Kristina Háfoss, Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
------
Eldraøkið skal skipast væl og í tryggar karmar sum skjótast. Í alt ov nógv ár, hevur hetta stóra og týðandi øki verið ein kastibløka millum land og kommunur, og hevur ógreiða ábyrgdarbýtið fingið skyldina fyri, at økið ikki er ment nøktandi og rætt seinastu mongu árini. Veruleikin er, at landið hevur havt høvuðsábyrgdina av økinum, og heldur enn at átaka sær fullu ábyrgdina, rennur landið undan ábyrgd, og ongantíð skjótari enn júst í hesum døgum.
Fleiri eldri og færri ung
Samstundis stendur fyri framman ein søguliga stór broyting í fólkasamansetingini. Meðan vit í dag eru 4 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist, verða bert 3 longu í 2020, og færri enn 2 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist í 2040.
Hetta ger tað meira týðandi nú enn nakrantíð, at fáa eldraøkið skipað rætt sum skjótast. Hetta er eisini alneyðugt fyri at tryggja øllum eldri góðar tænastur í framtíðini, og at tryggja fíggjarliga haldførið hjá føroyska samfelagnum.
Eldraøkið krevur munandi uppraðfesting - men samgongan vil spara
Landsstýrið veit, at eldraøkið fer at krevja eina røð av ábøtum komandi árini. Tað er als ikki nóg mikið, at fleiri ellis- og røktarheim eru bygd. Langt frá. Tí rakstrarjáttanin til eldraøkið er als ikki hækkað samsvarandi tørvinum. Neyðugar lønar- og prístalsframskrivingar eru ikki gjørdar á játtanum í fleiri ár, og ein røð av sparingum eru framdar. Tí mangla eitt nú fleiri náttarvaktir á røktarheimum, reingerð heima hjá eldri, heimarøktin manglar í stóran mun játtan, enn mangla nógv røktarheimspláss o.s.fr. Seinasta árið eru enntá tvær akuttar eykajáttanir latnar Løgtinginum, bara fyri at tryggja, at mest grundleggjandi partar av tænastuni ikki fóru fyri skeyti.
Hóast hetta, so verða neyðug stig ikki tikin til, at endurreisa tænastustøðið fyri breiðu fjøldina. Sparast skal, og hóast sagt verður, at fólk skulu búgva sum longst í egnum heimi, so verður eitt nú onki gjørt fyri at uppraðfesta heimatænastuna.
Eldraútreiðslur fara úr 1,2 mia. upp í 2,4 mia. kr.
Samstundis er greitt, at framrokningar vísa, at eldraútreiðslurnar fara at økjast munandi komandi árini. Orsøkirnar eru nógvar, og er ein grundleggjandi orsøk tann broytta fólkasamansetingin við lutfalsliga fleiri eldri. Tað at vit liva alsamt longur er í sær sjálvum sera gleðiligt, men neyðugt er, at samfelagið fyrireikar seg til hetta, og tryggja sær, at inntøkurnar landsins fara at vaksa samstundis og samsvarandi sum talið av eldri og útreiðslurnar til eldraøkið økjast.
Ein gøla at forskatta pensjónir
Í londum vit samanbera okkum við fegnast tey um, at framrokningar vísa, at inntøkur frá pensjónsskatti fara at økjast munandi, so hvørt sum fleiri gerast pensjónistar og fáa útgoldið sína pensjón, ið síðan verður skattað við útgjaldi. Framrokningar í Danmark vísa, at har fara penjónistarnir um 40 ár, at rinda um 30 mia. kr. meira í inntøkuskatti (pensjónsskatti við útgjald) og avgjøldum. Í sama tíðarskeiði fara útreiðslurnar til eldratænastur at økjast við um 33 mia. kr.
