Á túrinum úr Hetlandi til London, vóru ymisk hetlendsk umboð millum mongu ferðafólkini. Ein teirra var Andy Steven, sum arbeiðir í hetlendsku ferðavinnuni, og er tað tey rópa Area Director fyri Visit Shetland. Hann heldur, at hetta er ein fantastiskur møguleiki fyri hetlendingar, og staðfestir hann, at hetlendingar eru ovurfegnir um nýggju leiðina.
Frálíkt fyri ferðavinnuna
- Nýggja leiðin gevur hetlendingum eina rúgvu av møguleikum. Ein vikuskiftisferð til London og aftur, er í dag ein møguleiki, og tað er nakað hetlendingar ikki hava kunnað áður. Men tað er bara ein partur av tí heila, vísir Andy Steven á. Hetta er ein óførur møguleiki til vanliga hetlendingin, men eisini fyri ferðavinnuna er hetta frálíkt. London er jú ein fantastiska stórur marknaður, og sjálvandi eiga vit at kunna lokka ferðafólk til okkum. Til London koma ferðafólk úr øllum heiminum, og vit eiga at kunna lokka fleiri teirra til Hetlands, heldur Andy Steven.
Áttu at samstarva
Andy Steven arbeiðir í hetlendsku ferðavinnuni, og tí er tað natúrligt, at hann fyrst og fremst hugsar um hana, tá møguleikarnir opnast fyri Hetland og hetlendingum við nýggju rutuni. Men hann sær eisini møguleikar fyri Føroyar, og heldur hann, at vit kanska áttu at samstarva um at bjóða okkum fram uttanlands. Hetland og Føroyar eru jú grannar, og hevur tú verið aðrastaðni fært tú hug at uppliva grannalandi. Kanska áttu vit at marknaðarført okkum saman sum ferðamál. Tað er so avgjørt ein møguleiki við nýggju farleiðini, sigur Andy Steven, sum eisini heldur, at føroyingar áttu at duga betri at marknaðarført oyggjar okkara.
Vónbrotnir av Smyril Line
Fyri kortum boðaði Smyril Line frá, at Norröna gevst við hetlandssiglingini. Hetta hevði ramaskríggj við sær í Hetlandi, og hetlendingar hava ikki dult yvir, at teir eru ógvuliga vónbrotnir av hesum. Tú kanst ætla, at vanligi hetlendingurin er vónbrotin um avgerðina hjá Smyril Line, tí hetta var jú ein farleið vit vóru sera glað um. Tí kemur hetta tilboðið hjá Atlantic Airways sera væl við, nú vit fáa ein annan møguleika at ferðast út í heim. Men tað broytir ikki nakað upp ta sannroynd, at vit eru vónbrotin, sigur Andy Steven, sum heldur at tað væl hevði borið til, at samskipa flúgving og sigling millum Føroyar og Hetland.