Rætting og uppískoyti

Heri Mohr
----


Rætting:
Í mínum lesarabrævi í bløðunum 6. í.h.mð. stóð: ”Lukkutíð var Føroya Ídnaðargrunnur ikki teirra millum.” Hetta er tíverri eitt mismæli. Sjálvandi var tað Íleggingargrunnurin fyri Føroyar, ið til alla lukku ikki var skrottaður.

Uppísksoyti:
Íleggingargrunnurin fyri Føroyar varð í nógv ár kallaður ”60-milliónagrunnurin.” Hóast fólkatingið við lóg stovnaði grunnin longu í 1964 við 60 milliónum (harav navnið) játtað yvir fólkatingsins fíggjarlóg í 12 ár, broyttist navnið ikki, fyrr enn hann, grunnurin, fyrisitingarliga varð fluttur til Føroyar seinast í hálvfjerðsunum (ella fyrst í fýrsunum). Í lógini er tilskilað, at ”Fonden ledes af en bestyrelse, der udpeges af det færøske hjemmestyre.” Og ”De nærmere regler om fondens virksomhed fastsættes af hjemmestyret.”
Men hóast hesa greiðu lógfesting er hon – eins og hjá spiltum, forkelaðum børnum – ikki nóg mikið. Nei, Íleggingargrunnurin skal koma ”undir føroyskt ræði fult og heilt.”
Og hetta er røddin, sum frá løgtingsins røðarapalli hoyrist skíra ríkiskassapening í landskassanum fyri bidding. Hendan politiska indoktrineringin – ikki minst á upplýsingar- og mentanarøkjum – órógvar fólksins vanliga vit og skil. Avleiðingarnar eru óbøtiligar. Ólukkan kann skjótt gerast eitt fait accompli!
***
Í einum skrivligum fyrispurningi til landsstyrið frá einum løgtingslimi/fólkatingslimi í november 2007 viðvíkjandi Íleggingargrunninum fyri Føroyar er m.a. viðmerkt, at vit lótu 800 mió. kr. (!?) frá okkum til tess at taka 350 mió. kr. úr Íleggingargrunninum, sum tessvegna ikki kann fíggja aðrar íløgur í undirsjóvartunlar, alternativa orkuútbygging o.s.fr.
Í fyrispurninginum – sum ongantíð varð svaraður – er staðfest, at føroyskir myndugleikar spældu sera sterk kort av hondum við yvirtøkuna av flogvøllinum, og at Íleggingargrunnurin átti at komið undir føroyskt ræði (sic!) í sambandi við yvirtøkuna av flogvøllinum. Í fyrispurninginum er víst á, at orsøkin til hesa yvirtøkuna var, at Danmark vildi sleppa av við flogvøllin orsakað av tíggjutals árum við forsømdum íløgum!
Ikki hissini ákæra av fólkavaldum fólki í høgum almennum føroyskum og donskum álitisstørvum.
Hetta gevur orsøk til at spyrja: nær og hvussu gjørdist flogvøllurin donsk ogn, sum Danmark vildi sleppa av við orsakað av forsømdum íløgum?
At Vága Lufthavn varð umsitin av Statens Luftfartsvæsen í 1963-2005, og at hetta málsøkið varð flutt til P/f Vága Floghavn hevur als einki við ognarspurningin um flogvøllin at gera.
At flogvøllurin var donsk ogn er heilaspuni úr enda í annan.
Undir krígnum í 1941-1942 legði bretska hervaldið flogvøllin vesturi í Vágum. Eftir krígslok í 1945 varð hann latin løgtinginum til ognar. Spurningarnir um endurgjald fyri ognartøku av jørð, sum fór til vøllin, vórðu tá loystir og avgreiddir. Allar umvælingar og útbyggingar av flogvøllinum eru goldnar av landskassanum og nú eisini av Íleggingargrunninum fyri Føroyar.
So kunnu ”rættir føroyingar” kalla Íleggingargrunnin fyri biddarapening, á sama hátt sum hesi fólk hava skírt lógtryggjaða fígging til almanna- og heilsuverkið við mannminkandi og æruskemmandi orðum.
Um ein ”suveren yvirtøka” (við lúrablástri) av hesum grunni skuldi uppstaðið, kundi tað hent, at hann fer í myrkrið og gloymskuna, har næstan allir landskassans grunnar – meira enn 70 – hvurvu í 1992.
***
Flogvøllurin vesturi í Vágum hevur í mong Harrans ár verið skrásettur í landskassans ársroknskapum sum landsogn. Bókført virði: 5 krónur.