Tíðindaskriv, Barna- og útbúgvingarmálaráðið:
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur í fíggjarlógaruppskotinum raðfest, at umstøðurnar hjá lesandi skulu betrast, tá tey lesa hægri lestur í Føroyum.
– Tað er týdningarmikið fyri føroyska samfelagið at eggja teimum ungu at velja Føroyar, og at fleiri velja at lesa her heima. Samstundis er týdningarmikið, at tey, sum lesa í Føroyum, hava líka góðar fíggjarligar umstøður, sum tey, sum velja at fara uttanlands lesa, sigur hann í tíðindaskrivinum.
Hækkingin í lestrarstuðlinum kemur afturat øðrum raðfestingum, sum rættað seg móti hægri lestri. Farið verður undir at byggja Seturskampus við stásiligum felagsbygningi og góðum lestrar- og granskingarumstøðum á Frælsinum, í gamla Venjingarskúlanum, ið verður umvældur og umbygdur til endamálið.
– Eisini verður í næstum farið undir at byggja lestrar- og ungdómsbústaðir á Eirargarði. Við hesum raðfestingum verður føroyska lestrarumhvørvið styrkt, soleiðis at vit fáa betri møguleikar at standa okkum í kappingini um okkara lesandi, sigur hann.











