Nú ræður um at kenna sær hógv

Oddagrein: Løgmansrøðan var, sum tað kundi roknast við. Løgmaður brúkti nógva tíð til at vísa á, hvussu gott hann heldur áralagið hevur verið í samgonguni, og hvussu nógv er avrikað. Serliga fegin segði hann seg vera um yvirtøkulógina og yvirtøkurnar – ikki minst av kirkjuni henda søguliga ólavsøkudagin.

Hvussu samd og ósamd samgonga og andstøða eru um politiska áralagið og avrikini fer at vísa seg, tá ið politikararnir í morgin og restina av vikuni fara at skifta orð um røðuna.

Løgmaður vísti á, hvørji mál samgongan hevur eftir at loysa næstu mánaðirnar. Lítið ítøkiligt varð sagt um, hvat samgongan hevur ætlanir um at fremja eftir valið. Orsøkin er einføld. Í Føroyum er tað ikki skikkur, at samgongan fer til val við boði upp á, hvat samgongan ætlar skal fremjast í nýggja valskeiðnum. Okkara traditión er, at flokkarnir plaga og vilja vera púra óheftir av hvørjum øðrum í valstríðnum.

Spurningurin er, um hetta ikki átti at verið broytt. Orðaskiftið um løgmansrøðuna er startskotið upp á valstríðið. Tí hevði tað sømt seg, um politikararnir nú góvu til kennar ikki bara, hvat teir ætla næstu árini, men eisini hvørjum teir ætla at fremja politikkin saman við, og hvussu teir ætla, at málini skulu fíggjast. Tað hevði verið ábyrgdarfult, og tað hevði ivaleyst havt við sær, at politikararnir høvdu kent sær meiri hógv.

Tvey stórmál, sum hava verið nógv viðgjørd, hanga framvegis í leysum lofti. Annað er valskipanin, og hitt er pensiónsspurningurin.

Løgmaður segði seg vera fyri einum valdømi, og at spurningurin eftir hansara meining átti at verið avgjørdur á fólkaatkvøðu. Talan er um stórt mál og radikala broyting. Tí er einki at siga til, at fólkið verður spurt. Men tað er ikki í andanum av okkara traditión, at málið verður skundað ígjøgnum, nú valið bara er nakrar mánaðir burtur. Nú hevur verið prátað og skrivað uttan úrslit í hálvt fjórða ár, og politisk undirtøka var ikki fyri uppskotinum um broytingar, sum ætlanir vóru um at leggja fyri tingið.

Valfeløgini eru longu farin undir uppstilling eftir galdandi vallóg. Radikalar broytingar, nú tað er minni enn hálvt ár til valið, høvdu kenst sum statskvett. Her eigur Løgtingið at kenna sær hógv.

Pensiónsmálið verður aftur hesa ferð partur av valstríðnum. Løgmansrøðan boðaði ikki frá meiri semju og ítøkiligum ætlanum enn orðingarnar í samgonguskjalinum. Tað hevðí sømt seg, um politikararnir og samgongan næstu dagarnar markeraðu, hvat tað er, sum samgongan ítøkiliga er samd um at fremja á hesum økinum, og um andstøðuflokkarnir góvu sítt ítøkiliga íkast.

Hóast stórar betringar í samhaldsfasta í hesum valskeiðnum, so er pensiónsmálið framvegis eitt av teimum størstu, sum liggur eftir at fremja, og sum politikararnir eiga at kenna sær hógv í at fremja.