Aftur nú. Men hon er als ikki trupulleikin. Tað er handfaringin hjá Fíggjarmálaráðnum og Fíggingargrunninum, sum er problemið. Og hví skuldu 2/3 partú seljast í fyrstu syftuni? Tað er ikki ein avgerð, sum [...] siga føroyingum hvat ið vendir niður og hvat ið vendir upp. Tað er so nógv skróv á sendaranum nú, at ongin í hesum landinum skilir eitt kvekk av nøkrum. Og eg spyrji einaferð enn, hvar er løgmaður? Oddviti [...] tið fáa vit at vita, at hendan greinin er endurtøka av § 18, sum er avrit av grundlógarinnar §51. Greinin er sum áður nevnt nýtt einaferð í Føroyum. Í Danmørk er hon brúkt fýra ferðir, m.a. táið nevnd
Men er tað ikki rætt, at búskapurin er ov heitur og at tað er neyðugt at halda aftur við stórum útbyggingum til verri tíðir? - Búskapurin er ikki hitnaður av tí, sum er gjørt í Sandoy. Hetta er so typiskt [...] staðfestir, at samgongan hevur eina avtalu um at gera undirsjóvartunnil í Sandoy og hann krevur, at hendan avtalan verður hildin. - Hetta er enntá ein avtala, sum er niðurfeld í samgonguskjalið -Tað er ikki l [...] Sandoy, er fortørnaður um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í Sosialinum í gjár mælir frá at gera undirsjóvartunnil í Sandoy. Gerhard Lognberg er limur í samgonguni, akkurát, sum Magni Laksáfoss er tað
Men tíverri bendir alt á, at samgongan tekur eitt afturstigið fyri og annað eftir. Løgmaður sigur seg hava roynt fleiri Evropastrategiir, men alt hetta skeiðið er bara Íslandssáttmálin undirskrivaður – [...] mongum møguleikum bæði í friðar- og ófriðartíðum, og einki er meiri náttúrligt enn at vit sjálvi hava eygað við ferðsluni her um okkara leiðir. ?Tað er soleiðis stak umráðandi, at føroyingar sum skjótast sjálvir [...] øðrum hesa uppgávu. Tí er tað so stak umráðandi at fáa hesi málsøki undir føroyska umsiting og ábyrgd sum skjótast, so vit ikki gera sama mistakið, sum vit gjørdu í ECAA málinum. Tíðin er komin hartil, at vit
andstøðan grein í sínum máli í hvussu er viðvíkjandi einum. Hvar er Løgmaður? Sjálvandi er tað so, at ein landsstýrismaður varar av økinum, sum talan er um, men hann er partur av einari samgongu við einum [...] at gera størri ognaravmarking enn tann, sum nú er galdandi. At tinglimir so ikki hava sett seg ordiliga inn í, hvat teir samtykkja er harmiligt, men tað er kanska ein lærupeningi til eina aðru ferð. Tó [...] vera, men tað kann so ikki brúkast í einum máli, sum er avgreitt. Skotið er upp at fáa kannað alt málið. Kann slík kanning geva svar uppá tann iva, sum er sáddur, so eigur hon at verða gjørd. Sosialurin
var sendur. Hvat er galið? Eitt tíðindaskriv frá Løgmansskrivstovuni vísir á at tað er óheppið at ein fyrispurningur er sendur einum donskum ráðharra. Hvat er so óheppið við tí veit eg ikki – er tað ikki [...] spyrjandi Eg skilji ikki hvat tað er sum er so ræðuligt hvørja ferð vit í Føroyum gera vart við okkum á tjóðskaparliga økinum; um danir eru so erkvisnir, og um “ríkisfelagskapurin” er so viðbrekin at vanligt [...] , og blandar alt saman. Eg veit ikki um tað er sinnið sum tekur yvir ella um tað er manglandi evni at grundgeva fyri, hví ymiskt kann koma fyri sum ikki er hent áður - t.d flaggingin á Rhodos? Hann var
