur Jørgen Niclasen.