av nýggjum. Vit hildu hetta verða ein sera dámligan sið, so tað gjørdu vit glað. Tað vóru túsundtals fólk á strondini og gjørdu tað sama, og tað var ótrúliga vakurt at síggja øll hesi ljós fara út eftir [...] kirkjugarður rundan um templið. Eisini sóu vit tað »nýggja« marmortemplið, ið varð bygt í 1899 av Rama V kongi. Tað er gjørt marmori og gulli, alt sum tað er. Har var eisini ein rúgva av buddah-standmyndum [...] festival, tey kalla Loy Kratong. Hetta merkir ljósfestival, ið so løgið tað ljóðar var tað sama sum vit upplivdu í Katmandu. Tað vóru tó als ikki teir somu siðir, tey høvdu her. Vit vóru sum sagt so heppin
siga vit, vit trúðu honum ikki. »Nei, tað veit Gud, tað er sannheit, tit mugu koma upp beinanvegin, tí vit skulu í bjargingarbátarnar, og tit taka einki við tykkum. Tað eru boðini av brúnni.« Hetta mátti [...] buldur. Lastalúkurnar skutust av. Tað físti og buldraði, og skjótt fór »Blikur« eftir reyvini niður í bláa dýpið. Tað síðsta, vit sóu til hetta stásiliga skip var, at tað líkasum í deyðskrampa skeyt kroppin [...] størri eind er í nánd, so er tað ymiskt, sum menn eru til. Eingin okkara hevði verið í gummibáti fyrr. Meginparturin av fólkinum vóru rólig, ikki minst konurnar, men onkur hevði tað ikki so gott. Tann eini
ár, enn í ár. Og tað vil siga, at komandi ár fer næstan 1/3 av fíggjarætlanini at betala skuld fyri. Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu komandi ár javnvigar við 287,5 milliónum. Tað eru 32,5 millión [...] Annars eru 35,8 milliónir settar av til ymisk barnaansingingarendamál komandi ár. Og tað er nógv meiri enn í ár. Tað tosa vit við Elina Lindenskov, formann í sosialu nevnd, um aðrastaðni í blaðnum. Annars [...] triðingur fer til at halda fram at gera Marknagilsvegin. Somuleiðis heldur tað umfatandi arbeiðið at víðka og fríðka kirkjugarðin fram, og tað kostar eisnini fitt av pengum. Somuleiðis skal eisini væl brúkast til
farið at skrúva, sigur Kjartan Dam Joensen. Tað var beinanvegin, at teir funnu hash, og so varð leitað meira nágreiniliga. Alt skipið varð endavent, og tað gingu sjey tímar frá tí, teir fóru umborð, til [...] hevur fingið áheitan úr Grønlandi um at rætta grønlendingum eina hjálpandi hond, um tað ber til. Og í hesum førinum bar tað væl til. Kjartan Dam Joensen sigur, at hetta er helst størsta nøgdin, sum nakrantíð [...] grønlendska blaðnum Sermitsiaq. Hann sigur, at tað dagliga er opin handil við hashi uttan fyri keypsamtøkuna í Nuuk, og at brúkið í Grønlandi er nógv. Tað mesta er í Nuuk, sigur hann. Úti á bygdunum tykist
studentaskúli varð settur á stovn í Eysturoy fyri fimtan árum síðani hevur verið skipað fyri jólahaldi. Partvís í skúlanum, har tað hevur verið undirhald og framførslur av næmingum og lærarum og partvís í kirkjuni [...] søguni. Í øldir varð tað hildið fyri ?satt?, at jørðin var fløt. Satt er, at so varð hildið, men hetta hevur ongantíð verið sannleikin um jørðina. Hon er í sniði og skapi, sum hon hevur verið. Út frá skriftini [...] musikklív Tað er einki at taka seg aftur í, at sangur og tónleikur eiga nógv størri part í samkomum í skúlunum, enn tey áttu fyri einum ættarliði síðani. Orsøkirnar kunnu vera fleiri, men tað er eyðsýnt
