Fara at betala 85 milliónir næsta ár

­ Tórshavnar kommuna fer at gera íløgur fyri 15 miljónir komandi ár, umframt íløgur í havnalagið

Komandi ár fer Tórshavnar Kommuna at betala heilar 85 milliónir í rentum og avdrøgum av lánum.

Hósdagin góðkendi Landsstýrið fíggjarætlanina hjá Tórshavnar kommunu, og á henni eru settar 85 milliónir av til rentur og avdrátt. Av teimum eru 51 milliónir avdráttir.

So nógv hevur kommunan ongantíð betalt fyrr. Men ætlanin er, at kommunuskuldin skal betalast niður við somu ferð tey komandi árini sigur Leivur Hansen, býráðsformaður.

Hann sigur, at málið hjá kommuni er, at skuldin hjá kommununi skal verða komin niður á eina álíkning, tvs, 280-290 milliónir í 2002.

Í løtuni er skuldin 520 milliónir, men tá er skuldin hjá Tórshavnar Havn uppá 80 mió, ikki uppi í. Men Tórshavnar Havn hevur sína egnu fíggjarætlan, sum er leys av kommununi.

Í ár hevur kommunan betalt 71,4 milliónir í rentum og avdráttum. Av teimum eru 33 milliónir avdráttir. Sostatt fer kommunan at betala 18 milliónir meiri í avdráttum komandi ár, enn í ár.

Og tað vil siga, at komandi ár fer næstan 1/3 av fíggjarætlanini at betala skuld fyri.

Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu komandi ár javnvigar við 287,5 milliónum.

Tað eru 32,5 millión hægri enn í ár, tí nú javnvigar hon við 255 milliónum.

Leivur Hansen sigur, at ein høvuðsorsøkin til hækkingina er at 14 milliónir meiri eru sett av til lánsgjøld.

Annars eru 35,8 milliónir settar av til ymisk barnaansingingarendamál komandi ár.

Og tað er nógv meiri enn í ár.

Tað tosa vit við Elina Lindenskov, formann í sosialu nevnd, um aðrastaðni í blaðnum.

Annars eru 15 milliónir settar av til íløgur. Í ár stóðu 14 milliónir til íløgur. Fyrst í komandi ári verður gjørt av, hvat pengarnir skulu brúkast til.

Tó er greitt, at kanska útvið ein triðingur fer til at halda fram at gera Marknagilsvegin. Somuleiðis heldur tað umfatandi arbeiðið at víðka og fríðka kirkjugarðin fram, og tað kostar eisnini fitt av pengum. Somuleiðis skal eisini væl brúkast til kloakkir.

Onki er sett av til Havnará.

Men afturat teimum 15 milliónunum til íløgur, fær Tórshavnar Havn komandi ár sjey milliónir frá kommununi at seta í ein grunn til íløgur.

Í ár fekk hesin grunnurin fimm milliónir.

Tað tosa vit við Torfinn Smith, formann í havnanevndini, um, aðrastaðni í blaðnuum.

Býráðið fer eisini at geva skúlunum ein fittan neva av pengum komandi ár. Komandi ár fáa skúlarnir í Havn 4,7 milliónir meiri enn teir fingu í ár. 25 milliónir komandi ár, afturímóti 20,3 mió í ár.

Pengarnir skulu brúkast til viðlíkahald, men tað mesta skal brúkast til nýtt undirvísingartilfari, tí tað mesta er gamalt, illa farið og ótíðarhóskandi.


Sleppa nú ókeypis av við alt rusk

Annars er ætlanin at veita borgarunum nógv fleiri beinleiðis tænastur komandi ár, enn vanligt hevur verið. T.d. kann nevnast, at kommunan hevur sett eina millión millión av til eitt fast sjakk, sum burturtav skal hava til arbeiðis at umvæla gongubreytirnar í býnum.

Harafturat er meiningin at lata borgarar sleppa av við rusk ókeypis uppi á brennistøðini.

Og tað er ikki rætt, at nøgdin er avmarkað. Fólk kunnu koma við so nógvum, tey vilja - eisini tá ið tey rudda kjallaran - bara talan ikki er um rusk frá vinnurekandi.

Leivur Hansen sigur ,at hetta er gjørt av umhvørvisávum og hann vónar, at tað nú aftur slepst undan at síggja teir smáu ruskrúgvurnar, sum eru farnar at liggja og rekast ymsastaðni í býunum.

Hann vónar eisini, at býráðið fer at spara eitt sindur aftur á konto til rudding.

Somuleiðis fer kommunan komandi ár at reinsa skorsteinarnar fyri fólk við jøvnum millumbilum ókeypis. Og somuleiðis verða rottangarnir tømdir ókeypis. Og áður er posagjaldið tikið av, so fólk fáa nú aftur ruskposar ókeypis.