Fara áhaldandi at stríðast móti grindadrápi

Tað lovar stjórin í Sea Shepherd, ið fegnast um átakið Sleppið Grindini.

Skipini hjá Sea Shepherd, Sam Simon, Bob Barker og Brigitte Bardot, ið síðstu mánaðirnar hava verið í Føroyum sum partur av stríðnum at enda føroyska grindadrápi, eru nú øll aftur í týska býnum Bremen.


Tískil er tíðin komin at taka samanum átakið Sleppið Grindini, og í tíðindaskrivi í morgun, fegnast leiðslan í felagsskapinum um átakið, ið sambært teimum, hevur bjargað lívinum hjá hundraðtals av hvalum.


- Meðan 490 grindahvalir vórðu slaktaðir í Føroyum síðani Juni í ár, so eru lívini hjá hundraðtals øðrum bjargað í átakinum Operation Sleppið Grindini, takka verði Sea Shepherd, skrivar felagið í tíðindaskrivinum.


Í tíðindaskrivinum vísir felagsskapurin eisini á, at fjúrtan av teirra limum vórðu handtiknir í Føroyum í summar, harav tíggju teirra vórðu víst av landinum.
Harumframt varð manningin umborð á Bob Barker noktað atgongd til Føroyar, tá skipið legði at á Sundi, og myndugleikarnir hava lagt hald á tríggjar av teirra skjóttgangandi bátum. Tann síðsti teirra, varð tikin frá felagsskapinum av skotskum myndugleikum, aftaná eina áheitan frá løgregluni í Føroyum.


Men felagsskapurin vísir eisini á tað, ið tey meta vera sigrar í summar. Víst verður millum annað á altjóða trýsti, ið varð lagt á danskar politikarar aftaná grindadrápini í summar, mótmælisgongurnar um allan heim, at ferðamannaskip avlýsa túrar til Føroyar, umframt at skotski vinabýurin hjá Klaksvík, Wick, hevur endað alt samstarv teirra millum.


Tískil metir felagsskapurin, at Sleppið Grindini hevur verið eitt av best eydnaðu átøkum hjá felagsskapinum nakrantíð, og stjóri í Sea Shepherd Global, Alex Cornelissen, lovar at enda, at Sea Shepherd aldrin fer at gevast at stríðast móti grindadrápi.


- Um tað er sum trýst á landi, sjógvi, fjølmiðlum, rættarsølum ella í hjørtunum og sinnunum hjá fólkum um allan heim, so fer Sea Shepherd áhaldandi at stríðast móti ræðuleikunum av grindadrápinum, fyri allar grindahvalir, sum enn svimja í frælsi og hava tørv á okkara verju.