ODDAGREIN: Liggur sum hann hevur rætt

Alt bendir á, at tað er so alvorliga galið í samgonguni, at vit antin fáa eina nýggja samgongu ella eitt nýval.

Hetta má vera náttúrliga avleiðingin, nú rok er millum samgonguflokkarnar um fleiri stórmál sum fullveldi, skattalætta, eftirløn osfr. Í dag verður ein veljarakanning kunngjørd og er tað okkara meting, at samgongan fer at fáa veljarans dóm í hesi kanning. Og hesin dómur kann lættliga blíva, at Tjóðveldisflokkurin eigur at fara úr samgonguni. Tjóðveldisflokkurin við nýggja formanni sínum kann bara takka sær sjálvum fyri, at fullveldismálið endaði sum stig fyri stig politikkur, tí flokkurin legði upp til eina ætlan, sum hann átti at vitað full uppbakking ikki var fyri í fólkinum. Men Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eru so sanniliga eisini sekir í tí støðu, sum samgongan er komin í. Tí teir hava bara góðtikið alt, sum Tjóðveldisflokkurin hevur sagt. Nú at vaska hendur sínar sum eitt nú sjálvstýrisflokkurin ger er einki minni enn at renna frá teirri ábyrgd hava latið upp í hendurnar á varaløgmanni. Avleiðingin av hesum átti tí at verið eitt nýval.


Løgmaður er í eini sera torførari støðu nú undan landsfundi floksins. Tí skal hann halda orð, er hann noyddur at kvitta við Tjóðveldisflokkin. Eftir at formaður Tjóðveldisfloksins eftir semjuna fór at tosa um eina seks ára ætlan, er løgmaður komin við eini ávaring. Verður áramál tikið fram aftur, so er tað út. Nú hevur so mentamálaráðharrin, ið eisini er tjóðveldismaður, meldað út til íslendska útvarpið, at ætlanin er at taka fullveldið um 6 ella 7 ár. Harvið hevur hann sum landsstýrismaður skapt sínum flokki ein trupulleika. Tí hann hevur ikki aktað orð løgmans um ikki at tosa um áramál í nýggju samgonguætlanini. Hvat ger løgmaður nú!!!


Tað er stórt spell, at Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin eftir øllum at døma eru vornir "lívsfíggindar", tí flokkarnir hava so ella so staðið fyri somu virðum í politikki og hava fyrr kunnað staðið saman í stríðnum móti teimum víðgongdu á høgravonginum. Hevði Tjóðveldisflokkurin dugað sær hógv og virt vanligu demokratisku spælireglurnar, tvs. eisini lodda dýpið í øllum fólkinum, hevði verið øðrvísi statt. Nú at geva formanni Javnaðarfloksins og Nyrup alla skyldina fyri, at fullveldisætlanin fór fyri bakka, er langt úti. Virdi hann Javnaðarflokkin nakað, hevði hann tryggjað sær, at hesin eisini kom í landsstýrið. Men hann vildi hava alt og fekk einki. At tjóðveldisfólk eru farin at kalla javnaðarfólk fyri landasvíkjarar vísir, hvussu langt úti tey eru. Tað er spell, tá hugsað verður um, at hesir flokkar í hvussu er fyrr, hava kunnað tosað sama mál og stríðst fyri tí.


Sosialurin