Óli Jacobsen
----
Vit hava fyrr umrøtt gravsteinin hjá Hans Christiansen í Fjósi, sum var handilsmaður í Havn.
Kona hansara Anna Cathrina er eisini jarðað á Svínaryggi. Her er tað sjáldsama, at meðan hjún vanliga eru jarðað saman, er hetta ikki galdandi fyri hesi bæði. Tey liggja nokk so langt frá hvørjum øðrum.
Í 2008 var ein Koltursættarstevna fyri eftirkomarar hjá Mariane Cathrine Niclasdatter (1788-1855) og Hanus Niclassen f. 1792.
Tær ættir sum vóru umboðaðar vóru:
Elspa uttar í Stovu
Lisa í Skemmuni
Anna Katrina í Fjósi
Marin Frederikka undir Kletti
Nicolina hjá gamla Sakarisi
Oldurabbin Niklas var føddur 1687 í Koltri og doyði í 1759. Hann var bóndi í Koltri og festi í 1731. Hann átti ein abbason, sum eisini kallaðist Niklas (1765-1832). Hann varð kallaður kongurin í Koltri, tí hann dømdi og brúkti húsið sum fangahús. Tey dømdu fingu mat niður gjøgnum ljóðaran.
Ættirnar sum hittast vóru tískil eftirkomarar hjá abbabørnum hansara.
Anna Katrina
Anna Katrina er fødd í 1823. Hon giftist í 1850 við Hans Christiansen, í Fjósi (1821-1895). Foreldur hansara vóru Anna Davidsdóttir úr Kvívík og Christian Hansen. Pápin er deyður ungur.
Frá fólkateljingini frá 1850 sæst, at Hans Christiansen var ’handelsdrager’, meðan Anna Cathrina var tænastugenta hjá handilsforvaltaranum, Jacob Nolsøe, so tey hava óivað hitt hvønn annan í Kongliga Handlinum.
Anna Katrina og Hans búðu fyrstu tíðina í handlinum í Bringsnagøtu. Men seinni bygdu teirri stóru Fjósatrønni. Teirra hús standa umbygd, har Gripsvegur er nú.
Børnini
Ellen Marie Christiane Hansen (1851-1853)
Hans David Hansen (1852-1853)
Ellen Maria Súsanna Christian (1854-1888),
Maria Elisabeth Hansen (1856-1858)
Hans David Hansen (1858-1890), handilsmaður
Christian Procles Hansen f. 1860, doyði ungur
Niels Pauli Hansen f. 1863
Jacob Hansen, (1865-1934) skrivstovumaður
Thomas Evenius Hansen (1869-1949)
Tummas var oddamaður í umhvørvisrørsluni
Tummas var tað einasta av systkjunum sum giftist. Fyrst var hann politistur. Hann gjørdist í 1910 fyrsta postboð í Havn. Í 1919 gavst hann at ganga regluliga við posti og fór mest at arbeiða inni á posthúsinum. Hann gjørdist pakkmeistari. Tó bar hann framvegis post við peningi út. Tummas legði frá sær í 1939, tá ið heilsan fór at bila. Tummas arbeiddi m.a. saman við Enok á Frælsinum, fyrr umrøddur í hesi røð.
Kona hansara var Hansina f. Hansen (1872-1952), ættað av Eiði. Hon var systir Juliu, konu gamla Sámal Petur Petersen í Fuglafirði. Hon var ein kend jarðarmóður, sum eisini arbeiddi fyri rættindini hjá jarðarmøðrum, sum greitt frá í tí partinum í hesi røð, sum var um pápan, Hans.
Tummas í Fjósi gjørdi nógv burtur úr sínum landbúnaði. Hann hevði upp til 10-12 neyt og seldi tískil eisini nógva mjólk, sum var mangulvøra í Havn. Hann var eisini undangongumaður at dyrka grønmeti og dyrkaði eisini fleiri sløg av berum, so tað vóru til dømis nógvar rabarbur eins og ber seld.