Sostatt fara vaksandi inntøkurnar – serliga vegna vaksandi pensjónsskattainntøkur – at verða nóg mikið til at fíggja vaksandi útreiðslurnar til eldratænastur. Hetta leggur eitt trygdarnet undir framtíðar vælferðarsamfelagið. Ein trygdarnet, sum samgongan hevur valt at taka burtur í Føroyum.
Stuttskygdur politikkur og minni fíggjarligt haldføri
Tí í Føroyum hevur samgongan valt at gera beint øvugt. Valt at undirgrava framtíðar pensjónsskattainntøkur. Føroyingar rinda nú pensjónsskatt við inngjald, og sagt verður at vit øll skulu rinda 0% í skatti, tá pensjónin verður rindað út, tá vit gerast pensjónistar. Samstundis verður allur pensjónsskatturin ikki spardur upp til seinni tíðir, men brúktur til skattalættar til tann partin av føroyingum, ið hevur hægru inntøkurnar. Hetta er ein ómetaliga stuttskygdur politikkur.
Tí hetta merkir, at meðan vit fara frá 4 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist, til 3 og síðan til færri enn 2 longu um fá ár, so skal allur hesin vaksandi samfelagsbólkur samstundis rinda 0% í skatti. Í sama tíðarskeiði væntast útreiðslurnar til eldratænastur (íroknað heilsutænstur v.m.) í Føroyum, at vaksa úr um 1,2 mia. kr. upp í 2,4 mia. kr..
Broyta forskatting til pensjónsskatt við útgjald
Hetta hongur ikki saman. Her verða ov fá at rinda fyri ov nógv. Tað er ikki uttan orsøk at flest øll lond vit samanbera okkum við, ikki hava valt hesa loysnina. Og tað er ikki uttan orsøk, at Búskaparráðið hevur víst á, í seinastu frágreiðing síni, at forskattingin av pensjónum er tað øvugta av, at tryggja fíggjarligt haldføri í føroyska búskapinum.
Tí eigur forskattingin sum skjótast at verða broytt til pensjónsskatt við útgjald.
Pensjónsskattur vorðin hægri enn A-skattur
Samstundis skal penjónsskatturin sjálvandi ásetast eftir einum progressivum skattastiga, og ikki sum í dag, har samgongan hevur broytt pensjónsskattin til ein 100% flatskatt á 40% frá fyrstu krónu. Harvið hevur samgongan gjørt, at penjónsskatturin er væl hægri enn A-skatturin fyri nógv. Serliga fyri tey við lægri lønum og lægri pensjónum.
Tá egin uppspard pensjón hartil verður mótroknað í fólkapensjónini - og samgongan ætlar eftir øllum at døma at økja um hesa mótrokning - verður veruligi og samlaði pensjónsskatturin av egnari pensjónssparing munandi hægri enn skatturin á A-inntøku. Hetta gevur onga meining.
Tí hevur eisini verið eyka átroðkandi hjá hesi samgonguni at áseta lógarkravt pensjónsinngjald. Tí tá fólk gerast varug við, at tær broytingar, ið samgongan hevur framt gera, at tað loysir seg munandi betur at fáa alt útgoldið sum løn, enn at spara upp til pensjónsárini, høvdu fólk og feløg í nógv størri mun valt pensjón frá og løn til.
Landsstýrið blakar ábyrgdina á kommunurnar
Landsstýrið hevur samstundis runnið undan ábyrgd, við onki at gera fyri at nýskipa eldraøkið. Sjálvt nú Almannaverkið er umskipað fyri at betra tænastuna, so er eldraøkið hildið uttanfyri hesa umskipan. Grundgevingin sigst vera, at kommunurnar skulu yvirtaka økið, so hví broyta nakað? So heldur enn at skipa eldraøkið so optimalt sum møguligt, fyri at fáa so góðar tænastur sum møguligt til okkara eldru kring allar Føroyar, so verður sagt, at hetta kunnu kommunurnar finna út av.
Landsstýrið kennir til ovurstóru fíggjarligu avbjóðingarnar fyri framman.
