? Ein grundlóg skal liggja í eini skuffu og ikki verða brúkt. Tá virkar hon best. Verður hon brúkt ferð aftaná ferð, so er tað tekin um at hon ikki er nóg góð.
Tað sigur Halgir Winther Poulsen, advokatur um grundlógina nú hon hevur 150 ára føðingardag í dag.
Tað er so øgiliga ymiskt hvussu tey einstøku londini velja at smíða sínar grundlógir og tí er eisini so ymiskt hvussu ein grundlóg virkar, sigur Halgir Winther Poulsen.
Sum dømi nevnir hann Ongland, sum onga grundlóg hevur.
? Men sivilisatiónin ger, at fólkið hevur ávís rættindi, sum í grudini ikki eru neyðug at festa í nakra lóg. Rættindini eru bara har fyri øll. Hinvegin gjørdu russar tað, at teir feldu niður í minsta smálut hvat fólkið hevði rætt til. Men í praksis høvdu íbúgvarnir eingi rættindir, og tá nyttar lítið at hava tey lógarfest, sigur hann
Verja móti embætismannaveldinum
Tað var Niels Winther, sum var ein tann heitasti talsmaðurin fyri at fáa grundlógina setta í gildi í Føroyum.
Hann sá fyri sær embætismenninar, sum høvdu so stórt vald, og tí var grundlógin ein møguleiki at verja borgararnar í samfelagnum móti ágangi frá embætismonnunum.
Men er tann tíðin ikki farin?
? Nei, tað haldi eg so avgjørt ikki. Embætismannaveldið gerst bara alsamt størri, so tað haldi eg ikki vit kunnu siga, sigur Halgir Winther Poulsen.
Ein trygdarlóg
Sum nevnt frammanfyri, so virkar grundlógin best tá ikki er brúk fyri henni.
Grundlógin er í sjálvum sær ein trygdarlóg, sum ásetur nakrar ávísar spælireglur. Men veruleikin er, at lógin er vorðin ein gomul dáma, og tí verður oftari og oftari sett spurnartekin við um hon í ávísum førum er avoldað.
? Danska grundlógin hevur ein trupulleika við mannarættindunum. Tey eru broytt nógv hesi seinastu 150 árini, og har hevur danska lógin ikki fylgt við. Men fólkatingið hevur bøtt um hetta við at seta evropeisku mannarættindareglurnar í gildi í Danmark, og alt lógarsmíð verður gjørt við mannarættindareglunum í tankunum, og tað er eisini eitt tekin um at grundlógin er nóg víð, tá hon loyvir slíkum, sigur Halgir Winther Poulsen.
Hann vísir á, at bretar ikki vildu seta evropeisku mannarættindareglurnar í gildi í Bretlandi, og tað hevði við sær, at Bretland ofta var kært fyri mannarættindadómstólin. Úrslitið var, at staturin tapti ferð eftir ferð. Hesi støðuni kundi staturin ikki liva við, og tí valdu teir, fyri nøkrum fáum árum síðani at taka við mannarættindareglunum.
Meira nýmótans
enn tann danska
Samgongan hevur sett sær fyri at arbeiða fyri at Føroyar fáa fullveldið og við tí eisini eina føroyska grund-lóg.Ein grundlógarnevnd er sett, og hóast hon ikki skal lata nakað frá sær, so hevði verið áhugavert at vita hvussu ein slík man fara at síggja út. Hást tað er torført at spáa um framtíðina, so spurdu vit kortini Halgir Winther Poulsen hvørjum hann roknar við.
? Eg rokni við, at ein føroysk grundlóg verður munandi meira nútímans enn tann danska er í dag, sigur hann.
? Eg rokni við, at mannarættindini fáa nógv meiri pláss í eini føroyskari grundlóg enn tey hava eitt nú í teirri donsku av tí einføldu orsøk, at hon er nýggj, leggur hann afturat.
Men hann heldur ikki. at lógin skal brúkast til at geva neyv rættindi við.
? Um so er, at eitt nú sosial rættindi vera presiserað í lógini, so kann endin vera at hon verður torfør at umsita, og tað merkir, at tað er vandi fyri at hon skal broytast javnan. Tað er ikki ætlanin við eini grundlóg, hóast eg haldi, at tað er í so torført at fáa donsku lógina broytta.
Halgir Winther Poulsen vísir á, at amerikanska grundlógin er samansett á ein annan hátt, og at hon heldur ikki er so torfør at broyta.
Tað er øgiliga langt millum broytingar av donsku grundlógini, og treytirnar fyri at fáa broytingar ígjøgnum eru harðar.
? Danska lógin var broytt seinastu ferð í 1953, og tá brúktu teir arvarættin til trúnuna at egna við so at siga. Umdømi hjá Knúti arvaprinsi var ikki gott og hjá børnum hansara var tað enn verri. Tí var lagt upp til at broyta grundlógina soleiðis at Margretha drotning gjørdist arvingur til trúnuna, og tað fekk fólk av húsi.
Hetta verður ikki gjørt í dag, og tí er kanska ein vandi fyri at alt ov fá fólk fara til eina fólkaatkvøðu um at broyta grundlógina, og tað er kanska júst orsøkin til, at danskir politikarar aftra seg við at gera broytingar í grundlógini, heldur Halgir Winther Poulsen.
Tulkingar neyðugar
Líkamikið hvussu ein grundlóg verður smíða, so er eingin ivi um, at tað koma at verða støður har neyðugt er við tulkingum, og tað heldur Halgir er í lagið.
? Um so er alt, sum hugsast kann verður sett í lógina, so verður hon torfør at umsita. Tí skal eisini verða møguleiki at gera tulkingar, eins og tað er við tí donsku lógini í dag, sigur hann.
Men sum Halgir Winther Poulsen byrjar við at siga, ein grundlóg virkar best, tá hon liggur í eini skuffu og savnar dust. Tað skal helst ikki verða neyðugt at brúka hana yvirhøvur.