Nú skutla teir sítt egna fólk

- § 19 nevnd eigur at vera sett niður sum skjótast.

Tórbjørn Jacobsen

 

Týskir stoysendarar vórðu settir upp í stríðsárunum fyri at órógva flóðalduna av propagandu, sum skolaði yvir um Ermasund úr sterku BBC sendarunum í London. Bossarnir í Kreml gjørdu tað sama, áðrenn Berlinmúrurin var niðurlaðaður, og føroyingar hava í hálvt triðja ár havt ein órógvandi frekens sitandi úti í Albert Hall, sum onkursvegna megnaði at tosa fólkið upp í lag. Soleingi tað vardi. Hann er nú farin í annað karrieruljós. Men, sum skaldið sigur einastaðni: Tað hongur ein skón av lorti í politisku kjalarslóð hansara, nú javnaðarheimastýrisstjórnin hjá Jóannesi Eidesgaard søplaði størstu einstøku materiellu ogn fólksins burtur, eftir øllum sólarmerkjum at døma, sum eina reina forering. Tað tykist ikki, sum at løgmaður hevur tikið sína eftirlitsskyldu samsvarandi stýrisskipanarlógini í serliga stórum álvara. Hinvegin er trupult at halda um stertin á álli, táið hann fer skríðandi smeðin og hálur eftir gullgøtunum.

 

Ivaleyst spyrja fleiri, hvar Tjóðveldisflokkurin stendur í málinum. Nú. Tað er væl skiljandi, tá ið vit atkvøddu fyri løgtingssamtyktini um at selja Føroya Banka. Soleiðis sum stevnumið floksins fyriseta. Tá ið vit tosa um at selja, so er tað fyrst og fremst upp á premissini hjá seljaranum, sum er fólkið. Sama fólkið, sum er drigið ígjøgnum so nógva óhumsku fyri at bjarga hesum sama banka, og harvið samfelagnum upp á turt aftur, eftir djúpastu kreppu í vesturheiminum í nýggjari tíð. Fyri tað mesta íkomin av politiskum kleyvarskapi. Vit hava sitið í andstøðu hetta valskeiðið, og hava harvið onga ávirkan havt á sjálva ta praktisku sølutilgongdina. Henni hava Bárður Nielsen, Fíggingargrunnurin og danski filialurin hjá Svenska Handilsbankanum, við Mr. Fink á odda, staðið fyri. Fleiri ferðir hava vit ávarað um gongdina í málinum, tað byrjaði fyri fleiri mánaðum síðani, serliga eftir at sølan var farin at lukta av eini reinari forering. Hartil slepti Bárður arrogant Búskapargrunninum upp á fjall, hesin, sum annars var okkara partur av semjuni. Vit royndu til tað seinasta at fáa málið lýst til botns, áðrenn trýst varð á søluknøttarnar, men hetta var sum at rópa út í oyðimørkina, har var heldur onki bergmál tá, frá hesum báðum spenstigu hanunum Óla Breckmann og John Johannessen, sum nú royna at skora nøkur bílig poeng í bankagøluni, sum teirra egna samgonga eigur við høvdi og gørnum. Ikki minst teir báðir, hin fyrri sum mentor hjá Bárði og hin fraktionistur hjá Eidesgaard, sum í grundini hevur evstu ábyrgdina av hesi skandaluni. Forrestin? Hvar er tann fýrurin blivin av, hví verður hann ikki konfronteraður? Onkur kundi t. d. spurt hann, um hetta er fyrsta stigið á leiðini at gera Føroyar til heimsins besta land at búgva og liva í í 2015.

 

Eftir at Bárður Nielsen hevði verið úti við fyrstu metingini um søluvirðið, var greitt, at eitthvørt ruggaði ikki rætt í málinum. Nú hava vit bara Eik-bankan at sammeta við, her í landinum, og við eins stórari eginogn kendist tað sjaldsamt, at hansara søluvirði var tvær ferðir størri enn tað, sum menn nú ætlaðu at selja Føroya Banka fyri. Kom tá til at siga við ÚF, seinri var tað sent út sum tíðindaskriv frá Tjóðveldisflokkinum, at okkurt mundi vera galið við bankanum, søluháttinum ella landsstýrismanninum. Heitt varð tá á landsstýrimannin, at steðga á sum skjótast, fyri at fáa eina allýsing av málinum, men tað var sum at sletta vatn á gás. Samgongumenn akslaðu tá samfeldir síni skinn, og lótu ikki við seg koma, ikki fyrrenn nú hevur onkur mist nervarnar. Men tað er ov seint, fólksins ognir eru grýttar fyri hund og heyk á nýkapitalistiska altarinum, við vælsignilsi frá m. a. John og Óla.

