Sum at detta á sjógv

-Ein uppsøgn kann eisini geva fólki eitt skump rætta vegin. Við hjálp av eitt nú eftirútbúgving, kunnu fólk koma at blóma aftur av nýggju avbjóðingini, sum kann menna tey sigur sálarfrøðoingurin, Eyðun Joensen.

Tað tekur dygt, tá ið fólk verða søgd úr starvi. Bæði tey, sum verða send heim, og tey, sum eru eftir til arbeiðis, verða hart rakt, og tað tekur tíð, at fáa lagið á arbeiðsplássinum uppaftur.
Í gjár segði Føroya Tele 30 fólkum úr starvi, og aðrar stórar fyritøkur hava eisini verið úti fyri at skula senda nógv fólk heim samstundis.
Vit hava spurt sálarfrøðingin, Eyðun Joensen, hvussu ein óvæntað uppsøgn ávirkar, og hvussu eftirsitandi starvsfólkini kenna uppsagnirnar

Kreppa
- Tað er sum at detta á sjógv. Tú kemur í eina bráðfeingis kreppu, har tað er torført at fóta sær í eina tíð.
Soleiðis lýsir sálarfrøðinguin, Eyðun Joensen, støðuna hjá fólki, ið brádliga
hava fingið boðini um, at tørvur er ikki á teimum á arbeiðsplássinum. Hann heldur tað er av stórum týdningi at uppsøgdu fólkunum verður veitt hjálp, tí fyrstu tíðina hava tey ilt við at nýta sítt vit og skil, tí kenslurnar um uppsøgnina fylla nógv.

Sorg
Tá starvsfólkini á Føroya Tele komu til arbeiðis í morgun, eru tey óivað komin til fleiri tóm arbeiðsborð. Brádliga er persónurin, tú hevur arbeitt lið um lið við í fleiri ár burtur. Vit hava spurt Eyðun Joensen, hvussu starvsfólk kenna tað, tá starvsfelagið í fleiri ár brádliga verður sagdur úr starvi.
-Eg haldi tað var Kirkegaard sum segði, at sorg er kærlighedens pris. Tá tú missir okkurt er vanliga talan um eina sorg. Flestu starvsfólk mugu kenna sorg, tá trúfastir arbeiðsfelagar brádliga eru burtur. Eftirsitandi starvsfólk kunnu eisini hava skuldarkenslur, tí tey seta spurningin, hví júst síðumaðurin varð sendur til hús og ikki eg, greiðir Eyðun Joensen frá.
Hann leggur afturat, at vanliga er tað er sonevnda bíliga arbeiðsmegin, ið fyrst verður send til hús, tá sparingar skulu fremjast, og hetta kann eisini elva til skuldarkenslur.
- Starvsfólk í bíligari endanum hava, sum er, torførari við at fáa endarnar at røkka saman, og tí kann tað kennast svárt hjá hinum starvsfólkunum, at júst tey minni múgvandi verða send til hús. Hetta kann eisini elva til skuldarkenslur, greiðir hann frá.

Partur av samleikanum
Tá fólk verða uppsøgd hvørvir ein partur av samleikanum hjá uppsagda starvsfólkinum. Eyðun Joensen greiðir frá, at fólk verða altíð fyrst spurd um, hvat tey gera, og ikki hvørji tey eru. Missir tú arbeiðið, er vandi fyri, at partur av samleikanum hvørvir.
-Myndin av einum persóni er ofta tengd at, hvat arbeiði, hann hevur, og hvussu væl hann røkir sítt arbeiðið. Missir tú arbeiðið, verður virðingin fyri persóninum hótt, og tað kann elva til enn størri ampa fyri uppsagda persónin, vísir Eyðun Joensen á.

Eisini mennandi
Eyðun fortelur, at ein uppsøgd nýtist ikki at fáa fólk at falla í fátt. Ein uppsøgn kann eisini vera mennandi. Hann nevnir sum dømi onkran, sum hevur arbeitt á sama arbeiðsplássi í fleiri ár uttan neyðuga íblásturin, og tá kann ein uppsøgn verða eitt vegamót.
-Ein uppsøgn kann eisini geva fólki eitt skump rætta vegin. Við hjálp av eitt nú eftirútbúgving, kunnu fólk koma at blóma aftur av nýggju avbjóðingini, sum kann menna tey, sigur Eyðun Joensen at enda