30 ár við The White Album

Tað eru 30 ár liðin síðan The Beatles góvu út The White Album. Plátan er ein klassikari í popphøpi. Lesið her um, hvussu plátan var byrjanin til endan hjá størsta poppbólkinum nakrantíð

Niclas Johannesen


Mánadagin 23. november eru tað liðin 30 ár síðani plátan The Beatles ? vanliga kallað The White Album kom út. 25 milliónir eintøk eru seld síðani 1968. Og nú verður fyri vist ein hálv millión eintøk seld aftrat. EMI hevur nevniliga gjørt av, at hesin klassikarin í poppsøguni skal endurútgevast sum fløga. Júst á ársdegnum. Og júst sum upprunaliga plátan við bókstavunum The Beatles settir í relief á hvíta umslagnum. Ein hálv millión eintøk eru gjørd, men tað er sera ivasamt, hvussu nógv lenda í Føroyum, tí Danmark fær bert sendandi 1000 eintøk.


Móti Sgt. Pepper?s

Millum kritikkarar verður Stg. Pepper?s Lonely Hearts Club Band ofta nevnd sum plátan yvir øllum plátum, ið The Beatles góvu út. Kortini eru ikki øll samd í hesum. Ein teirra var John Lennon. Hann duldi ongantíð, at av øllum plátum dámdi honum best dupultplátuna The White Album.

? Eg havi altíð tikið The White Album framum, tí mín tónleikur var betri har. Tankin aftan fyri Stg. Pepper?s var kanska betri, men tónleikurin var betri fyri meg á dupultplátuni, segði John Lennon í eini samrøðu við blaðið The Rolling Stone í 1970. Paul McCartney er somuleiðis positivur, tá tað snýr seg um The White Album, ið inniheldur ikki minni enn 30 sangir.

Og báðir sangskrivararnir hava nógv fram úr tilfar at vísa á á The White Album. Back In The USSR, Revolution, Blackbird, Happiness Is a Warm Gun, Julia, I Will, Helter Skelter, Ob-la-di-ob-la-da, The Ballad of John and Yoko, Dear Prudence, Mother Nature?s Son, Sexy Saidy  ? eru øll løg, ið aðrir sangskrivarar vildu givið teirra høgra arm fyri at hava skrivað. Og tá er bert ein lítil partur av løgunum á The White Album nevndur.

Spurningurin hesa tíðina var, hvussu The Beatles kundu koma víðari aftan á Stg. Pepper?s, har øll ? kritikarar, pressan, aðrir tónleikarar, intellektuell, og The Beatles fanatikarar ? søgdu, at Stg. Pepper?s var tann ultimativa poppplátan.

Svarið var at ganga eina aðra leið. Í roynd og veru beint øvugta kós av undanfarnu plátu. Meðan Stg. Pepper?s var pompøs og litrík, var The White Album ? ja bara hvít. Og meðan heitið á undanfarnu plátu sum kunnugt var langt sum arvasyndin ? Stg. Pepper?s Lonely Hearts Club Band, fekk henda plátan bert einfalda heitið The Beatles. Og meðan Stg. Pepper?s var skrivað í kemiskum rúsi (les seinni), so var The White Album fyri størsta partin skrivað í andaligum rúsi í India ta tíðina tá The Beatles vitjaði guruna Maharishi.


Kærleiki og hatur

Hóast vøkur orð úr India um kærleika og harmoni, so var kortini sera baldrutt innanborðs á Beatles-skútuni um tað mundið frá 30. maj til 13. oktober 1968, tá plátan The White Album varð innspæld í Abbey Road upptøkuhølunum í London.

