hann at ganga regluliga við posti og fór mest at arbeiða inni á posthúsinum. Hann gjørdist pakkmeistari. Tó bar hann framvegis post við peningi út. Tummas legði frá sær í 1939, tá ið heilsan fór at bila [...] mátti eisini koma til nyttu, so tað varð veitt í eina tunnu. Hetta lætti um í mun til at farast skuldi i Havnará eftir vatni. Tað sama var við landinum, sum jú var so óført at vaska hár við. Tí var eisini [...] beinanvegin við teimum trupulleikum hetta skapti Kristani, at eingin var at seta hann inn í viðurskifti. Men Kristian ber Dagmari, at hon var eitt fitt fólk. Tey tóku eina gentu til fosturs. Hon endaði í
leiki At enda sigur Bjarni Djurholm, at tað eftir hansara tykki er stórt spell, at tjóðveldisflokkurin á henda hátt roynir at skumpa ein internan trupulleika á onnur. - At teir soleiðis royna at skáka [...] tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin [...] hann í mars boð um, at støðan var um at gerast akutt, og í apríl komu skrivlig boð um hetta, sigur Bjarnir Djurholm. Hann leggur afturat, at tað tað at eitt mál gerst akutt, orsakað av at landsstýrismaðurin
Føroyar og at fáa hana at samsvara meiri við tí donsku. – Javnaðarflokkurin í Føroyum hevur skotið upp onkrar broytingar, sum ikki eru tiknar við, men man fær ikki alt við, og eg kann taka undir við hesum [...] ppskotini var, at Føroyar áttu at havt ein fastan lim í óhefta politiákæruvaldinum í Danmark, fyri at tryggja sær, at hædd verður tikin fyri føroyskum viðurskiftum, um føroysk mál koma fyri. [...] Skaale undir orðaskiftinum. Ein arbeiðsbólkur varð niðursettur í 2017, eftir at táverandi løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevði vent sær til danska løgmálaráðharran viðvíkjandi rættargangslógini. Hetta arbeiðið
– er staðfest, at føroyskir myndugleikar spældu sera sterk kort av hondum við yvirtøkuna av flogvøllinum, og at Íleggingargrunnurin átti at komið undir føroyskt ræði (sic!) í sambandi við yvirtøkuna av [...] av flogvøllinum. Í fyrispurninginum er víst á, at orsøkin til hesa yvirtøkuna var, at Danmark vildi sleppa av við flogvøllin orsakað av tíggjutals árum við forsømdum íløgum! Ikki hissini ákæra av fólkavaldum [...] til at spyrja: nær og hvussu gjørdist flogvøllurin donsk ogn, sum Danmark vildi sleppa av við orsakað av forsømdum íløgum? At Vága Lufthavn varð umsitin av Statens Luftfartsvæsen í 1963-2005, og at hetta
og gleðina, sigur teologurin. – Man má velja at trúgva, at alt sum skal henda, tað hendir. Og um hann er so býttur -ella hon er so býtt – at spæla sær av við meg, so er tað teirra trupulleiki, leggur Mena [...] alkoholmisbrúksráðgevi, sigur, at eisini á rúsdrekka-økinum skulu geva hvørjum øðrum frælsi. – Í fyrstuni, tá eg bleiv edrú, helt eg eisini, at maðurin skuldi vera tað. Men hann dugir at drekka, og honum dámar [...] gleðir, vit skulu bara duga at njóta tær. Tað er við ólavsøkugleðini sum við allari gleði yvirhøvur, hon kann ikki keypast. Sjalusi er irrationell Skal man bara loyva hvørjum øðrum at fjasa og flippa út uttan
heldur ikki. at lógin skal brúkast til at geva neyv rættindi við. ? Um so er, at eitt nú sosial rættindi vera presiserað í lógini, so kann endin vera at hon verður torfør at umsita, og tað merkir, at tað er [...] sett sær fyri at arbeiða fyri at Føroyar fáa fullveldið og við tí eisini eina føroyska grund-lóg.Ein grundlógarnevnd er sett, og hóast hon ikki skal lata nakað frá sær, so hevði verið áhugavert at vita [...] er vandi fyri at hon skal broytast javnan. Tað er ikki ætlanin við eini grundlóg, hóast eg haldi, at tað er í so torført at fáa donsku lógina broytta. Halgir Winther Poulsen vísir á, at amerikanska grundlógin
ílegugransking til at menna sjúkrahúsverkið, og til at menna okkara land við at geva møguleika til at ung, væl útbúgvin fólk kunnu koma heim aftur og fáa hóskandi starv innan granskingarvirksemi. Ein fortreyt [...] politiski viljin, at vit skuldu fyrireika okkum væl við einum lógarverki til at verja einstaka føroyingin ímóti at verða misnýttur við ílegugreining. Hetta var drúgt arbeiði, men vit fingu at enda lógina um [...] heitti á undirritaða at átaka mær at standa fyri einari deild fyri gransking og menning í heilsuverkinum. Eg havi tikið hesa áheitan í álvara og hildið fram at arbeiða við møguleikum at brúka m.a. ílegugransking
hava fingið boðini um, at tørvur er ikki á teimum á arbeiðsplássinum. Hann heldur tað er av stórum týdningi at uppsøgdu fólkunum verður veitt hjálp, tí fyrstu tíðina hava tey ilt við at nýta sítt vit og skil [...] Starvsfólk í bíligari endanum hava, sum er, torførari við at fáa endarnar at røkka saman, og tí kann tað kennast svárt hjá hinum starvsfólkunum, at júst tey minni múgvandi verða send til hús. Hetta kann [...] geva fólki eitt skump rætta vegin. Við hjálp av eitt nú eftirútbúgving, kunnu fólk koma at blóma aftur av nýggju avbjóðingini, sum kann menna tey, sigur Eyðun Joensen at enda
verður tað ein stinnur hópur av leikarum, sum fer at spæla við um FM-heitið. Tað er greitt, nú flest allir útisetarnir hava boðað frá, at teir koma til Føroya at luttaka í FM. Hjá monnum eru nógvir um boðið [...] hálvaannað árið spælt í næstbestu donsku deildini við Horsens KFUM, og hetta hevur verið við til at lyft tær upp á eitt nýtt støði, sum spennandi verður at síggja nú í FM og á oyggjaleikunum í summar. Innleiðandi [...] rin, Albert Weihe Wolfsberg, sum spælir við danska felagnum Hillerød GI, kemur heim, og 16 ára gamla talentið má – sum verandi føroyameistarin – helst átaka sær ein leiklut sum lítil FM-favorittur. Tað
so nógv, sum eg aldri fari at gloyma. At enda vil eg nevna, hvussu glað tú var fyri tað nýgifta parið, Ann Gvøðny og Johannes, sum tú hevði fingið í kjallaran at búgva. Tað var so trygt, at hava onkran [...] m, og eg arbeiddi í Køkubúðini. Tú plagdi eftir arbeiðstíð at leggja tær leiðina framvið Køkubúðini at hyggja eftir, hvussu eg sá út. Dánial hevði nokk slatrað um okkurt. Minnist hvussu vøkur eg helt tú [...] Tað var gott at kenna kærleika tykkara, og sjálvt um eg kanska ikki hevði ta røttu etikettina, havi eg aldri merkt nakað annað enn virðing og kærleika. Sjálvt míni tókst tú eisni inn at tínum hjarta.