Síðani kanningin í málinum um Signar á Brúnni var liðug, eru atfinningar sendar í ymsar ættir. Stýrisskipanarlógin eins og aðrar hava fingið síni orð, eins og fíggjarnevndin eisini er átalað fyri at teir ikki vildu ganga ynskinum frá landsstýrismanninum á møti.
Greiðan málsetning
Bjarni Djurholm, formaður í fíggjarnevndini, er tó fullkomuliga ósamdur við teimum, sum meta, at fíggjarnevndin hevur fingið ein trupulleika við hesum málinum.
Hann vísir á, at nevndin hevur ein púra greiðan málsetning, har teir skulu ansa eftir almennu útreiðslunum í samfelagnum, og vísir hann í hesum sambandi til grein 43 og 44 í stýrisskipanarlógini. Hetta eru greinarnar, har staðfest verður, at eingin útreiðsla skal ávísast, uttan at neyðug játtan fyriliggur, tó so at í serligum førum kann peningur verða givin.
Formaðurin í nevndini sigur, at teir alla tíðina hava verið sera restriktivir, ella varnir, í sínum málsviðgerðum: - Tær ferðirnar, vit hava nýtt undantøkini í stýrisskipannarlógini, hava verið, tá vit hava vita, at løgtingið hevur eina tilsøgn í málinum, ella tá talan hevur verið um útreiðsluneutralar flytingar millum konti.
Sostatt er Bjarni Djurholm eisini ósamdur við Peturi Petersen, sum í blaðnum í gjár førdi fram, at talan var ikki um nakra útreiðslujáttan til SvF, men harafturímóti um at veita stovninum gjaldføri. At fíggjarnevndin metir, at talan er um eina eykajáttan, framgongur eisini í álitinum, sum ein samd fíggjarnevnd hevur skrivað, har teir eisini mæla til, at løgtingið samtykkir eitt komandi uppskot um eykajáttan til SvF.
Ikki akutt støða
At talan skuldi vera um nakra akutta støðu í hesum málinum, er fíggjarnevndarformaðurin heldur ikki samdur í:
- Longu í oktober mánaði í 1998 var landsstýrismaðurin greiður um, at talan var um fíggjarligar trupulleikar hjá SvF. Hetta var áðrenn álitið til fíggjarlóg fyri 1999 varð skrivað, so hann hevði allar møguleikar at gera vart við trupulleikan. Harumframt fekk hann í mars boð um, at støðan var um at gerast akutt, og í apríl komu skrivlig boð um hetta, sigur Bjarnir Djurholm. Hann leggur afturat, at tað tað at eitt mál gerst akutt, orsakað av at landsstýrismaðurin hevur bølt á tí, ikki kann lastast fíggjarnevndini.
-Heldur ikki kann tað lastast okkum, at Signar eftir hetta handlaði, so sum hann gjørdi. Vit høvdu ráðført okkum við okkara løgrøðiliga ráðgeva, so hjá okkum var einki ivamál, sigur fíggjarnevndarformaðurin víðari.
Tjóðveldistrupulleiki
At enda sigur Bjarni Djurholm, at tað eftir hansara tykki er stórt spell, at tjóðveldisflokkurin á henda hátt roynir at skumpa ein internan trupulleika á onnur.
- At teir soleiðis royna at skáka sær undan ábyrgd, kann hava skaðandi árin á stýrisskipanina, eins og hetta eisini er við til at undirgrava álitið á politisku skipanina, sigur Bjarni Djurholm at enda.cute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.
- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið
Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?
- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.
Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.
- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.
Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.
Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?
- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.
Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?
- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.
Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.
Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....