Hann sipar til andstøðuna í løgtinginum – og til nógv umrøddu tíðargreinina, hann eisini skrivaði her í blaðnum um blokkpolitikk herfyri, har hann heitti beinleiðis á Aksel V. Johannesen og Høgna Hoydal um at skipa ein blokk millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, sum kann vera eitt alternativ til samgonguna, sum situr.
Tað uppskotið hjá Eidesgaard fall ikki í góða jørð hjá øllum. Frammanundan hevði Aksel V. Johannesen meldað út, at so leingi hann er formaður í Javnaðarflokkinum fer flokkurin ikki í samgongu við Fólkaflokkin.
Hóast Tjóðveldi javnt og samt hevur hvassar atfinningar mótvegis Fólkaflokkinum, serliga móti fiskivinnupolitikkinum, so vil Tjóðveldi ikki avskriva Fólkaflokkin sum samstarvsflokk í landsstýrinum.
Her er tað aftur tvíbýtta tvíbýtið, um vit so kunnu siga: Vit hava flokkar, sum hugsjónarliga eru á siðbunda vinstra-høgraásanum. Men vit hava eisini hin ásin, sum býtir flokkarnar upp í samband-fullveldi. Hóast Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi at kalla eru samdir á vinstra-høgraásanum, so standa teir í hvør sínum borði á samband-fullveldisásanum.
Tað er hesin veruleiki, sum ger føroyskan politikk so fløktan. Viðhvørt velja flokkar annan ásan og viðhvørt hin. Samgongan, sum sá dagsins ljós eftir kreppuárini í nítiárunum millum Tjóðveldi, Fólkaflokkin og teir smáu í 1998 var eitt úrslit av, at sjálvstýriskreftirnar – ella fullveldiskreftirnar, leitaðu saman í samgongu. Fyri ta tíð var tað bara hent í 1962-66, tá Fólkaflokkurin eisini hevði leiðsluna í Tinganesi.
Men hvat er so alternativið til sitandi samgongu kunnu vit spyrja? Sjálvandi er andstøðan altíð eitt boð upp á eitt alternativ. Men skal sitandi andstøða manna stjórnarskrivstovurnar í landinum, so skulu fleiri mandat flytast – í minsta lagi trý.
Hinvegin er tað sjálvandi eisini ein møguleiki, at annar av stóru stjórnarflokkunum gongur saman við andstøðuni. Tað kundi verið Fólkaflokkurin og Tjóðveldi, ella Javnaðarflokkurin og Sambandi. Fyrri møguleikin er valla hugsandi beint nú, so ósamdir flokkarnir eru um eitt nú fiskivinnupolitikkin.
Taka vit seinna møguleikan – saman við Tjóðveldinum, so eru vit aftur við makrelsamgonguna frá 2011, sum helst er besta boðið upp á eina alternativa samgongu í Føroyum.