Síðani fast tyrlusamband kom hevur tað verið gjørligt at vera í oynni eisini um veturin. -Vit eru ómetaliga fegin um tyrluna, tí uttan hana hevði ikki borið til at verið her alt árið sigur Sunnva. Samband [...] eitt oyggjaland, og so mugu vit royna at varðveita og menna tað sum frægast sum oyggjaland. Eg veit ikki, um tað hevði verið so væl vorðið í hesum landi, um øll, sum í dag búgva á útoyggj, fluttu til stórplássini [...] so við tyrluni úr Havn. Nú tað verður tosað so nógv um útjaðaran og umstøðurnar at varðveita búsetingina á smáplássunum spurdu vit Sunnvu, hvussu stóran týdning hon heldur tað hevur at varðveita búsetingina
i út. Tað ber til at byggja tey út, so at tað verður pláss fyri 20 børnum afturat í hvørjum. Tey fýra ?donsku³ býlingshúsini eru tað Undir Fjalli, tað Uppi millum Gilja, tað á Ternuryggi og tað Vesturi [...] at ansa børnunum. Men tað er Elin Lindenskov hart ímóti. Hon heldur, at tað er at taka ábyrgdina frá politikarunum og hon heldur eisini, at tað styðjar uppundir svarta dagrøkt og tað kann kommunan ikki vera [...] hevur frítíðarskúlin verið fyri børn í fyrsta flokki. Men komandi ár verður hann eisini fyri børn í 2. flokki. Tað ger, at barnatalið í frítíðarskúlanum er økt uppí 250 børn. Tað kostar 2 milliónir komandi
forðaði ikki hesaferð VÍF í at vinna. Í hálvleikinum og gjøgnum fyrra hálvleik var tað eyðsýnt, at H71 hevði takið á VÍF, og tað var ikki fyrr enn inn í seinna hálvleik, at VÍF vendi gongdini og at enda vann [...] greiðan sigur. StÍF og H71 hava nú 11 stig, meðan Kyndil hevur 12 stig. Skuldu stigini verið hálverað nú, hevði tað ikki gjørt mun um liðini høvdu 11 ella 12 stig, bæði tølini geva seks stig, tá tey eru [...] í hondbóltskappingini hevði við sær, at bæði hjá monnum og hjá kvinnum fór eitt lið fram um hini. Tað hevur gingið sera javnt á í báðum teimum bestu kappingunum alt árið, og enn er lítið á muni millum
frá farna kappingarárinum, og tað eru vit sjálvsagt fegnir um, og hetta gevur okkum dirvi at halda fram við útgávuni av hesi árbókini, siga útgevararnir. Í nøkur ár hevur verið roynt at útgeva eina ítróttarárbók [...] eru fullar av myndum, greinum, hagtølum og yvirlitum, júst soleiðis sum vit kenna hesar árbøkurnar. Tað eru teir báðir Jóannes Hansen og Finnur Helmsdal, sum hava lagt árbókina til rættis, og forlagið Í [...] fyri 1., 2. 3. deild hjá monnum og 1. deild hjá kvinnum. Myndirnar í bókini eru nógvar í tali, og tað eru myndamenninir hjá teimum ymsu bløðunum, sum hava tikið myndirnar.
ferð: ? Ofta vísir tað seg, at tað verður farið ov seint at leita, og so er skaðin hendur, áðrenn hjálpin kemur fram. Tíbetur var tað ikki soleiðis hesa ferð, og tú kanst ætla, at tað var ein lætti at fáa [...] løtu, men tað var so skjótt, at hann ásannaði, at hann var vilstur í mjørkanum, og at tað loysti seg ikki at ganga. ? Har var einki annað at gera hjá mær, enn at seta meg niður og at bíða til tað gjørdist [...] bein. Men tá passaði roknistykkið ikki, tí vindurin var ímóti. Tað átti hann ikki at verið, tí hann var landsynningur í ættini. Tá gekk tað upp fyri Samsoni, at í staðin fyri at ganga heim ímóti bygdini