Politikkur
Ólavsøkan nærkast av álvara, og hon er hæddarpunktið hjá einum løgmanni, tí tað er í ólavsøkurøðuni, at løgmaður skal vísa, hvat er komið av skafti seinasta árið. Eisini skal hann greiða bæði Løgtingi og Føroya fólki frá, hvørjar politiskar ætlanir liggja fyri framman.
Fyri Jóannes Eidesgaard er hetta tann týdningarmiklasta røðan í tíðini sum løgmaður, tí komandi røða er tann fjórða í røðini og harvið tann seinasta í valskeiðnum. Neyvan er ov nógv sagt, at løgmannsrøðan í ár í veruleikanum er startskotið til valstríðið, sum av álvara fer í gongd í heyst. Løgtingsval verður í seinasta lagi 19. januar.
Sosialurin hevur verið í Tinganesi og tikið »pulsin« á løgmanni, sum í løtuni situr og kýtir seg við at stykkja ólavsøkurøðuna saman, har serliga nógv eygu og oyru eru vend ímóti honum.
Sjálvt um Jóannes Eidesgaard sær rímuliga avslappaður út, er tað týðuligt, at uppgávan verður tikin í størsta álvara. Hetta er eisini eitt slag av eksamiu, nú hann um minni enn eitt hálvt ár skal upp á vektina hjá veljarunum eftir fyrsta valskeiðið sum fremsti maður í Tinganesi.
Spurdur hví hann hevur verið so lítið at hoyrt og sæð í seinastuni, sigur Jóannes Eidesgaard:
- Tú hevur rætt í, at eg ikki havi staðið í fremstu røð nú í summar, men hetta er nakað, eg sjálvur havi valt. Fyri tað fyrsta havi eg verið burturstaddur í eini tríggjar vikur, har eg millum annað havi fylgt teimum ungu føroyingunum, sum kappaðust á oyggjaleikinum á Rhodos. Fyri tað næsta haldi eg, at tað er ein skylda hjá mær virða starvið og brúka summarið til at savna kreftir til at tørna til aftur seinni, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir á, at arbeiðsárið hjá einum løgmanni av álvara byrjar aftur á ólavsøku og koyrir uttan slit alt heystið. Í einum valári merkir hetta líka fram til og eftir valið.
- Viðvíkjandi einskiljingum so havi eg altíð havt ta áskoðan, at tað ikki er uppgávan hjá tí almenna at eiga hvørki ein banka, flogfelag ella eina telefyritøku. Tað er ikki endamálið hjá okkum politikarum at reka fyritøkur, men at skapa góðar karmar og lata vinnulívið reka fyritøkurnar, so tær standa seg best. Á henda hátt koma tær øllum samfelagnum til góðar, sigur Jóannes Eidesgaard.
Torbjørn Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum hevur skotið upp at seta eina nevnd at kanna søluna av Føroya Banka. Hví ikki gera tað, so allir ivaspurningar kunnu fáast av vegnum?
- Tá tann politiska skipanin hevur verið ígjøgnum eitt orðaskifti, og tá avgerðin er tikin – í hesum føri um Føroya Banka – so nyttar ikki at koma aftur og angra hetta. Einasti, sum atkvøddi ímóti leistinum at einskilja Føroya Banka, var Jenis av Rana. Hetta er týdningarmikið at halda fast um. Stóri meirilutin í Løgtinginum var púra samdur um at gera eina samansetta sølu, so vanligi føroyingurin fekk møguleika at keypa partabrøv. Hesin leisturin endaði við, at útlendskir stóríleggjarar fingu 40 prosent, føroyskir stóríleggjarar 40 prosent og smáíleggjarar 20 prosent. At nógv eru misnøgd við ikki at fáa tað, tey bóðu um, skilji eg væl, men ongin hevði roknað við so ovurhonds stórum áhuga fyri partabrøvunum. Í sambandi við líknandi sølur aðrastaðni hava smáíleggjarar fingið í mesta lagi 10-15 prosent, so 20 prosent er munandi hægri, enn tað vanliga. Argumentið at loyva stóríleggjarum inn er, at so er betri trygd fyri, at bankin fær eina professionella nevnd og leiðslu, sum er so týdningarmikið í rakstrinum av eini størri fyritøku, sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður sigur seg væl skilja, at tingmenn seta spurningar, men at krevja eina kanning heldur hann týðir uppá, at hesir tingmenn – og serstakliga tjóðveldistinglimir – hava ringa samvitsku yvir teirra egnu avgerð.