John Lennon og Paul McCartney koyrdu fyri tað mesta hvør í sínum lagi sítt ígjøgnum. Teirra sangskrivarasamstarv var fyrst og fremst eitt eiti. Nú skrivaðu teir næstan øll løgini fullkomiliga hvør í sínum lagi, hóast undantøk vóru. Hetta var eisini tíðin, tá Yoko Ono kom inn í lívið hjá John Lennon, og mangt broyttist. Eisini kravdi John Lennon, at hon skuldi vera við hansara lið til ein og hvørja tíð. Eisini í studiounum. Hetta fall ikki í góða jørð millum hinar tríggjar, ikki minst tí Yoko Ono ikki helt seg aftur við at blanda seg upp í undir innspælingunum.

Hetta var eisini tíðin, har John Lennon í roynd og veru gjørdist narkomanur. Hann tók heroin, og fleiri sangir eru beinleiðis tengdir at hesum. Eitt nú kanska sterkasta lagið á The White Album ? Happiness is a warm gun ? har Lennon syngur I need a fix ?cause I?m going down. Mytan um The Beatles sum teir reinu og penu dreingirnir mótvegis eitt nú The Rolling Stone er onki annað enn ? ja, ein myta. Sannleikin er, at The Beatles longu tíðliga byrjaðu við stoffum. Longu í Hamburg-tíðini vóru speed-tablettir ikki ókendur kostur. Tá víðagitni Beatles-produsarin George Martin einaferð spurdi Paul McCartney, hvat hann skuldi svara, tá fólk spurdu hann, hvat loynidómurin aftan fyri klassikaran Stg. Pepper?s, var svarið frá McCartney stutt og greitt: Acid ? sýra, ella stoffir. Men hetta vóru nú eisini 60?ini, tann tíðin áðrenn fólk rættiliga vóru greið yvir persónligu og óhugnaligu avleiðingarnar, ið stoffmistnýtsla kundi føra til. Svarið kom í fleiri rykkum, tá Jimi Hendrix, Jim Morrison, Brian Jones, Janis Joplin, Keith Moon og onnur doyðu meira ella minni beinleiðis av narkoløstum, meðan onnur so sum Eric Clapton, Keith Richard og eisini John Lennon sluppu undan deyðadóminum frá tí ofta drepandi nálini.


Ringo rýmdi

Tað var eisini undir innspælingunum av The White Album, at Ringo Starr í roynd og veru fór úr The Bealtes. Tað var bara ongin uttan fyri, ið visti av tí. Men Ringo orkaði ikki longur keglið og vánaliga stevið í bólkinum. 22. august 1968 segði Ringo takk fyri seg.

? Eg fór yvir til John og segði, at eg fór. Tit tríggir síggja hinvegin út til at hava tað fínt saman, segði eg við hann, og hann svaraði. ?Eg trúði, tað vóru tit tríggir, ið høvdu tað gott saman.? Sama svarið fekk eg frá Paul, tá eg segði honum um mína avgerð. ?Eg trúði, tað vóru tit tríggir? svaraði hann.

Tvær vikur seinni kom Ringo Starr aftur. Studio var fylt við blomstrum og áminningum frá hinum trimum um at ?tú er tann besti?. Og á einum stórum skilti stóð skrivað ?Welcome back?. Eftir tað var lagið betri. Kortini merkti fráveran hjá Ringo, at tað er Paul McCartney, ið spælir trummur á bæði lagnum Back in the USSR og Dear Prudence.

Hóast Ringo kom aftur, so vóru framvegis greið tekin í sól og mána um, at The White Album onkursvegna var byrjanin til endan hjá The Beatles. Hóast teir fýra John, Paul, George og Ringo framvegis arbeiddu saman og skaptu stóra tónlist, so byrjaðu teir eisini at vaksa frá hvørjum øðrum. Sum bólkur var talan heldur ikki longur so nógv um eitt samstarv. Talan var heldur um, at John og Paul hvør í sínum lagi brúktu hinar tríggjar, sum backing-bólk til sínar sangir. Í summum førum var talan um reint solo-arbeiði, sum t.d. við sanginum Why Don?t We Do in the Road, har Paul McCartney spælir øll ljóðføri og syngur, meðan Ringo hevur lagt onkur fills á trummurnar. Hetta er eitt lag, ið John Lennon helt vera eitt av teimum bestu Paul hevði skrivað, og tólv ár seinni segði hann við Playboy: ? Eg kann ikki úttala fyri George, men eg var altíð sera særdur tá Paul kom við onkrum, uttan at taka okkum við.? Paul gav árið eftir av somu skuffu. ?John gjørdi tað sama við Revolution 9. Hann fór og gjørdi tað uttan meg. Ongin fortelur nakrantíð um tað.?


