2. jólakvøld skipar Upp við hornunum fyri tungmálmskvøldi, nú er skráin klár, fimm tungmálmsbólkar fara á pall í Perluni í Havn.
Raðfylgjan bókarnir spæla er:
Asyllex
Iron Lungs
The Happening
Reduced to Ash
Earth Divide
Upp Við Hornunum, ið skipar fyri konsertini standa eisini fyri føroysku undankappingini av Wacken Metal Battle.
Inntøkan av konsertini fer øll til fyrieikingarnar av føroysku útgávuni av Wacken Metal Battle.
- Nú tá ið fólk hava frí, og útisetar koma heim, so meta vit at tað er okkara skylda at geva teimum eina megnar metal konsert, so at tey kunnu koma buldrandi inn í tað nýggja árið, skriva fyrireikararnir.
Atgongumerki verða seld við dyrnar.