Fanny og Johan: Teirra minni »livir« í Vágsbotni

Tað er ikki nógv eftir av vinnuliga virkseminum hjá Restorff-ættini í Føroyum. Men har gamli Restorff byrjaði sítt handilsvirksemi í Vágsbotni fyri 150 árum síðani, er handilin hjá Andreas í Vágsbotni. Andreas Restorff Jacobsen var langabbasonur gamla Restorff, og her skal verða greitt frá hansara foreldrum, sum eru jarðað í gamla kirkjugarði

Vit hava havt fleiri frásagnir í hesi røð um Restorffættina. Ein sonur gamla Restorff var Andreas William, sum var giftur við systkinabarni sínum Sofie Helene, sum William Heinesen kallaði “min romantiske bedste­mod­er.” Tey fingu níggju børn. Eitt av teimum var Fanny.

Fanny Restorff var fødd 14/5-1878 og giftist tann 28/5-1906 við Johan Mic­hael Jacobsen, føddur 16/2-1879 á Oyri í Vági. Johan doyði í Havn 31/7-1916, og vóru tey sostatt bert gift í 10 ár.

Johan Michael var út­­búgv­in lærari og starvaðist í Sandoynni eina tíð. Fyrst var hann lærari í Skopun og seinni eisini í Skálavík. Hann var eisini niðri í Dan­mark á Askov háskúla. Fanny gjørdist einkja bert 38 ára gomul. Hon flutti aftur til Havnar saman við børnunum Andreas Willi­ami og Marini.

Andreas William var tá um 6 ára gamal, og hann kom at búgva hjá mostrini Carolinu Heinesen, mammu William. Dóttirin Marin, sum var eini 4 ár, kom at búgva hjá mammubeiggj­an­um Poul Andreas Restorff, fyrr umrøddur í hesi røð. Sjálv kom Fanny at búgva hjá bróðrinum Frants Res­torff, bakara, og konu hans­ara Jolinu. Hon kom at starv­ast í handlinum hjá Frants, til hon seinni kom at búgva hjá systrini Ragnhild.

Tá ið dóttirin Marin giftist í 1934 við Gunnari í Snikkarastovu kom Fanny at búgva hjá henni. Fyrstu árini var tað niðri á Áar­veg­num hjá Jørgini Jacobsen. Seinni bygdu tey uppi í Niels Finsensgøtu. Eisini búði hon onkuntíð heima hjá Andreasi.

Fanny dámdi væl at vitja ætt og vinir, hon kendi frá uppvøkstrinum í Havn. Johan, ommusonurin, minn­ist, at hon ofta var úti í Sanda­gerði at vitja próst Dahl og konu hansara Mariu, sum var dóttir bakar Hansen, sum Fanny helt nógv av. Henni dámdi eisini væl at ganga úti í náttúruni.

Fanny hevði stóran ans fyri sangi og tónleiki. Sum heilt ung genta spældi hon uppá harmoniku.

Fanny doyði 12/9-1956, og er hon jarðað saman við Johan Michael í gamla kirkjugarði undir Svína­ryggi í Havn.

Tey áttu tvey børn, nevn­liga Andreas William uppkallaður eftir abbanum í Havn og Marin, uppkallað eftir ommuni á Mýri í Vági. Marin átti børnini Arnold, Fanny og Poul Jákup.

Andrias í Vágsbotni

Hjá “Andreas í Vágsbotni” er ein tann kendasti og elsti handil í Havn. Tí skal verða greitt eitt sindur frá Andreas.

Andreas William Restorff Jacobsen, f. 4/3 1909, var uppkallaður eftir abbanum í Havn, Andreas William Restorff. Andreas giftist í Havnar kirkju 21/7-1934 við Gudrun Olsen, fødd 7/2-1912, ættað av Lava í Havn.