 

Hvat er ein milliard millum vinir, spurdi Hermann Oskarsson. Hann loysti fyrsta kordelin í weirinum við sínum spíska merluspíkara. Spurningurin var relevantur sambært frágreiðingini, sum sølumenninir høvdu latið frá sær í málinum. Seinri søgdu teir á fundi, har ið m.a. Oskarsson var við, at frágreiðingin, sum skuldi eitast at vera ástøðiliga undirstøðukervið í sølutilgongdini, ikki skuldi takast fyri fult longur. Fyritreytirnar skuldu vera so ómetaliga nógv broyttar hetta árið, sum var gingið, síðani frágreiðingin varð latin eigaranum. Tá brast álitið á Mr. Fink, hann stóð ikki við sína egnu dýru rapport, og ivaleyst hevur hann hugsað mest um at skorað í egnan kassa, og tað skal ikki verða kastað honum fyri, tað høvdu tey flestu gjørt, táið ein almennur myndugleiki, leiddur av ignorantum, stendur og veittrar á gøtuhorni við blankokekkum í hesari støddini. Tað tykist, sum hevur hann fingið eitt slag av license to kill frá Bárði og Fíggingargrunninum. Havi onkuntíð seinri hugsa tann illavorðna tankan, um fýrurin nú hevði verið føroyingur, so hevði hann ivaleyst verið settur upp til almenna spanking á Vaglinum. Tí álvaratos, ein ráðgevi, sum ikki megnar at selja ein 100 ára gamlan banka fyri lítið meira enn krónu fyri krónu, at selja ein peningakassa fyri tað sum er í honum, kundi hann ikki funnist onkra aðra staðni enn í einum svenskum filiali í Keypmannahavn? Løgið, um ikki onkur føroyingur hevði megnað hetta eins væl?

 

Svenski Handilsbankin og Mr. Fink fingu sín vilja. Teir skula ikki lastast fyri tað. Heldur ikki Løgtingið, sum atkvøddi samtyktina ígjøgnum, men einans Landsstýrið, og samgongan, sum hevur fyriskipað søluna fyri parlamentið, eftir tí leisti sum teir hava latið seg tøtt upp í. Og beint áðrenn trýst verður á knøttarnar flaksar so resortministarin úr reiðrinum, og man hetta vera ein sjaldan hending, at maður leypur frá allari ábyrgd, og at finansministari, sitandi á rókini í avgerandi løtu, letur seg keypa upp av stórkapitalinum. Áhugavert. Men um nakað hald er í tí, sum John Johannessen rør framundir, at samanhangur er í øllum hesum, millum kapital, keyparar, fráfarnan landsstýrismann og ússaliga søluúrslitið, tað ber ikki til at hava eina meining um, fyrrenn málið er kannað til botns. Og tað verður ikki nógmikið við eini hissini evaluering, harið menn skula kanna seg sjálvar, soleiðis sum Djokarin hjá Javnaðinum leggur upp til.

 

Í eina tíð er eitt ávíst keyparahuglag píska upp í Føroyum. Fólk hava stovnað partaeigarakonti í bankanum, sum skuldi seljast. Hvør sparibússa er farin á flot og onkur hevur lænt sær nøkur oyru, fyri at gerast partur av eigaraskaranum í hesum fíggjarstovni, sum hevur eina heilt serliga søgu í samfelagnum. Bæði í góðum og ringum. Nú euforiska tokan lættir aftur, stendur hin gamli eigarin, fólkið, við skegginum í postkassanum. Snýstur av og javnaður niður á einar 11-12 túsund krónur fyri einstaklingin. Ímeðan onnur hava verið skeklað burturúr, fingið sersømdir sigur onkur, og hava fingið tey partabrøvini tey ætlaðu frá byrjan. M.a. stjórnin og onkur sum John Johannessen heldur standa fyrrverandi landsstýrismanninum dekan ov nær, eftir at hann leyp av almennu vippuni út í Stórutjørn í Hoyvíkshaganum.

