Vistferðavinna
Stjórin í SamVit, Elin Heinesen, var millum røðararnar á ferðavinnuráðstevuni leygardagin.
Hon byrjaði við at vísa á úrslitið av kanningini hjá 522 serfrøðingum í burðardyggari ferðavinnu.
- Sum flestu vita, hevur umrødda panel valt Føroyar sum mest vitjanarverda land av 111 oyggjalondum í heiminum. Hetta stóð eisini at lesa í National Geographic Traveller fyri nøkrum døgum síðani. Nú skriva fjølmiðlar um allan heim um hetta fantastiska vakra oyggjalandið, vit búgva í.
Wake upp call
Elin vísti á, at hetta er eitt “wake upp call” og eitt momentum, vit mugu brúka, tí hetta fer uttan iva at merkja, at væl fleiri ferðafólk fara at leita sær til okkara leiðir.
- Men spurningurin er, um vit eru fyrireikað til hetta? Og hvat er tað, sum hesi ferðafólk fara at vænta sær av vitjanini hjá okkum?
Hon helt, at áhugavert er kanska at hyggja nærri at, hvat tað vóru fyri dygdir, teir 522 serfrøðingarnir hjá National Geographic løgdu dent á, tá teir valdu okkum. Tað gevur helst eina hóming av, hvat onnur ferðafólk eisini síggja og vænta sær.
- Fyrst og fremst vóru tað umhvørvisligar og vistfrøðiligar dygdir. Teir hugdu at, hvussu rein náttúra okkara er, hvussu væl vit fara við henni, hvussu væl duga vit at skapa og varðveita hugnalig og burðardygg býar- og bygdaumhvørvi. Síðan hava serfrøðingarnir hugt at sosialum og mentanarligum integritetur, hvussu sterk, ektað og upprunalig lokala mentanin í fólkinum er. Teir hugdu eisini at standinum og dygdini av søguligum bygningum og fornminnum og vakurleikanum í landslagnum, hvussu væl vit fara um hetta tilfeingi.
Elin segði, at serfrøðingarnir eisini hava hugt upp á okkara ferðavinnuumsiting, og hvussu tilvitað vit eru um okkara virðir sum ferðaland. Um vit duga at varðveita hesi virði – og at enda hugdu teir at framtíðarútlitunum, ið teir meta vera sera góð fyri Føroyar sum ferðamannaland.
Stjórin í SamVit helt, at henda kanning sigur okkum nakað um, hví tað er skilagott av okkum at menna vistferðavinnu í Føroyum.
- Vit skuldu verið rættiliga býttislig, um vit ikki nýta hetta ótrúliga góða høvi, sum nú er okkum givið.
Nógvir spurningar
Hon reisti eisini spurningin, um vit veruliga kunnu liva upp til hesa ímyndina av Føroyum – og vilja vit liva upp til hana framyvir, spurdi hon.
- Í eygunum á øðrum eru virðini í Føroyum einastandandi og sjáldsom, og tað er heilt vist, at hópur av fólki fegin vilja gjalda nógv fyri at koma higar og uppliva hesi virði nú, tá tey hava fingið eyga á tey.
Elin spurdi, um vit bara skulu lata dyrnar standa víðopnar? Hvussu við umhvørvinum? Hvat kunnu vit gera framyvir fyri at verja, varðveita og menna júst tær dygdir, sum onnur virðismeta so høgt? Hesar dygdir, sum vit eisini áttu at virðismett – helst væl hægri, enn vit gera í dag, legði hon aftrat.
Stjórin í Samvit greiddi í síni røðu eisini frá, hvat vistferðavinna og burðardygg ferðavinna í roynd og veru er.
- Vistferðavinna – eisini kallað vistfrøðilig ferðavinna – er eitt slag av ferðavinnu, sum talar til vistfrøðiliga og sosiala tilvitan. Yvirhøvur snýr vistferðavinna seg um mentan, náttúruupplivingar, sjálvbodna arbeiðsmegi, persónliga menning og um at nema sær vitan um ymiskar livihættir á klótuni. Náttúran, dýra- og plantulív og mentanarligi arvurin eru fremstu atdráttir hjá einum ferðamáli fyri vistferðafólkið, segði Elin Heinesen, sum vit fara at venda aftur til í blaðnum í morgin.










