- Hetta verður ikki nakað, sum Magni Laksáfoss bestemmar.
Gerhard Lognberg, tingmaður úr Sandoy, er fortørnaður um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í Sosialinum í gjár mælir frá at gera undirsjóvartunnil í Sandoy.
Gerhard Lognberg er limur í samgonguni, akkurát, sum Magni Laksáfoss er tað, men sandoyartingmaðurin væntar kortini ikki nakra ósemju í samgonguni um Sandoyartunnilin.
Hann staðfestir, at samgongan hevur eina avtalu um at gera undirsjóvartunnil í Sandoy og hann krevur, at hendan avtalan verður hildin.
- Hetta er enntá ein avtala, sum er niðurfeld í samgonguskjalið
-Tað er ikki landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum ger av, um Sandoyartunnilin skal gerast, men Løgtingið einsamalt og har farið eg at krevja, at avtalan verður hildin.
- Eg vænti heldur ikki annað, enn at avtalan verður hildin og so kann Magni Laksáfoss siga akkurát, hvat hann vil, leggur Gerhard Lognberg afturat.
Hann sigur, at tað er at kalla fult forstáilsi í samgonguni fyri, at tunnilin verður gjørdur og í heyst er avtalað, at uppskot skal leggjast fyri Løgtingið um tunnilin.
Men er tað ikki rætt, at búskapurin er ov heitur og at tað er neyðugt at halda aftur við stórum útbyggingum til verri tíðir?
- Búskapurin er ikki hitnaður av tí, sum er gjørt í Sandoy. Hetta er so typiskt fyri politikarar, sum ganga og hugna sær í miðstaðarøkinum og sum ikki hava brúk fyri útjaðaranum.
Gerhard Lognberg staðfestir, at undirsjóvartunnilin er alt avgerðandi fyri Sandoy, tí ferðasambandið er ein bági.
- Tí kemur tað ikki uppá tal, at undirsjóvarttunnilin skal víkja fyri skúlabyggingum og gransking, sum uttan iva eisini verður í miðstaðarøkinum, sigur tingmaðurin.
Gerhard Lognberg sigur, at onki er bygt út í Sandoy, tí nú skuldi tað verða tunnilin, sum skuldi raðfestast fremst.
- Vit góðtóku eisini at sleppa ætlaða listaskúlanum í Sandoy afturfyri at fáa eina avtalu um undirsjóvartunnilin.
Tú hevur fyrr boðað frá, at tú ert so misnøgdur við samgonguna, at tú hevði umhugsað at taka teg úr samgonguni?
- Tað havi eg ofta gjørt, men tað fari eg ikki at blanda upp í hetta kjakið, tí vit hava eina greiða avtalu í samgonguni og eg ivist ikki í, at tann avtalan fer at halda.
Fleiri viðmerkingar vil hann ikki gera um tað.