Veikleikar í fiskiskipan
Føroyska fiskidagaskipanin hevur stundum verið róst til skýggja og stundin fingið skuldina fyri, at eitt nú toskastovnurin er niðurfiskaður. Sambært fiskifrøðingum er veiðuorkan í føroyska flotanum alt ov stór, og trýstið á stovnarnar gerst hareftir. Hesum eru nógvir politikarar samdir í, men síggja út til at mangla dirvi at seta tiltøk í verk, sum minka um trýstið á toskastovnin. Hvussu ber tað til, at tú hevur verið so kúrrur í hesum orðaskiftinum?
- Nú er tað soleiðis, at sjálvt um eg ikki upptraðki í fjølmiðlunum dagliga, so eri eg kortini aktivur á teimum innaru linjunum. Eg taki hendan trupulleikan í fullum álvara og kann fortelja tær, at vinnunevndin hjá løgtinginum í løtuni arbeiðir við at gera uppskot, sum hevur til endamáls at minka um veiðutrýstið. Júst hvat hetta fer at enda við ber ikki til at siga í løtuni, men tað snýr seg um at fremja skerjingar, uttan at fiskiflotin verður raktur alt ov hart, sigur Jóannes Eidesgaard.
Eigur tú ikki sum løgmaður at sláa nevan í borðið og krevja av teimum, sum hava politisku ábyrgdini av fiskivinnuni, at nakað munagott hendir fyri at verja stovnarnar. Hetta hevur millum annað forsætisráðharrin í Íslandi gjørt yvir fyri sínum fiskimálaráðharra, har toskastovnurin eisini er hóttur?
- Nú er tað ikki mín stílur at sláa nevna í borðið. Hetta er eitt trupult mál, sum kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri fiskiflotan, um skerjingarnar verða ov stórar. Eg haldi ikki, vit kunnu samanbera okkum við íslendingar, tí teir hava eina heilt aðra skipan við kvotum. Minka teir kvotuna av toski, ja, so minkar trýstið samsvarandi. Veikleikin í okkara skipan er, at hon ikki verjir einstaka fiskaslagið.
Við at skerja fiskidagarnar hevur tú onga trygd fyri, at skerjingin kemur toskinum til góðar. Tá er kanska meiri skynsamt at tosa um friðing av økjum. Til dømis Føroya Banka og tey ymsu gýtingarøkini.
Er tað ikki tín uppgáva sum løgmaður at royna at tryggja knappa tilfeingið til komandi ættarlið?
- Jú, sjálvandi, og tað haldi eg eisini, at mítt dagliga arbeiði ber brá av. Tað kemur ikki fram í fjølmiðlunum, tá eg til dømis havi fundast við Henrik Old ella Gerhard Lognberg ella vinnunevndina um hesi ella onnur viðurskifti. Almenningurin veit heldur ikki, hvat eg havi tosað við landsstýrismannin í fiskimálum um, og hvat hann fer at koma við av uppskotum til betringar. Tað politiska spælið gongur fyri seg alla tíðina, og sjálvandi havi eg meiningar um hesar spurningar, men tað er ikki vist, at ein í heilum skal sláa hvønn annan í høvdið við tí, sigur Jóannes Eidesgaard.
Sandoyartunnil og sjómannafrádráttur
Nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss, hevur sum kunngt verið frammi og mælt til, at ætlanin við einum tunli undir Skopunarfirði verður slept ella útsett. Partvís tí búskapurin vísir tekin um at vera yvirhitaður, og tí hann heldur tunnilin sum íløgu vera skeivt raðfesta, tí aðrar íløgur eftir hansara tykki eru munandi meiri átroðkandi. Til dømis í skúlaverk, gransking og almanna- og heilsuverkið.
Hevur Magni Laksáfoss ikki rætt í hesum?
