samdir um ætlanina. Býráðið hevur ætla at gera meiri burtur úr at gera súkklubreytir fyri at gera tað tryggari hjá teimum, sum eru á súkklu. Nú er ætlanin er at seta arbeiði í verk og ein partur av tí er [...] Yviri við Strond, har gongubreytir verða tvíbýttar, soleiðis at pláss verður fyri bæði súkklu- og gongubreyt. Á fíggjarætlanini fyri í ár er ein millión sett av til súkklubreytir.
forsætisráðharrin Julia Timosjenko hevur verið fyri ágangi og øðrum líðingum í fongslinum, har hon hevur verið, síðani hon í vetur varð dømd sjey ára fongsul fyri valdsmisnýtslu og korrupsjón. Tað sigur Zuzana [...] Evropatinginum. Roithova, sum er útbúgvin lækni, sigur í samrøðu við kekkiska sjónvarpið, at sambært teimum avvarandi hjá Timosjenko hava starvsfólk í fongslinum roynt at eitra hana. -Hetta eigur at verða [...] hevur ein dómari í Ukraina sagt, at fyrrverandi forsætisaráðharrin hevur ikki tørv á læknahjálp uttan fyri fongslið.
Ein maður og ein kvinna í bygdini Sandager á Fyn kunnu takka hundinum fyri, at tey sluppu við lívinum, tá eldur kom í húsini hjá teimum í morgun. Maðurin og kvinnan høvdu hildið veitslu heima, og tá gestirnir [...] goyggja, so maðurin og kvinnan vaknaðu og sluppu út. Ein talsmaður fyri løgregluna á Fyn sigur, at maðurin mátti á sjúkrahús til kanningar fyri roykeitran, men burtursæð frá tí fingu hvørki tey bæði ella hundurin
- Kjakið hava vit sett á skránna fyri at fáa sett orð á nøkur av teimum viðurskiftum, sum vit meta eru ein trupulleiki í samfelagnum, sum vit virka í, og sum forða fyri menning av føroyska samfelagnum, [...] arafelag. 1. oktobur verður tann afturvendandi Vinnudagurin, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri. Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har fyrilestrar og kjak verður á skránni. F
forsætisráðharranum hevur Savinov mist arbeiðið, tí hann hevði ikki gjørt nóg mikið fyri at basa teimum nógvu og stóru skógareldunum, sum hava herjað Russland tær seinastu vikurnar. Teir seinastu dagarnar hevur [...] Í Russlandi hevur ovasti leiðarin fyri landsins skógarumsiting, Alexej Savinov, fingið sekkin. Tað var Vladimir Putin, forsætisráðharri, sum kunngjørdi avgerðina eftir ein stjórnarfund. Sambært forsæt [...] og tað hevur gjørt, at nógvir skógareldar eru sløknaðir, men onkunstaðni logar enn. Ein talsmaður fyri stjórnina í Moskva segði í gjár, at higartil hevur sløkkiarbeiðið kostað knappar tríggjar milliardir
sum stendur fyri arbeiðnum at gera nýggju lonina. Miðnámsskúlin í Hoydølum klárar ikki at hýsa øllum teimum mongu næmingunum, sum hava søkt inn á skúlan í summar, og tí skal pláss gerast fyri fleiri næmingum [...] næmingum. Loynsin er, at ein lon skal setast upp sunnan fyri sjálvan skúlan í Hoydølum. Í løtuni verður bíðað eftir endaliga loyvinum at seta lonina upp, men Landsverk roknar við, at farast kann undir arbeiðið
Verður áhugin fyri at læra til prest ikki størri, enn hann er nú, verður stórt prestatrot í donsku fólkakirkjuni um nøkur fá ár. Tað sigur Peter Lodberg, sum stendur fyri guðfrøðideildini á lærda háskúlanum [...] háskúlanum í Århus. Hann vísir á, at talið á teimum, sum velja at lesa guðfrøði, er minkað munandi, og tey nýggju umsóknartølini til teir lærdu háskúlarnar siga tað sama. Í fjør søktu 55 um at sleppa at lesa [...] lesa guðfrøði, men í ár er talið 47. Samstundis sum hetta hendir, fara nógvir prestar frá fyri aldur í komandi árum, og tí væntar Peter Lodberg, at longu um fimm ár verður stórt prestatrot í donsku fól
at hetta er prógv fyri, at býráðið tekur røktartørvin hjá teimum eldru í álvara. Tórshavnar Býráð samtykti í farnu viku at taka av tilboðnum frá ArtiCon um at byggja Boðanesheimið fyri ein samlaðan kostnað [...] Í morgun varð hakin settur í fyri Boðanesheiminum. Við hesum er arbeiðið byrjað at byggja røktarheim í Havn til 64 fólk. Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum setti hakan í, saman við Hallu Samuelsen
Umboðini fyri Tjóðveldi í fíggjarnevndini siga seg serliga fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa pening til havrannsóknarskip og Tjóðpall á fíggjarlógina. Umboðini fyri Tjóðveldi í fíggjarnevndini - [...] Fríðriksmørk og Tórbjørn Jacobsen - hava gjørt semju um fíggjarlógina við samgonguna. Í álitinum frá teimum báðum tjóðveldisumboðunum verður sagt, at tey eru serliga fegin um, at tað hevur eydnast at fáa pening [...] tjóðveldisumboðini siga seg vóna verður detailprojekterað soleiðis, at kjølurin kann verða strektur fyri ársskiftið 2011/2012. 5 milliónir eru settar av til at smíða nýtt tjóðleikhús til Tjóðpall Føroya
Terreblanche, sum var leiðari hjá teimum hvítu á høgravonginum í Suðurafrika, er funnin myrdur á garði sínum. Løgreglan heldur, at arbeiðsfólk á garðinum hava beint fyri honum. Terreblanche, sum var formaður [...] og myrdu hann. Løgreglan hevur tikið tveir menn, sum arbeiddu á garðinum, og teir eru skuldsettir fyri at hava myrt teirra 69 ára gamla arbeiðsgevara, skrivar Reuters. Sum skilst høvdu arbeiðsfólkini á [...] garðinum ikki fingið løn, sum tey áttu til góðar. Eugene Terreblanche var í síni tíð íðin talsmaður fyri at varðveita tað hvíta apartheid-stýrið í Suðurafrika.