Sum 12 ára gamal byrjaði Andreas at arbeiða í handlinum hjá Zacharias Heinesen, sum hann vaks upp hjá. Handilin var í Bringsnagøtu, har Katrina Christiansen handlaði seinni. Arbeiðið hjá Andreas var at ganga ørindi, vera teimum til handa og annars gera fyrifallandi arbeiði. Ein av uppgávum hansara var at fara niðan á posthúsið við pakkum til kundar úti á bygdunum. Hann hevði teir í einum tunnusekki, sum hann bar á rygginum. Tað sigst, at tá hann ikki var so stórur á vøkstri, kundu fólk síggja sekkin, áðrenn tey kundu síggja, hvør ið bar hann. Tá Heinesen í 1928 byrjaði at handla í Vágs­botni, flutti hann saman við hinum starvsfólkunum yvir hagar.

Veturin 1931/32 var Andreas á handilskúlanum Købmandshvile í Danmark, har fleiri føroyingar hava verið gjøgnum tíðina. Sam­an við honum henda veturin vóru Esbern Zac­hariassen, ættaður úr Norðra­gøtu, sum seinni gjørdist fulltrúi í lands­stýrinum, og Klæmint Peter­sen, heilsølu­maður og bóndi av Selatræð. Tá hann kom heimaftur, fór hann aftur í Vágsbotn at arbeiða. Seinni gjørdist hann fulltrúi ella leiðari av kolonial­deildini og røkti hetta starv sum leiðari til 1948.

Í november 1953 keypti hann so Vágsbotnshandilin saman við skyldmanninum Valdemari Lützen. Handilin var býttur teirra millum, so­­leiðis at Andreas gjørdist eigari av kolonialdeildini, har sum hann hevði starvast síðani 1928, og Valdemar Lützen fekk manifaktur­deild­ina, sum fór undir at handla við millum annað ísin­kram og postalín. Her er tað Miðlahúsið heldur til í dag.

Tónleikur og jarðarbrúk

Andreas hevði góðar tón­listagávur. Hann lærdi á ungum árum at leika á klarinett hjá bager Hansen, seinni hjá Jens Chr. Gutte­sen, nevndur Kisan. Hann var saman við systkina­børn­unum og grannum við til at stovnseta ”Jazzband Triump” í 1926 og spældi til dans í nøkur ár. Hann sang eisini í fleiri ár í Havnar Manskóri undir leiðslu av Jógvani Waag­stein. Hann hevði frá tíðini, hann vaks upp saman við systkinabarninum Stig Heine­sen, góðan hug til jarðarbrúk og at fáast við neyt og seyð. Teir báðir høvdu um hendur ”Weisa” trønna. Andreas keypti sær seinni trøð uppi á Sundsvegnum. Hann seldi hana til Emil Veihe, ið aftur seldi hana til Egil Restorff, áðrenn hon var latin kommununi. Tað kom honum tí væl við, at hann fekk loyvi til at byggja sær heim í 1934 á trønni hjá verfaðir sínum Hanna á Lava, og at hann har kundi halda áfram við jarðar­brúki.

Gudrun byrjaði sum ung at tæna, tey fyrstu árini hjá prestinum Fibiger Jensen og konuni, sum búðu uppi í K.F.U.K. Seinni fór hon at starvast í handlinum hjá Byrger Samuelsen á horn­inum Sverrisgøtu-Tróndar­gøtu, og gjørdist Gudrun skjótt hansara høgra hond.

Tað kom tí Andriasi væl við, at hon soleiðis hevði góðan kunnleika og royndir innan handilslívið, tá tey byrjaðu at handla í Vágs­botni á heysti í 1953.

Gudrun doyði 8/6-1988 og Andrias doyði 28/2-1998 aftaná at hava sitið blindur á Lágargarði í eini 6 til 8 ár. Tey áttu fýra børn. Eitt av teimum er Johan, sum er kelda til hesa grein og eisini til aðrar greinir í hesi røð. Martin Restorff Jacobsen er prestur á Nesi. Systrarnar Jóna og Helena reka nú handilin hjá pápanum.

Handilin hjá Andreas í Vágsbotni minnir um gomlu tíðina hjá Restorff. Her finst millum annað ein glaspláta, har nógvir gamlir og kendir havnarmenn hava skrivað sítt navn. Hana fara vit at skriva meira um í jólablaðnum hjá Sosialinum.

 

 

 

Komandi partur

Í komandi parti verður greitt frá Juttu, sum var fyrra kona Hans Andreas Djurhuus