Klassikarar

Samstundis byrjaði teirra produsari gjøgnum allar tær undanfarnu pláturnar, George Martin, eisini at kenna strongd av ringa arbeiðslagnum og vánaligu atmosferuni í studionum. Eitt tíðarskeið undir innspælingunum fór hann eisini í frí, og hesa tíðina tók Who-produsarin Chris Thomas yvir, og hetta tíðarskeiðið við Thomas við róðrinum vóru tíggju sangir sangir lidnir.

Teirra millum var Birthday, ið var tann sangurin, ið skjótast var at taka upp. Paul McCartney skrivaði hann í studionum ein dagin, hann kom til arbeiðis. Sama kvøld varð hann innspældur. Av øðrum løgum, ið veruliga vekja áhuga á The White Album kunnu nevnast Dear Blues, eitt sterkt Lennon-lag, har allir fýra beatlarnir vóru stúgvaðir inn í eitt lítið rúm, og spældu lagið live inn, sum í gomlum Cavern-døgum. Bert onkur rødd hjá Lennon var seinni rættað. Eitt annað Lennon-lag, ið var spælt inn fleiri ferðir var Revolution, sum dagin í dag framvegis stendur, sum eitt av sterkastu rockløgunum hjá The Beatles. Paul McCartney lagið Helter Skelter er eisini eitt av teimum heilt sterku løgunum á The White Album. Av mongum verður hetta mett at vera fyrsta heavy metal lagið yvirhøvur. U2 hava eisini innspælt lagið, umframt fleiri onnur punk orkestur. McCartney skrivaði annars lagið eftir, at hann hevði lisið samrøðu við The Who, ið søgdu, at teir høvdu skrivað eitt lag, ið var harðari og villari enn nakað annað lag, teir vistu um. Hetta var nóg mikið til at tendra McCartney. Arbeitt var leingi í studio við at fáa ljóðið so rátt og vilt sum gjørligt. Serliga trummuljóðið tók langa tíð at gera, og tað er eisini Ringo Starr, sum á endanum á lagnum geylar ?I?ve got blisters on my fingers!? Og hetta er sambært Paul McCartney satt. ?Ringo bløddi, tá hann var liðugur at spæla hetta lagið?, sigur Paul McCartney í sínum egnu endurminningum frá The Beatles tíðini ?Many Years From Now?.

Hóast George Martin altíð ynskti, at The White Album skuldi verið kókað niður til okkurt um 14-15 teir bestu sangirnar, so stendur plátan dagin í dag framvegis sum ein av teimum heilt stóru, ið The Beatles góvu út. Hvør í sínum lagi er størsti parturin av sangunum sera sterkir, har eisini George Harrison rættiliga byrjaði at gera um seg við lagnum While My Guitar Gently Weeps ? sum Eric Clapton forrestin spælir soloina á.

Hetta var eisini eitt av eyðkenninum, ið gjørdi muni millum The Beatles og fleiri onnur stór orkestur tá í tíðini. Meðan Rolling Stones at kalla altíð spældu sínar sangir inn eftir nøkulunda sama leisti, so leitaðu The Beatles støðugt eftir nýggjum hættum at spæla sangir inn uppá. Nýggj ljóð, øðrvísi instrumentatiónir, aðrir tónleikarar, kollveltandi studioteknikkur, so um at klippa bond, speeda upp og speeda niður, mjúkar balladir, skerandi rockur, avantgarde poppur. The Beatles innihelt alt.

Og ikki minst The White Album.