hondbólturin skal verða ein seriøs ítróttargrein og eitt alternativ til fótbóltin. Men tað eru ikki øll sum eru heilt samd við Rógva Nielsen um avrikið hjá dómarunum í Klaksvík sunnudagin. Ein teirra er Hallur [...] glurnar út í æsir og tí koma teir ofta illa fyri í ávísum førum. ? Sjálvur havi eg dømt í fyrstu deild í nógv ár, men eg havi bert verið á dómaraskeið eina ferð hesi árini, sigur hann og vísir við hesum [...] glum og í døming, áðrenn tey vera tveitt út at døma ein dyst, sigur Hallur og leggur afturat, at hóndbóltsdøming er annað enn bert at lata seg í ein svartan dómarabúna.
Starvsmannafelagnum, gerast betri. Men sjálvur havi eg ongan hug til at lata míni sáttmálaviðurskifti til eitt fjølmiðlafelag, sum eg onga vissu havi fyri er annað enn ein navnabroyting. Høgni Djurhuus [...] mótmæla harðliga. Líka harðliga, sum eg havi mótmælt nýggja felagnum á fundum í Blaðmannafelagnum. Fundum, sum Eirikur Lindenskov var á, tað eg minnist. Eg havi eisini sett nøkur spurnartekn á hesum fundum [...] at hetta var veruliga tað, sum fólk vildu. At fáment fakfeløg eru veikari enn fjølment fakfeløg er ein myta. Eitt nú Prentarafelagið er gott dømi um tað. Styrkin hjá einum fakfelag er ikki limatalið. Hon
út. Kortini eru ikki øll samd í hesum. Ein teirra var John Lennon. Hann duldi ongantíð, at av øllum plátum dámdi honum best dupultplátuna The White Album. ? Eg havi altíð tikið The White Album framum, tí [...] vanliga kallað The White Album kom út. 25 milliónir eintøk eru seld síðani 1968. Og nú verður fyri vist ein hálv millión eintøk seld aftrat. EMI hevur nevniliga gjørt av, at hesin klassikarin í poppsøguni skal [...] ársdegnum. Og júst sum upprunaliga plátan við bókstavunum The Beatles settir í relief á hvíta umslagnum. Ein hálv millión eintøk eru gjørd, men tað er sera ivasamt, hvussu nógv lenda í Føroyum, tí Danmark fær
hevur tá rivið ein stein leysan í berginum. Pápi fekk steinin í høvdið og steinurin kleiv tað í tvey. Hann fall og reisti seg á knøðini, men small so, greiðir Janus frá. Tað hevur verið ein hørð lagna hjá [...] sigst, at oldurabbi stóð niðri við eggina. Ein húskallur, ið sat undir, hevði fjasast við eina gentu og hon var hjá honum. Hvussu var og ikki, línan fór á strok og ein bukt tók oldurabban útav, greiðir Janus [...] sumri og Janus og Kinna eru samd um, at á ein hátt livdu tey uppá tað og gleddu seg til hesa árstíðina. Nógv fólk vitjaði og gekk túr niðan á oynna, komu innar til ein kaffimunn og fóru síðani avstað aftur
trygt við, at ein loysn verður funnin á trætuni um Hvíta økið, sum hevur staðið við í umleið 8 ár. Ein talsmaður fyri British Petroleum sigur við Sunday Times: -Vit høvdu verið sera fegnir, um ein loysn varð [...] hvussu ein skal gera eina avtalu um túsundtals fjórðingar millum londini. Árni Olafsson vil ikki fara út í smálutir, men Press & Journal skilur á honum, at ein avtala við Bretland er ikki eins nær, sum [...] økinum, og hetta er nakað, sum verður sera væl móttikið í okkara ídnaði. Ein talsmaður fyri uttanríkisráðið í London vil ikki siga, um ein avtala er við at koma uppá pláss við Danmark, sum umboðar Føroyar í
