ODDAGREIN: Skal høgni verða løgmaður?

Hóast veljarakanningar altíð skulu tak­ast við ávísum fyrivarni, so slepst ikki undan, at støðan hjá sam­gong­uni ikki sær eins bjørt út, sum hon gjørdi, tá Kaj Leo Holm Jo­han­nesen legði til brots við 19 ting­sessum og 57,8 prosentum av veljar­a­fjøldini aftan fyri seg, so kann staðfestast, at hesin meiriluti er tódn­aður niður í 46,7 prosent og 16 ting­fólk.

Tað er ikki ein kanning, men tríggj­ar kanningar, sum eru gjørdar í Før­oyum og millum føroyingar gjøgn­um hetta árið. Seinasta velj­ar­a­kann­ing, sum gav løgmanni og sam­gong­uni meirluta, varð al­manna­kunn­gjørd í Sosialinum 9. nov­em­ber í 2012.

Sambandsflokkurin hevur ann­ars staðið seg væl í felstu kann­ing­u­num, meðan tað ser­liga eru Fólkaflokkurin og Sjálv­stýr­is­flokk­urin, sum hava stað­ið fyri tapunum. Í seinastu kann­ing misti Fólkaflokkurin 5,4 pro­sent­stig, meðan hann hes­a­ferð vinnur 3,5 prosentstig av hes­um innaftur, Samstundis miss­ir Sam­bands­flokk­ur­in 1,2 prosentstig meira síðani sein­satu kanning. Í mun til valið í 2011 missir sambandsflokkurin 3,8 pro­sent­stig.

Tað er rætt, sum løgmaður sigur – og sum allir løgmenn, sum missa, – plaga at siga, at tað kostar at sita við ábyrgd.
Men ein veljarakanning er løt­u­mynd av, hvat veljarin heldur. Og løtumyndin í februar í ár, og løtu­mynd­in í september í ár eins og løt­u­myndin nú í november er, at sam­gongan ikki hevur meiriluta fyri sín­um politikki.

Og jú, sjálvandi kann tað broyt­ast til eitt val. Men hetta eigur at siga politikarunum, at ymisk við­ur­skifti eru, sum veljararnir ikki eru heilt nøgdir við.

Tað sum vert er at merkja sær er, at Fólkaflokkurin er um at yvirhála Sambandsflokkin í sam­gong­uni. Millum manna verður Fólka­flokk­ur­in fataður sum tann ráð­andi flokkurin í samgonguni. At Javn­að­ar­flokkurin missir í mun til síðstu kanning er helst av orrustuni inn­an­floks – hóast tað ikki sær út til at ganga út yvir ting­manna­talið, at Ger­­hard Lognberg varð koyrdur úr flokk­i­num.

Hóast alt hevur sína tíð – og okk­urt bendir á, at tíðin hjá hesi sam­gonguni er við at halla, so er fram­veigs óvist, hvat alternativið er.

Spurn­ingurin er so, um Tjóðveldi fyri fyrstu ferð skal fáa løgmann...