ODDAGREIN: Landsstýrið hevur æruna av hurlivasanum

Dagrøktararnir fara kanska í verkfall mánadagin. Yvirmenninir á vaktarskipinum Brimli eru í arbeðssteðgi. Føroya Arbeiðarafelag hevur lýst blokadu ímóti kavaruddingini hjá Landsverkfrøðinginum.

 

Truplar sáttmálasamráðingar eru fyri framman.

Hetta eru bara nakrar veruleikar í Føroyum í tí Harrans ári 2001, skrivaðir sum yvirskriftir. Allir hesir naknu veruleikar hava beinleiðis samband við Fíggjarmálastýrið og Lønardeildina í hesum aðalstýri. .

Øll vita vit, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur sett sær fyri at reka ein varliga fíggjarpolitikk. Hetta merkir m.a. at halda aftur í almennu útreiðslunum. Tá lønirnar eru tann stóra almenna útreiðslan, roynir hann at lora sum minst, og tað fær hann eisini rós fyri.

Men talan er ikki bara um lønir. Talan er eisini um at sýna diplomati, vera takstiskur, duga at síggja veruleikan frá fleiri síðum, verða framskygdur og sýna rættvísi móti teimum ymisku lønarbólkunum.

Um vit taka dagrøktararnar, sum hótta við verkfallli, kunnu vit spyrja, hví Fíggjarmálastýri hevur góðkent onkran sáttmála, t.d. tann hjá Hósvíkar kommunu, samstundis sum tað ikki ber til at góðkenna aðrar sáttmálar, hóast teir eru linari í krøvum, sambært tí sum Føroya Arbeiðarafelag sigur.

Vit hava ikki frætt um nakað aftursvar ella mótprógv úr glashúsinum á Argjum. Tað má tí merkja, at okkurt er um tað, og niðurstøðan má tí verða, at Fíggjarmálastýrið við Karsten Hansen á odda nú slóðar fyri verkfalli, so hundraðtals børn verða ikki ansað í næstu viku!

Brimlamálið vísir bæði vantandi virðing fyri yvirmonnunum og vantandi tilvitan um, hvat fer fram rundan um okkum. Lønin, Karsten Hansen bjóðar skipara og stýrimonnum, maskinovasta og maskinmeistarum, er so láturliga lítil, at heldur hann fram á hesi kós, so stinga óivað nógv í sekkin.

Allastaðni rundan um okkum eru hýrurnar langt omanfyri. Og so tosa vit um altjóðagerð, og at vit skulu vera uppi í frálandavinnuni her heima og aðrastaðni Sjálvandi eiga yvirmenninir á hesum skipum, sum verja sjómark okkara, sum skulu hjálpa og bjarga í lívshættisligum umstøðum, hava betri lønarsømdir.

Nú stendur frálandavinnan fyri stavn. Lønirnar í hesi vinnu eru høgar. Tað hoyra vit longu um. Vanligar skrivstovulønir eru kanska 50 prosent oman fyri ta løn, sum tær almennu Føroyar lata. Tað hevði verið spennandi at frætt, hvat Karsten & Co ger, tá bestu kreftirnar í føroysku umsitingini verða keyptar og lønirnar annars fara á glið!

Tá tað snýr seg um lønir, er ikki bara talan um bruttoløn, men eisini um tað, sum er eftir, tá tað almenn hevur fingið síni 75 prosent! Hevur borgarliga samgongan gjørt nakað fyri, at meiri liggur eftir í lummanum? Nei! ( Var tað ikki Fólkaflokkurin, sum plagdi at siga, at "peningurin liggur best í lummanum hjá tí einstaka"?) Og tí kunnu vit staðfesta, at fullveldisstýrið hevur ikki gjørt tað minsta fyri at taka broddin av høgum lønarkrøvum og hørðum sáttmálasamráðingum í vár!

Sosialurin