Far verøld, far væl ...... ella ?

 
             
Barn føtt í fjósi - Óðin í Valhøll;
trúgv okkar her skiftir skap,
pallmyndin broytist, tað sanna vit øll,
tá vit gjørdust kristin, hvarv  Ginnungagap*).
 
Spjadd runt um heimin eru tað fleiri,
sum í teirra hjørtum tó eiga ein gud,
ið ikki er okkar, men teimum er meiri
enn hann, sum á sinni fall okkum í lut.
 
Trúgvandi sálir frá Mekka til Havnar,
kveiktar við orkuni sterku og baldu,
berjast í blindum um lagnur, sum lavnar
fjakka á fold millum trúgvir ótaldu.
 
Á skræðuni trúgvin so ymisk er litað,
gudum vit tæna við hørpunnar slátt,
um gudur vár sannur for øll er, vit  vita
ei, fyrr enn vit trína um hansara gátt.
 
Nøkur, tey fjala sítt andlit og yndir,
onnur tey klæða seg við ein kalott,
og so eru tey, sum seg straffa for syndir,
sum bíbil teim bannar við Móslógar mátt.
 
Ta: vera man verðin, sum okkum øll dregur,
og neyvan Várharra, sum vil oss so væl,
hann tjóðleysur, ósæddur millum oss verður,
at tryggja at skapan tó er, sum hon skal.
 
Ja, inni har trúgvirnar mongu tær búgva,
har sumt kennist sannlíkt og annað er fjas,
har halgimenn hoyrast og íspeglar lúgva,
har hoyggjar vár trúgv tó hitt himmalska gras.
 
Muhammed, Kristus, Jahve og Buddha,
allir teir stríðast um trúgv móti sær,
høvdu tó tollyndi vit sett á odda,
áttu í felag vit gudgivnan garð.
 
Av hugmóð er heimur, har menniskju hata
í navni hins himmalska Gud,
í meðan tey næsta sín dagliga glata
og kanna sær himinin allan í lut.
 
Men ringast tó vera tað má av tí ljóta,
tá sakleys vit lemja við bíbil í hond,
tá trúnna vit traðka og boðtalvur bróta,
tá sjálv vit tey døma og leggja í bond.
 
Ja, vit sum í heiminum dvølt hava bil,
meðan øldir um himnahválv spela,
vit eiga sum kristin at brúka várt skil,
so Himin vit eiga í felag.
 
Um tolin vit øll tamdu tanka og trúgv
sum Himin oss hei:an læt hóma,
tá  bygdu um  bládýpir saman vit brúgv
so kristin vit vóru við sóma.
                                                                                          
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$*) Ginnungagap: Í norrønu gudalæruni ver:ur sagt frá um eitt dýpi millum kulda- og tokuheimin, Niflheim, í norðri og eldheimin, Muspilheim, í suðri. Har ísurin úr Niflheimi møtti eldinum úr Muspilheimi var altíð mjørki. Úr hesum mjørkanum kom jatnin: Ymer.