Tó at Tjóðveldi ikki alment hevur boðað frá, at flokkurin ikki vil góðtaka Johan Dahl sum fiskimálaráðharra, so hevur næstformaður floksins beinleiðis sagt tað. Men tað sum tykist enn meira løgið er, at eini boð, sum Kaj Leo Johannesen sendir til tingfólk síni á kvøldi, longu klokkan sjey morgunin eftir eru almenn í útvarpi. Tað vil siga, at Kaj Leo Johannesen hevur onkran svíkjara í flokkinum – at hann ikki hevur tamarhald á tingbólkinum, at floksdisiplinin ikki er í lagi. Ikki tí, soleiðis er skilið í øllum flokkum.
Men tað sum annars er farið fram, síðani Fólkaflokkurin fór úr samgonguni, er rættiliga áhugavert. Tað er tekin um, at politikararnir hava lært nakað, at løgmaður og landsstýrið í heila tikið framvegis sita við valdið. Fyri bara fáum árum síðani hevði hetta verið heilt óhugsandi, tí vanliga var tað hitt fremsta málið hjá eini andstøðu fyri alt í verðini at fáa sitandi samgongu frá, kosta hvat tað kosta vildi. Her hava fleiri flokkar víst virðing, og serliga er tað Tjóðveldi, sum hevur drigið longsta stráið í so máta.
Og tá hetta verður sagt, so verður tað einans hugsað um tað prinsippiella í tí, at tveir samgonguflokkar og ein andstøðuflokkur gera eina langtíðar avtalu – í hesum føri um makrelin – sum skal halda fram um hetta valskeiðið. Hetta ber boð um, at ein nýggjur arbeiðsháttur er við at koma fram í føroyskum politikki, sum bara kann verða gagnligur.
Hinvegin so vísir hendan semja týðuliga, at mótpolanir í tjóðskaparstríðinum, Samband og Tjóðveldi, eru við at nærkast, við Javnaðarflokkinum sum millumliði. Hendan samgongan er ikki roynd áður, men nógv tekin eru í sól og mána um, at hetta verður samgogan eftir valið. Spurningurin er so, hvør skal leiða eina slíka. Í Tjóðveldi eru tey so von við ikki at fáa løgmanssessin, so um Tjóðveldi ikki verður munandi størri enn Sambandsflokkurin, so má flokkurin – traditionen tro – finna seg í aftur at verða forbígingin. Tað var helst Fólkaflokkurin sum tryggjaði Kaj Leo Johannesen løgmanssessin í 2008 – fyri at revsa Jóannes Eidesgaard.
Soleiðis kunnu vit rokna við, at Kaj Leo Johannesen heldur fram sum løgmaður, meðan Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi býta tey tungu málsøkini.
Høvuðsmálið hjá hesi samgongu má so vera grundleggjandi broytingar og langtíðarplanlegging, meðan tjóðskaparmálið – sum tað plagar – bíðar eftir frægari tíðum...










