Fjølmiðlafelag ? rópitekn og spurnartekn

   

Í sendingini »Góðan morgun Føroyar« hósdagin 19. í hesum segði formaðurin í Føroya Blaðmannafelag, Eirikur Lindenskov, at eingin hevur mótmælt harðliga ætlanini um at stovna fjølmiðlafelag í Føroyum.

Tí fari eg at mótmæla harðliga. Líka harðliga, sum eg havi mótmælt nýggja felagnum á fundum í Blaðmannafelagnum. Fundum, sum Eirikur Lindenskov var á, tað eg minnist. Eg havi eisini sett nøkur spurnartekn á hesum fundum.

Verri enn so allir limirnir í Blaðmannafelagnum hava higartil sagt sína hugsan um fjølmiðlafelagið. Men vónandi koma tey flestu á niðurlagda aðalfundin, sum verður tikin upp aftur í dag, so prinsippavgerðin um at stovna fjølmiðlafelag verður tikin á nøkunlunda forsvarligum grundarlag. So vit aftaná, sama hvør avgerðin verður, kunnu siga, at hetta var veruliga tað, sum fólk vildu.

At fáment fakfeløg eru veikari enn fjølment fakfeløg er ein myta. Eitt nú Prentarafelagið er gott dømi um tað. Styrkin hjá einum fakfelag er ikki limatalið. Hon er eftir tí, hvussu ómissandi limirnir í felagnum eru hjá arbeiðsgevaranum og/ella samfelagnum.

Tað er gleðiligt, at nevndin í Blaðmannafelagnum hevur fingið tilsøgn um stuðul frá journalistafeløgunum í hinum Norðurlondunum. Ikki til Blaðmannafelagið, gamaní, men til nýggja felagið! Slíka tilsøgn um peningahjálp í verkfalli fekk Blaðmannafelagið annars longu í 1983, tá Blaðmannafelagið fór upp í Norðurlendska Journalistafelagið.

Ikki minni gleðiligt er, at danska felagið hevur tikið lokið av pengakassanum. Vit liva jú øll av danskari náði, so ella so. So stórtøkið var danska felagið tó ikki ta tíð, Føroya Blaðmannafelag var »en kreds« i Dansk Journalistforbund.

Eg haldi, at fjølmiðlafólk kunnu fáa meira burturúr at halda fram í Blaðmannafelagnum og í Starvsmannafelagnum. Tað hava miðlatøknimekanikararnir í Sjónvarpinum fingið. Tað kunnu øll onnur fáa. Tað veldst bara um, hvussu høgt stovnsleiðslurnar og blaðleiðslurnar (sum eru limir í Blaðmannafelagnum) virðismeta síni fólk. Um tær koma eftir, at eftirspurningurin eftir fólki er stórur og lønirnar nógv betri hjá reklamuvirkjunum. Og eftir tað, sum nú hendi í SvF, noyðist Lønardeildin sum skjótast at viðgera lønarstøðuna í SvF og í ÚF. Tað er hon sinnað at gera, veit eg.

Eg fari ikki at siga, at Starvsmannafelagið er besta fakfelagsborgin í Føroyum. Men felagið virkar, tað fær mannað nevnd, tað hevur aðalfund, tá aðalfundur eigur at vera. Tað hevur tiltøk fyri limirnar hjá sær.

Slík grundleggjandi og sjálvsøgd felagsvirði hevur Føroya Blaðmannafelag ikki havt nú eina tíð drúgv. Felagið er at kalla deytt. Tí at nevndin, sum limirnir valdu til at umsita Blaðmannafelagið, hevur arbeitt fyri eitt heilt annað felag, sum ikki er til. Tað, sum er deytt ella meira enn hálvdeytt, livnar ikki við aftur av einari navnabroyting.

Sjálvandi er støðan hjá teimum, sum arbeiða á bløðunum og eru í fakfelagsdeildini hjá Blaðmannafelagnum, ikki góð, so leingi eingin teirra vil í nevndina hjá felagnum ella vera formaður hjá felagnum. Tí sáttmálin við blaðútgevararnar er bara galdandi í hálvt ár afturat.

Sjálvandi kann støðan hjá okkum, sum eru í Starvsmannafelagnum, gerast betri. Men sjálvur havi eg ongan hug til at lata míni sáttmálaviðurskifti til eitt fjølmiðlafelag, sum eg onga vissu havi fyri er annað enn ein navnabroyting.


Høgni Djurhuus