Størsta nøgd av hashi nakrantíð

Hundurin Lassi hjá Tolleftirlitinum hevur einaferð enn víst sítt virði, tá hann fríggjakvøldið beindi starvsfelagar sínar á nógv ta størstu hashnøgdina, sum nakrantíð er funnin í Føroyum

Fríggjakvøldið funnu tollararnir í Havn tann størsta fongin av hashi, sum nakrantíð er fingin í Føroyum. Talan var um heili 33 kg. sum funnin vórðu umborð á grønlendska trolaranum Polar Raaja.

Kjartan Dam Joensen, yvirtollari, sigur, at teir fóru umborð at gera eftirlit, sum vanligt er, tá skip koma hendanvegin.

Við sær høvdu teir hundin Lassa, sum teir plaga. Umframt var eisini ein hundur frá løgregluni at loysa Lassa av. Tað er soleiðis, at hundurin kann møðast eins og øll onnur, og tá er gott við einum fríkorteri.

Komnir umborð gjørdi Lassi beinanvegin vart við, at hann var áhugaður í ávísum rúmi umborð. So varð farið at skrúva, sigur Kjartan Dam Joensen.

Tað var beinanvegin, at teir funnu hash, og so varð leitað meira nágreiniliga. Alt skipið varð endavent, og tað gingu sjey tímar frá tí, teir fóru umborð, til liðugt var.

Løgreglan varð boðsend og tók sær av manningini, sum var við skipinum.

Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini á Politistøðini í Havn, sigur, at menninir vóru til avhoyringar hjá løgregluni. Talan var um tríggjar føroyingar, ein grønlending og ein útlending, sum hann málbar seg. Sosialurin hevur frætt, at talan er um ein fransmann, sum er kokkur við skipinum.

Føroyingarnir vórðu beinanvegin sáldaðir frá, eftir at løgreglan hevði tosað við teir. Eftir vóru so grønlendingurin og fransmaðurin. Teir vóru grundlógaravhoyrdir. Har varð grønlendingurin leyslatin, meðan fransmaðurin varð varðhaldsfongslaður í 16 dagar, meðan arbeiðið við málinum heldur fram, sigur Bergleif Brimvík.

Sannlíkt er, at hendan stóra nøgdin av hashi var ætlað til Grønlands.

Kjartan Dam Joensen yvirtollari sigur, at Tolleftirlitið hevur fingið áheitan úr Grønlandi um at rætta grønlendingum eina hjálpandi hond, um tað ber til.

Og í hesum førinum bar tað væl til. Kjartan Dam Joensen sigur, at hetta er helst størsta nøgdin, sum nakrantíð er tikin á hesum leiðum yvirhøvur.

Talan er um nógvar pengar, sum standa upp á spæl, tá soleiðis er.

Løgreglan metir, at hendan nøgdin, sum nú varð tikin, hevur kostað eina knappa millión at keypa í Danmark og kundi helst verið seld í Grønlenadi fyri meira enn 13 milliónir krónur.

Áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár, høvdu vit samband við Noah Nørgard, blaðmann á grønlendska blaðnum Sermitsiaq.

Hann sigur, at tað dagliga er opin handil við hashi uttan fyri keypsamtøkuna í Nuuk, og at brúkið í Grønlandi er nógv. Tað mesta er í Nuuk, sigur hann. Úti á bygdunum tykist vera verri at fáa hendur á hashi, heldur Noah Nørgaard seg vita.