Muhammad sloppin av sjúkrahúsinum

Fyrrverandi heimsmeistarin innan tungvekt í nevaleiki, Muhammad Ali, slapp í gjár av sjúkrahúsinum eftir sjúkralegu.

 

72ára gamli Muhammad Ali telist millum bestu ítróttafólkini nakrantíð. Einans 22 ára gamal vann hann sítt fyrsta heiðursmerki innan tungvekt í nevaleikari, og í síni yrkisleið vann hann 56 av teimum 61 yrkadystunum. 

 

Seinastu árini hjá evnaríka nevaleikaranum hava tó verið nógv merkt av sjúku. Í 1984 fekk hann staðfest parkinson, og í desember 2014 varð hann innlagdur fyri lungnabruna. Hendan mánaðin hevur hann verður viðgerast fyri ógvulsligan blørubruna, men umboð úr familjuni hjá Muhammad Ali hava boðað frá, at hann er betri fyri nú, og í gjár slapp hann av sjúkrahúsinum aftur.