Sjálvstýrisflokkurin givið tjóðveldismonnum greið boð. Antin góðtaka teir málið sum tað er ella verður samgongan upployst. Og teir hava bakkað sum ikki einaferð. Viðhvørt nýtast ikki langar forkláringar [...] Suðuroynni: "Tað er nú almannakunngjørt, at oljufeløgini av sínum eintingum hava avskrivað Suðuroynna sum oljuútgerðarhavn....landsstýrið má tí geva oljufeløgunum greið boð um, at uttan mun til, hvat úterðarfelag [...] trúvirðinum. Var hetta so bara ein kiksari ella var hetta ikki heldur tann nakni verulekin! Hesaferð er eingin vegur aftur. Orðini tala. Høgni hevur bókstaviliga sagt dummað seg. Politikarin, sum altíð vaskar
Politiskt hugsjónarliga er ilt at síggja, hvat flokkarnir halda – í øllum førum í hesum máli. Og tað er ein trupulleiki fyri flokkarnar. Síðani aldaskiftið er føroyskur politikkur broyttur [...] annars hevur sagt, at men fyri ta tíð – helst einaferð í heyst. Spurningurin er tí nú, hvørji mál samgongan saman við Tjóðveldi og Framsókn megnar at fáa ígjøgnum politisku skipanina [...] als ikki eru samdir um innanhýsis. Spurningurin er, um flokkarnir tora út í eitt kontroversielt innanhýsisstríð nú so stutt er eftir til valið. Løgmaður og Sambandsflokkurin hava
burtur, og síðsta dømið er, at røktarpláss skulu niðurleggjast í sambandi við at røktarheim verða bygd. Vit settu spurningin við legitimitetin hjá Javnaðarflokkinum, tá hann er partur av hesum margháttliga [...] hugsanini hjá einum av samgonguflokkunum. Spurningurin er so, um Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin taka undir við at niðurleggja røktarpláss. Men er politikkur kortini so einfaldur, at Javnaðarflokkurin [...] sparingar setast í verk. So kunnu vit hóskandi spyrja, um høgra hond ikki veit, hvat vinstra ger... Oman á alt hetta, so hevur samgongan eisini gjørt av, at lønarkarmurin til almennar lønir ikki skal vaksa. Skorið
sína tíð – og okkurt bendir á, at tíðin hjá hesi samgonguni er við at halla, so er framveigs óvist, hvat alternativið er. Spurningurin er so, um Tjóðveldi fyri fyrstu ferð skal fáa løgmann... [...] 8 prosentstig. Tað er rætt, sum løgmaður sigur – og sum allir løgmenn, sum missa, – plaga at siga, at tað kostar at sita við ábyrgd. Men ein veljarakanning er løtumynd av, hvat veljarin heldur. Og [...] ymisk viðurskifti eru, sum veljararnir ikki eru heilt nøgdir við. Tað sum vert er at merkja sær er, at Fólkaflokkurin er um at yvirhála Sambandsflokkin í samgonguni. Millum manna verður Fólkaflokkurin
Fólkaflokkurin eisini hevði leiðsluna í Tinganesi. Men hvat er so alternativið til sitandi samgongu kunnu vit spyrja? Sjálvandi er andstøðan altíð eitt boð upp á eitt alternativ. Men skal sitandi [...] borði á samband-fullveldisásanum. Tað er hesin veruleiki, sum ger føroyskan politikk so fløktan. Viðhvørt velja flokkar annan ásan og viðhvørt hin. Samgongan, sum sá dagsins ljós eftir kreppuárini [...] ikki í góða jørð hjá øllum. Frammanundan hevði Aksel V. Johannesen meldað út, at so leingi hann er formaður í Javnaðarflokkinum fer flokkurin ikki í samgongu við Fólkaflokkin. Hóast Tjóðveldi
plinin ikki er í lagi. Ikki tí, soleiðis er skilið í øllum flokkum. Men tað sum annars er farið fram, síðani Fólkaflokkurin fór úr samgonguni, er rættiliga áhugavert. Tað er tekin um, at [...] lokkinum sum millumliði. Hendan samgongan er ikki roynd áður, men nógv tekin eru í sól og mána um, at hetta verður samgogan eftir valið. Spurningurin er so, hvør skal leiða eina slíka. Í Tjóðveldi [...] andstøðu fyri alt í verðini at fáa sitandi samgongu frá, kosta hvat tað kosta vildi. Her hava fleiri flokkar víst virðing, og serliga er tað Tjóðveldi, sum hevur drigið longsta stráið í so máta.
ætlan, er løgmaður komin við eini ávaring. Verður áramál tikið fram aftur, so er tað út. Nú hevur so mentamálaráðharrin, ið eisini er tjóðveldismaður, meldað út til íslendska útvarpið, at ætlanin er at taka [...] avleiðingin, nú rok er millum samgonguflokkarnar um fleiri stórmál sum fullveldi, skattalætta, eftirløn osfr. Í dag verður ein veljarakanning kunngjørd og er tað okkara meting, at samgongan fer at fáa veljarans [...] eisini sekir í tí støðu, sum samgongan er komin í. Tí teir hava bara góðtikið alt, sum Tjóðveldisflokkurin hevur sagt. Nú at vaska hendur sínar sum eitt nú sjálvstýrisflokkurin ger er einki minni enn at renna
útreiðslan, roynir hann at lora sum minst, og tað fær hann eisini rós fyri. Men talan er ikki bara um lønir. Talan er eisini um at sýna diplomati, vera takstiskur, duga at síggja veruleikan frá fleiri síðum [...] fyri yvirmonnunum og vantandi tilvitan um, hvat fer fram rundan um okkum. Lønin, Karsten Hansen bjóðar skipara og stýrimonnum, maskinovasta og maskinmeistarum, er so láturliga lítil, at heldur hann fram á [...] hevði verið spennandi at frætt, hvat Karsten & Co ger, tá bestu kreftirnar í føroysku umsitingini verða keyptar og lønirnar annars fara á glið! Tá tað snýr seg um lønir, er ikki bara talan um bruttoløn,
nøkur ár er farið at minka. Hann staðfesti, at tilflytingin til Føroya er minkað, meðan fráflytingin hevur verið støðug. Hansara boð var, at vit mugu skipa samfelagið soleiðis, at tað er lokkandi [...] hevur tí ómetaliga stóran týdning – og hon er grundarlag fyri tí búskaparvøkstri, sum løgmaður so javnan tosar um. Men boðið hjá løgmanni upp á loysnir er hvørki greitt ella ítøkiligt. Løgmaður [...] gongan hugsar sær at fáa fleiri ung fólk at taka part av útbúgving í Føroyum, og hvussu samgongan ætlar at tryggja ungum og eldhugaðum nýútbúnum fólkum neyðugu vælferðarrættindi,
Tjóðveldi á dyr í Tinganesi, men nú er tað so sligið fast við sjey tumma seymi, at Fólkaflokkurin ikki longur er ein fullveldisflokkur. Fullveldisstevnan er fánað til eina hálvhjartaða, illa [...] førir reinan fólkaflokspolitikk, meðan Kaj Leo Holm Johannesen meira er eitt ekkó av Jørgeni Niclasen. Tað er einki óreiðiligt frá Fólkafloksins síðu í so máta – burtursæð frá tí, at hann [...] Kári Post og Jenis gera alt fyri at halda seg at valdinum, kosta hvat tað kosta vil. Flatskattaskipanin hjá Fólkaflokkinum er størsta kollvelting í nýggjari tíð. Og ein slík skattapolitisk