Landsstýrið kennir til trupulleikan við manglandi framtíðar pensjónsskatti.
Landsstýrið kennir til munandi tørv á uppraðfesting og øktum útreiðslum á eldraøkinum.
Men heldur enn at átaka sær ábyrgdina, verður henda blakað á kommunurnar.
Fíggjarligt klútateppi við nógvum holum
Afturfyri at átaka sær ta ovurstóru ábyrgd og avbjóðing, sum eldraøkið er og verður, bjóðar landsstýrið kommununum eitt fíggjarligt klútateppi av inntøkum, ið ikki koma at økjast so hvørt kommurnar fáa fleiri útreiðslur á eldraøkinum, og sum samanlagt als ikki verða nóg mikið til at fíggja tær 400-500 mió. kr., ið minst verða neyðugar fyri at endurreisa alt eldraøkið nú og framyvir. Fíggjarmálaráðið hevur sett saman hetta til kommunurnar:
1. Kommunurnar skulu fáa afturbering fyri mistar inntøkur, tí borgarar starvast undir serstøkum skipanum – t.d. DIS v.m. – ikki geva kommununum neyðugan inntøkuskatt.
Hetta hevur tó onki við komandi eldraútreiðslur at gera. Hesar inntøkur fara ikki at hækka, so hvørt kommunur frá fleiri pensjónistar. Tvørturímóti.
2. Kommunurnar skulu ”fáa” forskatting av pensjónum. Áðrenn 1. januar 2012 áttu kommunurnar 40-50% av øllum pensjónsskatti, ið varð rindaður tá pensjónin varð útgoldin. Við forskattingini broytti samgongan hetta soleiðis, at landið tók allan pensjónsskattin 100%. Í 2013 væntast 240 mió. kr. í forskattaðum pensjónum. Kommunurnar eiga av røttum 96-120 mió. kr. av hesum (40-50%). Nú sigur landsstýrið, at um kommunurnar átaka sær útreiðslurnar av eldraøkinum (400-500 mió. kr.), so skulu kommunurnar fáa hesa inntøku, ið samgongan tók frá kommununum pr. 1. januar 2012, aftur og restina av forskattaðu pensjónunum. Ljóðar heilt komiskt.
Her mugu kommunurnar í minsta lagi tryggja sær, at tær 96-120 mió. kr. sum landið hevur tikið, verður latið teimum aftur undir øllum umstøðum, og undir ongum umstøðum telja við sum ”nýggj fígging” til kommunurnar.
Trupulleikin við forskattaðu pensjónunum er hartil – sum nevnt – at inntøkurnar ikki koma at hækka, samsvarandi økta talinum av pensjónistum. So sum tær høvdu gjørt, um pensjónistar rindaðu pensjónsskatt við útgjaldi. Tó skal nevnast, at av tí, at samgongan nú fer at krevja at flest øll skulu rinda til egna pensjón, so vil forskattingin økjast í avmarkað tíðarskeið, meðan lógarkravda pensjónsuppsparingin fer úr 1% upp í 15%. Hetta gevur tó bert meiri í pensjónsskattainntøku fyri teir føroyingar, ið ikki hava pensjónsuppsparing í dag. Men tá tvungna pensjónsuppsparingin fyri hesar persónar samstundis verður tikin av A-inntøkuni, vil inntøkuskatturin gerast samsvarandi minni í sama tíðarskeiði.
Yvir tíð fara talið av pensjónistum og eldraútreiðslurnar sostatt at økjast, uttan at inntøkurnar økjast samsvarandi. Tí verður úrslitið ivaleyst, at neyð-ugt verður við stórum brúkaragjøldum ella nýggjum skattum, um eldratænastan skal kunna veitast og rindast í framtíðini. Um kommunurnar velja at yvirtaka eldraøkið, yvirtaka tær harvið eisini hesa óbehagiligu avleiðing av forskattingini av pensjónum.
