Vit hava á hesum stað fleiri ferðir viðgjørt tann veruleika, at tað altíð eru tey veiku, sum verða ofrað í sparingum. Vit hava nevnt sparingarnar í skúlaverkinum, har tað fyrst og fremst gongur út yvir næmingar við serligum tørvi, síðani eru tað tímarnir, sum játtaðir vórðu til tess at bøta um pisa-úrslitini, sum eisini verða spardir burtur. Automatiska javningin av fólkapensjónunum skal sparast burtur, og síðsta dømið er, at røktarpláss skulu niðurleggjast í sambandi við at røktarheim verða bygd.
Vit settu spurningin við legitimitetin hjá Javnaðarflokkinum, tá hann er partur av hesum margháttliga politikki, sum í øllum førum gongur beint upp á tvørs av hugsjónini hjá Javnaðarflokkinum. Men nú meldar so Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður og talsmaður hjá Javnaðarflokkinum, púra greitt út, at spariætlanirnar hjá Rósu Samuelsen eru hjartaleysar, og at flokkurin als ikki tekur undir við teimum.
Harvið hava vit so fingið greiðu á hugsanini hjá einum av samgonguflokkunum. Spurningurin er so, um Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin taka undir við at niðurleggja røktarpláss.
Men er politikkur kortini so einfaldur, at Javnaðarflokkurin nú kann seta seg í andstøðu til landsstýriskvinnuna, sum eftir øllum at døma ikki vil koma í somu støðu sum Jacob Vestergaard við inntøkutrygdini. Samgongan hevur gjørt ein játtanarkarm. Hesum karmi hevur Javnaðarflokkurin atkvøtt fyri - og sambært hesum játtanarkarmi skulu sparingar setast í verk. So kunnu vit hóskandi spyrja, um høgra hond ikki veit, hvat vinstra ger...
Oman á alt hetta, so hevur samgongan eisini gjørt av, at lønarkarmurin til almennar lønir ikki skal vaksa. Skorið út í papp merkir tað, at um lønarvøkstur verður - og tað verður tað - so skulu tilsvarandi almenn størv sparast burtur. Ergo: Færri skulu arbeiða hjá tí almenna.
Atarbeitt verður fram eftir fummum er sjón fyri søgn.