 

Mikli áhugin, 26 ferðir yvirbjóðað, sigur ikki so lítið um søluna. Eitt greitt tekin um, at bankin er seldur alt ov bíðliga. Tað er nú staðfest, eftir at hann hevur ferðast aftur og fram í keypsskálunum í Reykjavík og í Keypmannahavn í nakrar dagar. Og har eru tað ikki føroyskir tingmenn, sum áseta byrjanarkursin, soleiðis sum onkur búskaparfrøðingur nú so sálvumikil rør framundir í fjølmiðlunum. Hvussu nógv er lorað út av fólksins ognum er ilt at siga. Kanska fer heimasíðan hjá Sambandsflokkinum at greina tað fyri okkum, so óførir sum teir hava verið í viðgerðini av ríkisveitingini, har ein automatiskur teljari hevur talt saman, síðani fullveldislandsstýrið tók ta skilagóðu avgerð, at sleppa føroyingum undan hesum trælapeningi, ið danir brúka sum valdsamboð í Føroyum. Vónandi fer Helgi Abrahamsen nú at seta ein teljara upp, sum kann siga Føroya fólki, hvussu nógvar ríkisveitingar eru søplaðar burtur, farnar fyri mutur og skutur, í bankasøluni, sum Sambandsflokkurin, við Bárði Nielsen sum oddvita, hevur staðið fyri.

 

Fyrsta stóra privatiseringin er nú farin afturum. Nú gerst onki. Tað mesta er skvøtt burtur. Ongin lurtaði eftir ávaringunum frá andstøðuni og teimum frøðingum, m.a. Hermanni, Kára og Thomasi, sum staðiliga ávaraðu um hesa ólukkuna, sum var ávegis. Samgongan fekk sín vilja, ongin samgongumaður, ikki ein tann einasti, so frætt sum lætti bokslunum upp frá, táið 66% av størstu einstaku ognini hjá Føroya fólki varð forerað burtur. Summir teirra liva politiskt av at hava sterkar meiningar í seinra lagi. Opportunistar. Og nú skvampar onkur eitt sindur í samgonguhylinum, men tað er ov seint, og hevur bara til endamáls, at lynna fyri afturvali, táið fólkaræðið aftur letur sínar borgarar taka støðu til, hvør ið skal sita við tí sindrinum av valdi, sum danir hava latið føroyingum ígjøgnum heimastýrislógina. Serliga skemtiligur er Óli Breckmann, sum fær UG fyri sínar solidarisku kenslur í oddagrein í Sosialinum, táið hann leggur upp til, at smáspararin, av náði, skal sleppa at keypa seinasta triðjingin frá Fíggingargrunninum, eftir at partabrøvini væntandi eru farin upp ímóti skýrákinum í virði. Hetta miskunsemið má hann selja aðrastaðni enn í Føroyum. Forklæddur samáriubúgvi ger lítlan mun, ætlar hann eina roynd, at temja kapitalistiska rossið í keypsskálunum í metropolunum báðum.

 

Lagt hevur verið eftir samtyktini. Løgtingssamtyktini um einskiljingina av bankanum. Aftur nú. Men hon er als ikki trupulleikin. Tað er handfaringin hjá Fíggjarmálaráðnum og Fíggingargrunninum, sum er problemið. Og hví skuldu 2/3 partú seljast í fyrstu syftuni? Tað er ikki ein avgerð, sum Løgtingið hevur tikið. Og hví skuldi ein so stórur partur seljast í einum, í øðrum ársfjóðringi, í ár? Tað liggja nógvir ósvaraðir spurningar í hesum málinum, sum mega fáast upp í sævarmálan, sum mega leggjast á blik, áðrenn skjøtil verður settur á søluna av øðrum almennum ognum, eitt nú FøroyaTele og Atlantsflog.