3. Hartil skulu kommunurnar fáa MVG fyri rest. Tykist um landsstýrið ikki rættiliga veit, hvat tey skulu finna uppá. Taka so bara ”blandað bomm/MVG” fyri rest.
Hetta hevur onki við talinum av eldri at gera, og kann bert geva ógreiðari inntøkubýti millum land og kommunur, og gera okkara skatta- og avgjaldsskipan enn meira ógjøgnumskygda og fløkta. Beint tað øvugta av tí, ið vit ynskja.
Landsstýrið vil stavnsbinda forskattingina
Her tykjast at vera í minsta lagi trý endamál hjá landsstýrinum við at bjóða kommunum hesa fígging:
1. At binda forskattingina av pensjónum fastari, so komandi samgonga ikki líka lætt kann broyta hetta aftur.
2. At lata kommunurnar um, at taka stór brúkaragjøld og/ella nýggjar skattir, tá inntøkurnar frá pensjónsskatti ikki fara at økjast samsvarandi hækkandi eldraútreiðslum.
3. At landið letur minni fígging enn veruligi útreiðslutørvurin fer at vera á eldraøkinum framyvir. Trýstið verður tí á kommunuskattin, ið er ein flatskattaskipan (í enn størri mun enn landsskatturin), heldur enn á landsskattin.
Hvør loysn tryggjar best tænastu - nú og framyvir ?
Av tí, at landið als ikki hevur megnað at røkt og ment eldraøkið nøktandi í áravís, hava politikarar í áratíggir tosað um, at so er nokk best at kommunurnar yvirtaka hetta. Víst verður til barnaansingarøkið, har tað gekk munandi betur, tá kommunurnar yvirtóku, m.a. tí, at útreiðslurnar samstundis hækkaðu heilt munandi. Sum skilst hendið helst ein trífalding av útreiðslunum. Hetta ber ikki til á eldraøkinum, ið er eitt munandi størri øki, og eitt øki, ið krevur 24 tímar um døgnið tænastu. Tí tá gerst skattabyrðan alt ov tung.
Vit mugu og skulu velja eina loysn, ið gevur eina so góða tænastu til borgaran sum møguligt. Sum minst skal fara til umsiting og sum mest til tænastu. Samstundis hava vit útbygt samferðslukervið soleiðis, at koyrast kann til 85% av føroyingum innanfyri góðan tíma. Hetta ger tað enn meira meiningsleyst at leggja týðandi eldraøkið út, og at skipa fleiri umsitingar, at taka sær av somu uppgávu kring landið. Eisini er tá skjótt, at munurin millum tænasturnar í kommununum gerst stórur. Hartil verður neyðugt við umfatandi útjavningarskipanum, ið aftur gera okkara samfelag óneyðuga tungt umsitingarliga, og kann hetta hartil skapa heilt aðrar og nýggjar trupulleikar.
Óvirðilig fjald kommunusamanlegging
Tað er heldur ikki uttan orsøk, at landsstýrið nú er farið at krevja, at kommurnar verða tvungnar inn í ”samstarvsøki”, tá eldraøkið verður lagt út. Hetta er heilt greitt ein fjald kommunusamanlegging. Hetta tykist ikki serliga virðiligt, ikki minst sæð í ljósinum av, at núverandi samgonga hevur havt eina fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging, ið tíverri var sera illa fyrireikað og ógreið, og valluttøkan tí eisini sera lág. Men úrslitið varð sera greitt. Fólkið kring landið segði nei til kommunusamanlegging. Hóast hetta, so vil samgongan nú fremja eina fjalda kommunusamanlegging.
Hvørjar uppgávur skulu land og kommunur røkja í framtíðini ?
Áðrenn avgerð verður tikin um, hvørt stóra eldraøkið skal vera ábyrgd hjá landi ella kommunum, so má og skal politiska skipanin sjálvandi kunna svara grundleggjandi spurningum, so sum:
- Hvørjar tænastur skal landið røkja í framtíðini, og hvørjar tænastur skulu kommunurnar taka sær av í framtíðini ?