Tá eg havi lisið grein í Dimmalætting, ið ein Óli E. Heinesen hevur skrivað vegna stýrið á Toll- og Skattstovu Føroya um tann ruðuleika, ið har valdar, er ikki sørt at eg eri eitt sindur ørkymlaður, kanska [...] í gildi ein sokallaður sjómansskattur. Henda nýggja støðan elvdi til tvídrátt um, hvørvítt vit skuldu skattast eftir grein 25A ella 25B í nýggju lógini. Í februar mánaða 98 fer, smb. Óla, ein ávísur persónur [...] kanska eitt sindur skelkaður av, at ein persónur við so lítlari vitan skal sita á so týðandi plássi. Tá eg sjálvur, saman við øðrum verði skuldsettur fyri at hava gjørt ávís krøv ímóti T&S, ið eg, vit,
okkurin, ein búskaparfrøðingur og ein bankastjóri, sum javnaðarmenn ofta í seinastuni hava endurtikið til egnan fyrimun, vóru bodnir við. Sagt verður, at Tjóðveldisflokkurin ikki torir í ein dialog, og [...] Jóannes Eidesgaard og Hans Pauli Strøm. So sig at javnaðarmenn ikki tora. Hóast eg altíð havi valt Tjóðveldisflokkin, havi eg eisini havt virðing fyri grundhugsjónini hjá javnaðarmonnum um tað solidariska samfelagið [...] viðvíkjandi politikki er ein fullkomilig misskiljing av afturhaldinum. Av royndum vita vit, at tað áttu javnaðarmenn eisini at vitað, so ofta teir hava roynt tað, at fyri hvørja ferð, ein víkir fyri afturhaldinum
kkin. Sæð frá leikmansins sjónarmiði ein nokk so objektiv grein, skilt soleiðis, at partarnir báðir, teir, sum eru fyri og teir, sum eru ímóti, fáa nøkurlunda eins stórt rásarúm hvør. Okkurt er sum ikki [...] licensið hjá DeCode var eitt monopol og um tað var avmarkað í tíð. Haldi ikki nøktandi svar varð givið. Havi loyvt mær at umseta greinina í The Observer til føroyskt og verður hon her endurgivin undir yvirskriftini [...] íslendsku genirnar. Fólk trúðu, at íslendingar vóru væl vardir móti vísindaligari neyðtøku og ráni. Men ein roynd hjá egnum vísindamonnum at gera sær dælt av tjóðarinnar ættarbondum og nýta tey sum inntøkukeldu
tiltikið at sita við Gamaliels føtur. Hesin maður, sum í dag verður heiðraður, hevur eins og Paulus sitið við Gamaliels føtur eins og so mong onnur og nomið sær kunnleika um sítt yrki. Og tað var ikki hissini [...] orð sum telda, hugburður og bingja. Hjá fámentari tjóð sum okkara er mentanararvurin ein stór ábyrgd, tí svíkur ein liður, kemur skjótt hóttafall á, og tá liggur okkum vátt undir føti. Heðin Brú sigur [...] Hendrik myndaði Setrið úteftir, og gjørdist sum fráleið ein ímynd av Setrinum og Føroyamálsdeildini: Setrið var hann ella hann var Setrið. Sum ein, ið hevur arbeitt tætt saman við Jóhan Hendriki nú í mong
ótrúliga langt úti og so púrasta burturvið. Eins væl og Heini O. Heinesen og Finnbogi Ísakson eru valdir til at arbeiða fyri hesum landi, so havi eg eisini ein flokk og eina veljarafjøld, sum velur okkum [...] ávirka ein forsætismálaráðharra til at siga tað, sum eg kanska skuldi ynskt. Annað er, hví skuldi eg ynskt hatta svarið. Um tað gerst veruleiki, at blokkurin verður munandi skerdur, so komi eg eins væl og [...] grindaboðini fóru um bygdina, og menn meira ella minni mistu tamarhaldið á sær sjálvum. Tá var tað ein undantaksstøða, sum loyvdi øllum tí, sum annars ikki var vanligt. Grindaboðini settu vanligu spælireglurnar