- Nei, tað haldi eg ikki. Við hesum logikki høvdu vit ongantíð fingið hvørki Vágatunnil ella Norðoyatunnil, sum ongin í dag setir spurnartekin við, júst tí tær hava víst seg av vera góðar íløgur. Eg eri væl greiður yvir, at fólkagrundarlagið í Sandoynni ikki er tað sama sum í Norðoyggjum, men um vit taka suðuroyingar við, sum ein sandoyartunnil fer at stytta farleiðina hjá við Smyrli, og sæð longur fram í tíðina, helst eisini við føstum sambandi, so er fólkagrundarlagið tilsamans størri enn í Norðoyggum. Tí er skeivt bara at gera cost-benefit útrokningar her og nú, men heldur hyggja uppá, hvussu stóran týdning tað kann fáa upp á longri sikt. Týdningurin av at samanbinda okkara avbyrgda oyggjar kann ikki yvirmetast, og tað haldi eg heldur ikki, at føroyingar gera, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tað merkir, at tú tekur undir við at fara í gongd við Sandoyartunnilin sum skjótast?
- Ja, tað geri eg. Men sjálvandi, politikkur snýr seg um raðfesting og er ein togtogan um, hvat skal koma fram um eitt annað. Eg haldi, vit skulu bíða við orðaskiftinum til uppskot um verkætlanarlóg kemur í Løgtingið í heyst, sigur Jóannes Eidesgaard.
Heldur ikki uppskotið frá Magna Laksáfos um at skerja frádráttin hjá sjómonnum bítur á hjá løgmanni. Og serliga ikki í einum valári.
- Tá ein slík skipan verður gjørd, er næstan vónleyst at broyta hana aftur. Sum til dømis fyrrverandi formaðurin í fiskimannafelagnum var inni á, tá frádrátturin kom í síni tíð, so havi eg forstáilisi fyri, at sjómenn og fiskimenn ikki í sama mun fáa ágóðan av nógvum av teimum tingum, sum vit onnur fáa. Tí kann man gott síggja ein slíkan frádrátt sum eitt plástur á sárið. Nú kom hesin frádrátturin langt áðrenn mína tíð sum løgmaður, men tað sum vit helst áttu at gjørt í sambandi við slíkar skipanir, er at gera ein stígvísa minking, so tað ikki gerst so torført at koma afturumaftur. Hetta var millum annað gjørt við rentustuðlinum, sum byrjaði á 48 prosentum og stigvís varð minkaður niður í 40 prosent, sigur Jóannes Eidesgaard.
Eitt valdømi
Tað hevur ljóðað, at tú tekur undir við uppskotinum hjá løgtingsformanninum, sum ætlar sær i Løgtingið við uppskoti um at gera Føroyar til eitt valdømi. Ella at tú beinleiðis hevur eina avtalu við Edmund Joensen um, at hann bara skal leggja uppskotið fram. Hvat sigur tú til tað?
- Eg eri samdur við Edmundi Joensen í, at man gott tala fyri at skerja valdømini av tveimum orsøkum. Partvís tí at talið av kommunum minkar, og tí landið er meiri samanbundið. Spurningurin er bara, um timingin er røtt, tí flokkarnir eru als ikki fyrireikaðir til at fara út í eitt valstrið við einum valdømi. Men at eg skal hava nakra avtalu við løgtingsformannin um at koma við uppskoti um eitt valdømi, passar ikki. Hinvegin eri eg leiðari fyri eina samgongu og havi skyldu til at taka eitt mál upp, sum samgongulimir koma við, og tað fari eg eisini at gera í hesum føri, sigur Jóannes Eidesgaard.
Fleiri halda, at tú ert ov lítið sjónligur sum løgmaður?
- Hesum eri eg ósamdur í. Tvørturímóti haldi eg, at eg havi verið frammi í meira lagi í fjølmiðlunum, men eg kann sjálvandi ikki forða fólki at halda hetta ella hatta. Nú er tað soleiðis, at meginparturin av tí politiska arbeiðinum fer fram her á Løgmannskrivstovuni við fundarvirksemi, telefon og á annan hátt. Eg skal heldur ikki altíð sjálvur vera í fokus, men lova teimum politisku samstarvsfeløgunum framat, sum arbeiða innanfyri tey ymsu politisku økini. Tí tosi eg sjálvandi nógv við tingmanningina í mínum egna flokki um tað flokspolitiska, sigur løgmaður.
Hvat heldur tú teg hava nátt sum løgmaður?
