Parlagið fær roynt seg á ólavsøku

Tríggjar vísar konur um parlagið á ólavsøku: Armgarð Arge, teologur, Mena Joensen, alkohol­misbrúks­ráðgevi, og Marit Petersen, kærleikscoach

Mín elskaða

Fyrr var sagt, at tað var fríggingar­myrkt á ólavsøku. Ólavsøkan var staðið og tíðin, tá tú kundi finna tær maka. Men í dag ferðast vit øll líka nógv, og fólk hittast á netinum og aðrastaðni. Er kærleikin horvin úr ólavsøkuni?

– Tey ungu í dag fara neyvan á ólavsøku fyri at finna sær maka, heldur Marit Holm Petersen, kærleikscoach. Hon heldur, at ung í dag hittast á netinum, har tey eru nógv meira opin og erlig enn tey eru á dansigólvinum ella á einum gøtuhorni á ólavsøku.

– Fara tey til Havnar á ólavsøku, so fara tey á ball og eru saman við vinum, sum tey kenna frammanundan.

Armgarð Arge, teologur, er partvís samd.

– Tá ið tú leggur profil á netið, sum nágreiniliga lýsir hvør tú ert, og hvønn tú søkir, so fellur tú neyvan fyri tí fyrsta og besta á ólavsøku. Men kærleikin er ikki altíð so lættur at stýra, hann kann yvirraskað – ikki minst á ólavsøku.

Tí ólavsøkan er eitt time-out frá gerandisdegnum. Ein kulmination av summarinum, har vit lata okkum í annan ham og koma hvørjum øðrum meira við.

– Ólavsøkan er eitt yvirgangsrit, har vit hava kenslurnar frammi og eru opin. Og hetta kann bæði vekja og endurvekja kærleikan. Parlagið kann gránað í gerandisligum stúranum um bil, hund og lívstrygging, og tí er tað gott við høgtíðum sum ólavsøkuni, har vit í veistlulag nema við kenslurnar hjá hvørjum øðrum, so forholdið aftur gerst spennandi og tølandi.

Men skal lív kveikjast í kærleikan, so er tað ikki nokk bara at ganga hond í hond eftir Áarvegnum. Sambært Margit Holm Petersen, kærleiks-coachi, er lykilin heldur, at vit loyva hvørjum øðrum at njóta ólavsøkuna bæði saman og hvør sær.

– Vit eru ikki bygd at hanga saman alla tíðina. Maður og kona eru ymisk og skulu eisini loyva sær ymiskleikan. Hevur hann hug til okkurt, so lat hann fara, og finn tú so tína egnu gleði, og sjálvandi eisini umvent, viðmælir kærleikscoachurin.

Hon eftirlýsir spontanu gleðina á ólavsøku. Vit hava jú so nógv at gleðast um.

– Hyggja vit inn í okkum sjálvi heldur enn eftir materiellum virðum, so finna vit út av, at hvør dagur hevur sínar gleðir, vit skulu bara duga at njóta tær. Tað er við ólavsøkugleðini sum við allari gleði yvirhøvur, hon kann ikki keypast.

 

Sjalusi er irrationell

Skal man bara loyva hvørjum øðrum at fjasa og flippa út uttan mørk, og hvussu við sjalusi?

– Fyrst og fremst haldi eg, at vit skulu unna hvør øðrum gleðina at møta góðum vinum og kenningum, sigur Marit Holm Petersen, kærleikscoach.

– Men vit kunnu gera makanum greitt, hvar okkara mørk ganga. Eingin eigur at finna seg í, at makin brýtur tíni mørk, men vit kunnu seta mørkini uttan at brigsla, eru ráðini hjá Marit Holm Petersen.

Armgarð Arge, teologur, sigur, at sjalusi er irrationell og uttan samband við veruleikan.

– Ert tú sjalu, so liggur orsøkin ofta í tínum lívsførningi ella einum lágum sjálvsvirði. Og kemur óttin, tí makin veruliga er ótrúgvur og óalítandi, so nyttar tað einki at fjøtra hann ella noyða hann til nakað. So drepur tú bæði kærleikan og gleðina, sigur teologurin.

