Hvørvisjón 2015

Hergeir Nielsen

 

Nógvur peningur og stór orka er brúkt til at fáa embætisverkið at orða politikkin komandi tvey valskeiðini.

Avmarkað verður tí, hvussu nógv løgmaður tekur úr egnum brósti, nú samgongan situr og orðar hesa seinastu løgmansrøðuna í hesum umfarinum.

Samstundis sum embætisvisjónin kom út, lat Granskingardepilin frætta frá sær um støðugu fráflytingina úr Suðuroynni.

Ferðin á almennu Føroyum var alt ov stór fyri norðan, fingu vit enn eina ferð at vita, at flestu búskaparligu vísitølini fyri sunnan vendu skeiva vegin.

Hugsandi var, at henda dýrt goldna Visjón 2015 tók hond um henda serliga trupulleika, men so var ikki.

Tvørturímóti, so kendist hon av sonnum sum ein hvørvisjón fyri útjaðaran og fyri meiniga mannin.

Eitt upprópið til almennu myndugleikarnar, ella skulu vit kalla tað eitt neyðarróp, kom frá bygdaráðnum í Hvalba um sama mundi, sum manualurin hjá samgonguni kom út.

Siðiliga, greitt og væl orðað vendi bygdarráðið sær enn eina ferð skrivliga til løgmannin, fíggjarnevndina, vinnunevndina, Landsverk, landsstýrismannin í Innlendismálum og løgtingsmenninar fyri Suðuroynna um sum skjótast at veita sóknini ein dagførdan tunnil, so at til bar at fáa lokala vinnulívið at virka til gagns fyri hetta samfelagið.

Eingin sum helst ivi valdar um, at Hvalbiartunnilin eigur hægstu raðfesting, um vit skulu gera okkum nakrar hugsanir um at vinna inntøkur til hetta samfelagið.

Tástani ber til at gera marglætistunlar aðrar vegir fyri at koma enn skjótari fram at útlendsku tilboðsvørunum, sum floyma inn í landið og sum eru so freistandi, at vit keypa fyri eina heila milliard krónir meira enn vit selja fyri.

Stórvegis visjonerur politikkur var ringur at fáa eygað á undan summarstøðginum, tá samgongan sum eitt stórmálið fekk skverað sær eina lækking í avgjaldinum á luktilsi ígjøgnum tingið.

Útlendsku agenturini vóru í hægri metum enn enn frílynta vinnulívið, sum skal vinna tær lívsneyðugu inntøkurnar til samfelagsraksturin.

Parfumuseljarar fingu gyltar dagar, og ongar áneyðir tyktust neyðugar at lækka ferðina á ovurstóru hallgevandi síðuni í búskapinum.

Alt vanligt vit og skil býður okkum til at taka ferðina av útreiðslusíðuni, og at fjálga um inntøkusíðuna, men tíanverri fellur alt vanligt vit og skil uttanfyri stevið í samgonguni.

Fyri at menna vinnulívið hava vit ferð eftir ferð skotið upp at dagføra samferðsluviðurskiftini til eina upp á seg stórstu vinulívsbygdina í Føroyum, men tað hevur verið sum at vísa hundið brand.

Serliga hava tað verið hesir sokallaðu Suðuroyartingmenninir, sum eru gingnir ímóti hesum mest virkisfýsna partinum av landinum, og tað er bara heilt einfalt ikki til at skilja.

“Visjón 2015” er prentað í 1.000 eintøkum, og tað eru tey fáu sum tíma at keypa hana.

Talan er um eitt 245 síðu stórt bókaverk, har embætisverkið sigur landsstýrinum, hvussu stýrast skal fram til 2015.

Eftirskúli verður ikki tikin upp á tungu, og árarekkir og fleiri valskeið aftaná, at marglætishol eru plaffaði gjøgnum hvørja túgvu og undir hvønn fjørð, koma teir virkisfýsnu hvalbingarnir inn í myndina.

Hetta er bara ótrúligt.

Hvørvisjónina fáa hvalbingar, sandvikingar og allir suðuroyingar ripaða í høvdið fáar dagar eftir, at bygdaráðið so bønliga hevur heitt á allar góðar kreftir um at geva teimum loyvi at virka i sóknini og í teirri oynni við teimum daprastu vísitølunum.

Men korta nei siga suðuroyingarnir í Havn.

Sligið verður fast inni í sjálvum merginum í visjónsritinum, at øll samferðsla til og úr Hvalbiar sókn verður liggjandi á ísi komandi mongu árini.

Heilt aftanfyri afturpartin av fjórðu divison á síðu 145 í hesum niðurgangsskriftið, sum samgongan hevur tikið til sín sum sítt egna, er ein stór talva, har Eidesgaard og Vestergaard, Dahl og Old, Midjord og hvat teir nú allir eita, sláa fast, at tað er ikki hugsingur um at gera hvalbingum líkinda tunnil fyrrenn aftan á at allar Føroyar eru liðaðar sundur og saman og í fyrsta lagi ikki fyrrenn um eini tvey trý valskeið.

Hvat ilt meinigi maðurin her í oynni hevur gjørt hesum monnum, er bara ikki til at fata.

Júst hagar, ið vinnulívshugurin er stórstur, júst hagar, ið framtøkini blóma, og júst hagar, ið umstøðurnar og bara umstøðurnar forða eini likinda menning av tí framburði, ið hetta landið skal livað av framyvir, verður laðað upp í dyrnar.

Ilt er at taka henda ágangin fyri fult og skil tað, hvør ið skilja kann.

Visjónin hjá hvalbingum um eitt dagført samband við umheimin endaði tíverri sum ein hvørvisjón, og upprópið, neyðarrópið ella áheitanin frá bygdaráðnum til yvirvaldið í Havn vísti seg tíverri ikki at vera postgjaldið vert.