 

Málningamálið er eitt annað mál í málinum. Listaverkini í bankanum. 2. mai 2007 staðfesti og bedýraði táverandi landsstýrimaður í fíggjarmálum, at Landsstýrið hevði tikið endaliga avgerð um, at listaverkini vórðu tikin úr ognini, áðrenn hon varð seld. Eftir tað skuldu tey leggjast í ein sjálvsognarstovn. Síðani er Mentamálaráðið, sum vælsaktans er partur av útinnandi valdinum, sum hevði at kalla fullan ræðisrætt á bankanum, fyri at hann varð seldur, farið í samráðing við Pf. Føroya Banka um at keypa samlaðu produktiónina. Tvs., at borgarin nú skal skattafíggja málningakeypið úr fíggjarstovninum, sum tey sjálvi áttu frammanundan, og sum tey ikki sluppu at dansa gullkálvadansin um. Pøbilin, sum ikki slapp at gera kvettið, táið skrínið var selt. Álvaratos, her má onkur siga føroyingum hvat ið vendir niður og hvat ið vendir upp. Tað er so nógv skróv á sendaranum nú, at ongin í hesum landinum skilir eitt kvekk av nøkrum.

 

Og eg spyrji einaferð enn, hvar er løgmaður? Oddviti hjá útinnandi valdinum, og sum hevur eftirlitsskylduna við sínum resortministarum? Hví lat hann eina ella tvær milliardir verða søplaðar burtur úr almennum regi til vinirnar, ið sótu tivandi og svangir hinumegin borðið? Er hetta hitt nýggja sosialdemokratiska konseptið samsvarandi visjón 2015-ætlanini hjá sama manni?

 

Tað eru nógvar orsøkir til at málið er endað sum ein skandala. Millum annað hon, at evsta politiska ábyrgdin ikki finst í hesum landinum. Laissez-faire hugburður er ein sjálvsøgd avleiðing hjá fólki, sum eksistensielt hevur valt sær politisku kolonistøðuna sum endastøð á leiðini. Sum hava valt nationalstatin og endaligu ábyrgdina frá.

 

Fyri at fáa greiði á hesum máli, og fyri at vera fyrireikaður til komandi privatiseringar, undir eini komandi og vónandi meira at sær komnari samgongu, er neyðugt at kanna søluna av bankanum til botns. Hetta er valla eitt mál fyri landsstýrismálanevndina, tí fari eg at skjóta upp fyri Løgtinginum á Ólavsvøku, at tingið setir eina § 19 nevnd, sambært Stýrisskipan Føroya, at kanna hetta málið út í æsir, á sama hátt sum áttatiárini vóru kannað fyri nøkrum árum síðani. Sjálvsagt er, at ein kvalitetur verður settur sum kanningarráðgevi hjá nevndini, á sama hátt sum Hans Petur Weihe, sáli, varð tað hjá 80-ára nevndini.

 

§ 19 er annars soljóðandi: ”Løgtingið kann skipa nevndir av tingmonnum at kanna alment umvarðandi mál. Nevndirnar hava rætt at krevja skrivligar ella munnligar upplýsingar frá einskildum borgarum eins væl og frá almennum embætismonnum.” Í viðmerkingunum til stýrisskipanaruppskotið fáa vit at vita, at hendan greinin er endurtøka av § 18, sum er avrit av grundlógarinnar §51. Greinin er sum áður nevnt nýtt einaferð í Føroyum. Í Danmørk er hon brúkt fýra ferðir, m.a. táið nevnd, hin 5. juli í 1918, varð sett at kanna ymisk føroysk viðurskifti sbr. tágaldandi grundlóg §45, hvørs úrslit seinri bleiv rópt fyri Fúlabók. Tann næsta er kanska á veg, tó í øðrum og øvutum líki. Tað spyrst um livst.

 

Ímeðan hendan nevndin ger sítt arbeiðið, eigur allur handil við almennum ognum at verða steðgaður. Samstundis eiga føroyingar at brynja seg til at seta eina samgongu út í Tinganes eftir komandi val, sum tænir áhugamálum fólksins og ikki onkrum tilvildarligum spekulanti, sum gongur og tivar av vinningsgessi kring tær almennu ognir, ið enn eru á fólksins hondum. Óneyðugt skuldi verið at sagt, at Tjóðveldisflokkurin er besta boðið til hesa uppgávuna. Upprudding og framsøkn. Fram í Republikkina.