– Man má velja at trúgva, at alt sum skal henda, tað hendir. Og um hann er so býttur -ella hon er so býtt – at spæla sær av við meg, so er tað teirra trupulleiki, leggur Mena Joensen afturat.

Marit Holm Petersen, kærleiks­coach, leggur dent á, at kærleiki er at unna hvør øðrum gleði.

– Tað er gott fyri kærleikan, at man unnir hvør øðrum gleði. At man kann fara í býin í hvør sínum lag og so sita og fortelja og flenna saman aftaná. Tá smittar man hvønn annan við gleði, og kærleikin veksur.

Men alt ov nógv deila ikki gleðirnar, tí so verður hin øvundsjúkur. Í staðin fyri gleði og kærleika velja tey sita oman á hvørjum øðrum og halda hvørjum øðrum í misskiltum tjóðri.

– Eg veit um menn, sum ikki kunnu dansa meir enn tveir dansir við aðrari, tí so verður konan óð, og tað eru menn, sum gerast firtnir, um konan tosar ov leingi við ein annan mann. Úrslitið er, at eingin er glaður.

Alt her í lívinum er eitt val – tú velir til ella velir frá. Og tú mást liva við avleiðingunum.

– Um tú livir í einum ólukku­ligum hjúnabandið og sært ólavsøkuna sum ein kempi skoringsmarknað, so fær tað avleiðingar, og tað mást tú so liva við, staðfestir Armgarð Arge.

 

 

Skeg ella skít

Ólavsøkan er høgtíðin hjá allari familjuni. Ikki so at skilja, at øll skulu vera við til alt, men ólav­søkan má ikki haldast uppá premissirnar hjá bara einum persóni í familjuni, sigur Armgarð Arge.

– Konur hava havt eina ótrú­liga óinteressanta ólavsøku í nógv ár. Tí tað var ein mann­fólka­veistla, har teir kundu reypa og vera øðiligir, meðan góðu mamm­urnar og børnini fóru tíðliga í song.

Í dag er øðrvísi. Vit síggja ikki longur hesar deyðdruknu menninar, sum fyltu býarmyndina á ólavsøku fyrr, og súra konan, sum gekk og hálaði hálvfullan mann, er eisini um at hvørva.

Hetta kann millum annað koma av, at ólavsøkan sum veistla ikki hevur sama týdning sum fyrr, heldur Armgarð Arge, sum vísir á, at fyrr vóru tvær stórar veitslur: annað jólakvøld og ólavsøkan. Men nú býður árið so nógvar aðrar veistlu, at alt skal ikki brennast av á ólavsøku.

– Og so duga vit kanska betur at virða hvønn annan og gera innanhýsis avtalur, so tað er rúm fyri, at bæði maður, kona og børn fáa eina góða og stuttliga ólavsøku.

Mena Joensen, alkoholmisbrúksráðgevi, sigur, at eisini á rúsdrekka-økinum skulu geva hvørjum øðrum frælsi.

– Í fyrstuni, tá eg bleiv edrú, helt eg eisini, at maðurin skuldi vera tað. Men hann dugir at drekka, og honum dámar tað, so hví skal eg taka tað frá honum?

Tær tríggjar eru tó samdar um, at eitt greitt mark er fyri stuttleika: Børn og full fólk hoyra ikki saman.

– Tað líkist svartasta ongum at foreldur ganga sjónliga ávirka við børnum á ólavsøku, sigur Mena Joensen avgjørd.

– Nei, hetta hoyrir ongastaðni heima, og er ágangur móti børnunum, leggur Marit Holm Petersen afturat.

Hetta merkir sjálvsagt ikki, at øll skulu vera avhaldsfólk á ólavsøku. Børn hava eisini brúk fyri at síggja, at foreldrini kunnu drekka eina øl ella eitt glas av vín uttan at missa tamarhaldið. Tað týdningarmesta er, at ólavsøkan verður hildin í kærleiksfullari virðing fyri hvørjum øðrum, bæði vaksnum og børnum.

- Og vit skulu læra okkum at tosa og gleðast um, hvussu stuttligt vit høvdu tað, í staðin fyri, hvussu full vit vóru, sigur Marit Holm Petersen, kærleikscoach.