- Tá eg varð valdur sum løgmaður, setti eg mær fyri skapa arbeiðsfrið og politiska javnvág í Tinganesi, og hetta haldi eg hevur eydnast sera væl. Tað er langt síðani, at ein samgonga hevur arbeitt so væl saman. Vit hava framt fleiri yvirtøkur – síðst fólkakirkjuna, sum verður føroysk á ólavsøka – enn undanfarna samgonga, sum kallaði seg eina fullveldissamgongu. Vit hava gjørt handilssáttmála við Ísland, bøtt um samstarvið við ES og arbeiða við at sleppa upp í EFTA, eins og nógv annað er hent á tí uttanríkispolitiska økinum. Millum annað við sendistovu í Íslandi. Á skúla-, heilsu- og almannaøkinum er eisini hent nógv, pensjónirnar eru hækkaðar, vit hava gjørt eina Visjón 2015, einskiljingarnar eru farnar í gongd og so framvegis. Tað sum eg eisini haldi stendur eftir, er at sjálvstýrismálið nú endaliga er loyst, so avgerðarrætturin framyvir liggur hjá okkum sjálvum. Hetta sæst millum annað við, at sjálvt um orðaskiftið hevur verið lívligt í Føroyum, hevur als ongin dramatikkur verið millum føroyskar og danskar myndugleikar, og tað var júst endamálið.
Hvør situr við róðrið?
Nógv hava ta fatanina, at tað er Fólkaflokkurin sum veruliga situr við róðurarmin í Tinganesi. Eisini troðkar Sambandsflokkurin seg framat við nýggja fíggjarmálaráðaharranum. Hvat sigur tú hetta?
- Um fólk hava ta fatanina, so taki eg tað sum tekin um, at stýringin hevur verið góð. Tá samstarvið koyrir so væl, so hevur løgmaður nátt stór úrslit. Mín uppgáva hevur verið at nátt teimum úrslitum, sum samgongan setti sær fyri. Um onkur so tekur sær meiri heiður av tí enn ein annar, fái eg ikki gjørt so nógv við.
Tú situr í løtuni og skrivar løgmannsrøðu. Hvat fert tú at leggja dent á?
- Nú valár er, fer hendan røðan í stóran mun at lýta aftur á tað, ið er hent í valskeiðnum, og sum eg havi greitt eitt sindur frá omanfyri. Á ólavsøku verður tað seinastu ferð, vit koma at sita í eini danskari kirkju, og sjálvt um hetta ikki fer at merkjast í tí dagliga, so hevur hetta stóran týdning, og tað fari eg sjálvandi at gera nakað burtur í røðuni.
Sleppur Jóannes Eidesgaard at halda fram í Tinganesi?
- Tað veldst sjálvandi um valúrslitið, men eg dugi ikki at síggja nakað alternativ til verandi samgongu, so ja, tað vænti eg.
Út Suðuroy frættist, at tað er ein ávís ónøgd millum javnaðarfólk, at tú hevur vist teg so lítið har suðuri og ikki skal hava arbeitt serliga íðið fyri oynna. Hvat sigur tú til tað?
- Hetta eri eg sjálvandi ikki samdur í. Sum løgmaður ert tú av góðum grundum ørðvísi stillaður enn sum vanligur tingmaður, og hesum hava suðuroyingar stórt forstáilisi fyri. Teir kenna tað frá langa tíðarskeiðinum við bæði Petur Mohr Dam og Atla Dam sum løgmonnum.
Tú óttast ikki fyri at verða vrakaður til komandi val?
- Nei, als ikki. Eg haldi, at suðuroyingar hava víst mær ótrúliga stórt álit øll árini, og hví skulu teir ikki gera tað enn einaferð. Suðuroyingar høvdu verið meiri misnøgdir, um eg sum løgmaður rann har suðuri í heilum.
Tað ljóðar, at borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, ætlar sær at stilla upp á javnaðarlistanum fyri Sverra Midjord. Óttast tú ikki kappingina frá honum?
- Nei, eg havi øll fimm valini, síðan eg í 1990 varð valdur fyrstu ferð, kappast við Sverra, so hví skuldi tað broytt nakað, at hann fær ein avloysara. Tað dugi eg ikki at síggja, sigur løgmaður at enda í samrøðuni við Sosialin.