Tað var mangur maður og kvina sum høvdu tár í eygunum og søgdu, nei eingin er sum Torbjørn. Hann er harmæltur, men hjarta er á rætta stað vælsignaður. Men Torbjørn meinti einki við uppskotini, hann hevur [...] hvørt tey fullu. Hvat sigur Sjúrður Skaale, jú hann rósar Magna Laksafoss fyri mans mót, tí hann vil leggja bein fyri Sandoy og sostatt bløgga hana endaligt. Men hvat segði hesin, jú hetta er meginparturin [...] rembingar um Sandoyartunnilin. Tað síðsta var Reidar Nónfjall, sum visti akkurát, hvat var best at gera. Jú merkiligt er, Reidar skrivar nøkur negativ orð um Sandoyartunnilin, jú so skuldi hesin stjóranna
eisini, at tað er síðani hendan samgongan tók við, at tað er henda heilt galið. - Øll tey fyrstu árini tók tað tveir, tríggjar mánaðir at fáa arbeiðs-og uppihaldsloyvi. Men tá ið hendan samgongan tók við, kom [...] í trý ár, so nú er nokk bíðað. - Eg fái heldur ikki so mikið sum eitt lítið bræv við nøkrum fáum reglum um, at tey framvegis vita, at eg eri á lívi og at gongd er í málinum. Fyri tey er tað sum um at eg [...] ikki kann fara til Póllands í eitt hálvt ár og koma aftur. Hetta er heilt hol í høvdið, tí hetta er at skerja persónliga frælsið og tað er óskiljandi, sigur Robert Cieslewicz. Hann sigur, at tað var akkurát
Politikkur Ólavsøkan nærkast av álvara, og hon er hæddarpunktið hjá einum løgmanni, tí tað er í ólavsøkurøðuni, at løgmaður skal vísa, hvat er komið av skafti seinasta árið. Eisini skal hann greiða bæði [...] prosent, so 20 prosent er munandi hægri, enn tað vanliga. Argumentið at loyva stóríleggjarum inn er, at so er betri trygd fyri, at bankin fær eina professionella nevnd og leiðslu, sum er so týdningarmikið í [...] Fyri Jóannes Eidesgaard er hetta tann týdningarmiklasta røðan í tíðini sum løgmaður, tí komandi røða er tann fjórða í røðini og harvið tann seinasta í valskeiðnum. Neyvan er ov nógv sagt, at løgmannsrøðan
niðurgangsskriftið, sum samgongan hevur tikið til sín sum sítt egna, er ein stór talva, har Eidesgaard og Vestergaard, Dahl og Old, Midjord og hvat teir nú allir eita, sláa fast, at tað er ikki hugsingur um [...] virkisfýsna partinum av landinum, og tað er bara heilt einfalt ikki til at skilja. “Visjón 2015” er prentað í 1.000 eintøkum, og tað eru tey fáu sum tíma at keypa hana. Talan er um eitt 245 síðu stórt bókaverk [...] ikki fyrrenn um eini tvey trý valskeið. Hvat ilt meinigi maðurin her í oynni hevur gjørt hesum monnum, er bara ikki til at fata. Júst hagar, ið vinnulívshugurin er stórstur, júst hagar, ið framtøkini blóma
vísti á, hvørji mál samgongan hevur eftir at loysa næstu mánaðirnar. Lítið ítøkiligt varð sagt um, hvat samgongan hevur ætlanir um at fremja eftir valið. Orsøkin er einføld. Í Føroyum er tað ikki skikkur [...] í samgonguskjalinum. Tað hevðí sømt seg, um politikararnir og samgongan næstu dagarnar markeraðu, hvat tað er, sum samgongan ítøkiliga er samd um at fremja á hesum økinum, og um andstøðuflokkarnir góvu [...] skikkur, at samgongan fer til val við boði upp á, hvat samgongan ætlar skal fremjast í nýggja valskeiðnum. Okkara traditión er, at flokkarnir plaga og vilja vera púra óheftir av hvørjum øðrum í valstríðnum.