Grundin fyri hesum er virðingin fyri Guds Orði. Ein tænasta sum prestur, har ein er hirði og hevur uppgávuna at boða Guds Orð er so týðandi, at eg haldi ein eigur at hava eitt kall til eina tílíka tænastu [...] býta uppgávurnar millum sín. Rennitúr gjøgnum býin Frítíðarítriv hevur Hans Eiler eisini fleiri, sum kanska ger, at hann fer at koma ísamband við nógv fólk. Fólk skulu ikki gerast bilsin um tey síggja nýggja [...] vit eisini kunnu nýta tað til nógv gott. Í hvussu er kann tað vera gott at møta onkrum góðum, tá ið ein fer út at rógva (surfa) á netinum. Í løtuni hevur Hans Eiler Hammer ikki nakra heimasíðu, men tað ætlar
nakað til nyttu enn bara at vera ein sjónleikari. Men nú 67 ár seinni gekk tað út, sum læknin hevði sagt, at eg skuldi vera sjónleikari. Hesuferð var tað eisini ein lækni, sum valdi meg út - læknin Malmros [...] niður á ryggin. Hans Jacob hevur bundið tað í ein hesthala aftanfyri. Og at klippa sær hevur hann ongar ætlanir um - í hvussu er ikki enn. Skal eg vera ein listamaður, so skal eg eisini síggja eitt sindur [...] síðani boð at koma til eina roynd, og tá gjørdist hann rættiliga bisin. Tá ið eg kom inn, sótu kanska eini 30 onnur fólk og skuldu royna, um tey kundu nýtast sum statistar. Eg hugsaði beinavegin, at
spurningin í hvønn mun vit sum ein komandi olju- og gasstjóð kunnu vera við til at skunda undir royndirnar at troyta nýggjar og varandi orkukeldur. Her kundu vit kanska verið frammanfyri aðrar. Og kundi [...] serligum atliti til leitan og framleiðslu á Atlantsmótinum. NÚ vit føroyingar so smátt síggja fyri okkum ein útvikling á okkara øki, sum kann hava við sær stóra framleiðslu av olju og gassi einaferð í framtíðini [...] størsta álvara, ikki bert tí, at henda nýggja vinnan stendur og bankar á dyrnar hjá okkum. Vit eru ein partur av heimssamfelagnum og eiga sum so at vera virkin í øllum royndum at steðga dálking ol. Tað
markið júst um somu tíð sigur kanska heldur ikki so lítið um eitt ávíst rák. LØGMAÐUR fer í døgnum 24. og 25. september til Noregs at síggja, hvussu frálandavinnan er bygd upp og virkar í dag. Tað er greitt [...] hjá norðmonnum. Men kanska glið fer at koma á samráðingarnar og vit - ja hvør veit - longu í desember í ár gera eina avtalu við bretar - tá verður málið ikki jólatrøll enn einaferð. Ein heilt annar spurningur [...] við so ella so. Her hevur so fyrst og fremst verið talan um fiskivinnusamstarv. Meðan vit hava bygt ein hóp av fiskiskipum í Noregi og haraftrat keypt nógv av tí útgerð, sum fiskiídnaðurin hevur brúkt gjøgnum
so hevði tað kanska verið eitt hugskot, at føroyskir umhvørvismyndugleikar longu nú tóku stig til at vera partur av málinum. Tí við okkara støðu her úti í Atlantshavi eru vit so sanniliga ein partur av málinum
flutningi og gisting - eru størri enn undanfarin ár. JÁTTANIN á fíggjarlógini er økt, og tað er kanska ein orsøk til, at meiri kemur burtur úr peningaliga. Ferðaráðið upplýsti eftir ferðafólkatíðina ífjør [...] ber til at vera við í eini kapping, um fólk brúka hesa skipanina, og gita, hvat vinningurin er! Jú, ein ferð til Danmarkar! Sjálvandi. Leingi livið føroyska ferðavinnan!
hesum høpinum er tann sannroynd, at orðið ríkidømi hevur so nógvar týdningar. Ein síðu av hesum er tann búskaparliga, ein onnur tann mentanarliga og menniskjansliga. HUGSAÐ við um fiskastovnarnar, um møguliga [...] einki er at ivast í, at tað kanska nettup er við tí mentanarliga samstarvinum sum grundarlag, at hesir partar av Norðurlondum fara at knýta tættari bond. Mentanin, sum er ein av berarunum av okkara framkomnu [...] er økið rundan um Eystursjógvin segði hon. Í HESUM sambandi vísti tingkvinnan á, at tað eisini er ein norðurlendskur heimur í Norðuratlantshavi ella í Útnorði, sum tað verður nevnt. Hesin parturin er hóast
burtur við. Vit kunnu halda tað vit vilja um, at vit í Føroyum hava hálvthundrað kommunur - at tað kanska er ov mikið. Men tað er kortini ikki her, hundurin liggur grivin. Heldur eiga vit at broyta komm [...] býti millum, hvat er landsuppgáva og hvat er kommunuuppgáva. Tí eigur greitt at verða sett upp, hvat ein kommuna fíggjarliga og umsitingarliga einsamøll til fulnar eigur at røkja í nærumhvørvinum. Tað, sum [...] verður hann munandi lægri, enn hann er í dag - og, tað týdningarmesta av øllum - tað verður meira eins at liva í ymsu kommununum, enn tað er í dag. Nýggja kommunuskipanin SKAL javnseta ALLAR borgararnar
og jøvnsett viðurskifti við restina av ríkinum er avgjørt rætti vegurin. Men ein treytin er so eisini tann, at danir vísa ein góðan vilja. Vónandi ber til við úrslitinum av bankakanningini at bøta um v [...] vikuskiftinum, kunnu sigast at verða startskotini til valstríðið.Evnið var loysing kontra ríkisfelagsskap EIN kann nú spyrja, um hetta verður høvuðsevnið til komandi val. Okkurt kundi bent á tað, nú vit í eina [...] kanningin ikki fer at ganga føroyingum á møti, so verður hetta eitt val um viðuskifi okkara við Danmark. Ein kann næstan loyva sær at siga, at verða danir fult og heilt reinsaðir í hesi kanning, so kann hetta
og landsstýrið í góðari tíð og í sátt og semju stinga út í kortið ein útbúgvingarpolitikk fyri komandi ættarlið. OG tað, sum kanska er ikki minni týðandi, er mátin hetta verður gjørt uppá. Við at senda [...] fær ikki somu umrøðu sum tað ringa og positiva. Tað er líkasum at nýggjheitin skal altíð skal hava ein negativan ella yvirkrittiskan brodd. At tað er nakað, sum gongur væl, hevur ikki sama virði sum tað [...] hetta við oljuboring. TAÐ snýr seg um so nógv. Eitt nú um at føroyskir útbúgvingarstovnar, sum annars kanska ikki hava gjørt nógv við at samstarva, nú hava funnið hvør annan og bráddliga vilja menna útbúgv