- Hvussu tryggjast sama tænastustøðið best til eldri kring landið, við minst møguligari umsiting, ikki minst nú samferðslukervið er væl útbygt í stórum pørtum av landinum ?
- Fara kommunurnar ikki at gerast ”strongdar” bæði fíggjarliga og umsitingarliga av at yvirtaka eldraøkið, og hvussu fer hetta at ávirka tey øki, ið kommunurnar í dag umsita ?
- Er eldraøkið, sum í stóran mun eisini hongur saman við heilsuøkinum, ikki júst dømi um eina uppgávu, ið eigur at vera landsuppgáva og landsins ábyrgd í framtíðini - ikki minst sæð í ljósinum av stóru broytingunum í fólkasamansetingini fyri framman ?
Hetta eru allir spurningar, ið hava verið viðgjørdir í alt ov lítlan mun, tí nógvir landspolitikarar hava havt sera trupult við, at endurskoða tað hugsan, ið hevur verið ráðandi í so nógv áratíggir … ”landið megnar tað ikki, legg ábyrgdina á kommunurnar.” Hetta er vorðin ein myta, ið politikarar sjálvir hava gjørt til veruleika, tí landið hevur enn ikki gjørt eina veruliga roynd at átaka sær alla ábyrgdina av økinum. Heldur verður runnið undan ábyrgdini.
Loysn fyri eldraøkið og fíggjarligum haldføri
Heilt yvirskipað vilja hesi trý átøk – um rætt verður borið at – í stóran mun kunna tryggja eldraøkið og fíggjarliga haldførið í framtíðini:
1. Landið tekur fulla ábyrgd av øllum eldraøkinum og skipar hetta so væl sum møguligt við atliti til, at veita øllum okkara eldri eina góða og væl samskipaða tænastu kring landið. Sum mest skal fara til tænastur og sum minst til umsiting.
Har kommunur hava gjørt íløgur, má landið keypa ella leiga ognirnar.
2. Umleggja forskatting av pensjón til skatting av pensjón við útgjald. Hetta vil tryggja, at inntøkur landsins frá pensjónsskatti fara at økjast, so hvørt útreiðslurnar til eldraøkið fara at økjast. Harvið vera inntøkur tøkar hjá landinum so hvørt tørvur verður á hesum m.a. til eldratænastur. Hetta vil samstundis tryggja, at fíggjarliga haldførið hjá føroyska vælferðarsamfelagnum í væl størri mun verður tryggjað komandi mongu árini.
3. Pensjónsnýskipan, ið er grundað á 2 súlur:
a. Eina samhaldsfasta fólkapensjónsskipan, ið byggir víðari á núverandi Samhaldsfasta, og tryggjar øllum eina góða pensjón á ellisárum.
b. Eina egna uppsparing, ið verður ásett í mun til, støddina á samhaldsføstu fólkapensjónini.
Hetta vil tryggja, at pensjónin hjá føroyingum verður í støðugum og fíggjarliga haldbærum kørmum nú og framyvir.
Landið skal taka ábyrgd – ikki renna undan ábyrgd
Eftir er at vóna, at kommunurnar ikki lata seg lumpa, at átaka sær eina stóra og vaksandi uppgávu og útreiðslu. Hetta enntá uttan at fáa nýggjar inntøkur, ið samsvara við veruliga tørvin á eldraøkinum nú og framyvir.
Tá heldur seta stórt spurnartekin við, hví landsstýrið ger alt fyri at renna undan ábyrgdini av eldraøkinum, og tá heldur standa saman um at krevja, at eldraøkið verður skipað á ein hátt, ið tryggjar øllum føroyingum sum mest og best tænastu, sum minst umsiting, og so javnbjóðis eldratænastur sum møguligt kring landið.
Hetta krevur bert, at landið átekur sær ábyrgd – og gevst við at renna undan ábyrgd.