Men einki skuldi fara til spillis, tí hevði hann kaninir at eta tann partin av gróðrinum, sum annars fór burtur. Vatnið av takinum mátti eisini koma til nyttu, so tað varð veitt í eina tunnu. Hetta lætti um í mun til at farast skuldi i Havnará eftir vatni.
Tað sama var við landinum, sum jú var so óført at vaska hár við. Tí var eisini landtunna.
Hesin hugburður kom eisini til sjóndar, tá ið Tummas saman við øðrum, lótu menn sleppa at byggja omaná neystini teir áttu í Vágsbotni, fyri at spara. Oman varð settur tann bygningur, sum seinni varð kendur sum Perlan. Undan Perluni hevði Nyholm Debes verkstað har. Hervið gjørdist hvør eindin bíligari at halda viðlíka.
Tummas var sera avgjørdur fráhaldsmaður og var virkin í tí gamla fráhaldsfelagnum. Hann vildi ikki síggja brennivín í húsinum, so yngra ættarliðið mátti finna støð uttandura at goyma sín løg!
Av børnunum hjá Hansinu og Tummasi var bert eitt, sum førdi ættina víðari. Tað var Sofía Maria (1900-1957), sum giftist við Magnus Andeassen (1900-1988) úr Fuglafirði.
Av teirra børnum var tað eisini bert eitt, sum førdi ættina víðari, og var hetta Kamilla (1929-2012). Hon giftist við Hans Sørensen (1927-2009) úr Trongisvági. Tey fingu hinvegin fimm børn, sum aftur hava fleiri børn í part, so sigast kann at ættin er bjargað.
Hans Olaf – konan var 20 ár eldri
Ein sonur Tummas og Hansinu var Hans Olaf, føddur í Havn 7. september 1895. I november 1911 verður Hans Olaf, sum tá hevði fingið realprógv, settur sum lærari við skúlarnar í Funningi og við Gjógv, og hetta starv hevði hann til 1913. Tá fór hann á læraraskúla í Havn og tók læraraprógv í 1914. Frá september 1914 til juni 1917 varð hann aftur lærari í Funnings sókn.
Frá 1918 – 1920 var hann fulltrúi hjá sýslumanninum í Suðuroy, Oliver Effersøe. Frá august 1920 til desember 1925 var hann sorinskrivarafulltrúi. Frá 1926 til 1962 var Hans Olaf stjóri í Føroya Vanlukkutrygging.
Hann var umframt hetta limur í forlíkskommisjónini frá 1926, roknskapargranskari í Føroya Banka eisini frá 1926, í Tórshavnar líkningarnevnd 1925-32, semingsmaður 1928-1931, formaður í umboðsmevndini í Tryggingarsambandi Føroya 1940-1964.
Eitt skifti var hann formaður í Havnar Sangfelag og spældi eina tíð av og á urgu í Havnar Kirkju.
Hans Olaf giftist 8. september 1921 við Dagmar Edith Hedvig Nielsen úr Randers. Hon var 20 ár eldri enn hann, so tey fingu ikki børn.
Hon arbeiddi á sýsluskrivstovuni á Tvøroyri og var systir konu Oliver Effersøe.
Kristian Djurhuus varð í 1920 bara 25 ára gamal settur sýslumaður í Suðuroy.
Olivuri dámdi als ikki, at hesin ungi alvin úr Havn skuldi verða hansara eftirmaður, og hann gjørdi alt fyri at stinga honum skør.
Hóast Kristian og Hans Olaf vóru javngamlir og vinir frá tíðini í Havn, fór Hans Olaf úr starvinum beinanvegin við teimum trupulleikum hetta skapti Kristani, at eingin var at seta hann inn í viðurskifti. Men Kristian ber Dagmari, at hon var eitt fitt fólk.
Tey tóku eina gentu til fosturs. Hon endaði í Íslandi. Dagmar doyði í 1948, og Hans Olaf í 1983.