Tá eg havi lisið grein í Dimmalætting, ið ein Óli E. Heinesen hevur skrivað vegna stýrið á Toll- og Skattstovu Føroya um tann ruðuleika, ið har valdar, er ikki sørt at eg eri eitt sindur ørkymlaður, kanska eitt sindur skelkaður av, at ein persónur við so lítlari vitan skal sita á so týðandi plássi.
Tá eg sjálvur, saman við øðrum verði skuldsettur fyri at hava gjørt ávís krøv ímóti T&S, ið eg, vit, ikki hava rætt til, noyðist eg at koma við hesi rættleiðing.
Fyri at greiða fløkjuna eitt sindur, skal fyrst verða greitt frá málinum, ið sipað verður til, frá okkara síðu.
Í juli mánaða 1997 søkir eitt felag í Føroyum vegna eitt hálendskt reiðarí eftir fólki til skip, ið ætlanin er at keypa úr Føroyum. Søkt verður eftir heilum manningum, og vóru royndir og neyðug skjøl eitt krav. Brúk var fyri íalt 70 persónum.
Fyrstu menninir fóru úr Føroyum í september 1997 og eri í dag uml. 90 mans, ið arbeiða hjá einum felag (B.O.S.), ið er skrásett í Føroyum og tí gjalda vit skatt í Føroyum. Allir mans hava sjálvstøðugan sáttmála við hetta felag, og okkum upplýst hevur skattavaldið í Føroyum avrit av øllum sáttmálunum.
1/1/1998 verður skattalógin broytt, og kemur í gildi ein sokallaður sjómansskattur. Henda nýggja støðan elvdi til tvídrátt um, hvørvítt vit skuldu skattast eftir grein 25A ella 25B í nýggju lógini. Í februar mánaða 98 fer, smb. Óla, ein ávísur persónur til Rættarhjálp Føroya við fullum uppbakningi frá okkum øðrum, fyri at fáa greiðu á okkara skattaviðurskiftum, og í svari frá Fíggjarmálastýrinum í september 98 framgongur týðuliga, at hesin ávísi persónur skal skattast eftir grein 25B í skattalógini.
Tá ið vit hildu at lógin var eins galdandi fyri allar føroyingar, ið sigla við somu skipum eftir sama sáttmála við sama felag, varð hildið, at vit høvdu somu rættindi sum hesin ávísi persónur. Svarið frá Fíggjarmálastýrinum er ikki meira ella minni almannakent, men eru vit allir kunnaðir um innihaldið.
Aftan á fyrispurning á T&S í Tórshavn, fingu vit at vita, at sjálvandi høvdu vit allir somu rættindi og skuldu vit bert gera vart við okkum á deildunum hjá T&S, har vit vóru skrásettir. Hetta vísti seg kortini ikki at vera so líkatil, grundað á innanhýsis umstøður, ið eg ikki skal koma inn á.
Í dag er støðan so tann, at ert tú skrásettur í Suðurstreymi ella Norðoyggjum, rindar tú skatt eftir 25B, og ert tú skrásettur í onkrum av hinum økjunum í landinum, rindar tú skatt eftir grein 25A, so ruðuleiki valdar og tað við lít.
Annars er at siga, at tað er frálíkt, at tað er møguligt at kunna sigla úti og samstundis vera í tí føroysku skipanini.
Um viðmerkingarnar frá T&S annars er bert at siga, at greinskrivarin týðuliga ikki hevur lisið lógina um sjómansskatt, og um bare-boat charter finnast reglur, ið hann átti at kunna seg betur við, tær eru ikki serføroyskar. Gleðiligt er tó (um lógin er eins fyri øll), at hann gevur okkum viðhald í, at vit eiga at gjalda skatt eftir grein 25B, tá hann staðfestir at skipini, vit sigla við, ikki eru skrásett í F.A.S. skipanini, so vónandi kemur alt í rættlag nú kortini.
Vinarliga,
Í Norðsjónum
tann 20/11/1998
Høgni við Rætt