Fimm teilendskir hermenn doyðu, tá ein bilbumba brast í Yala-landspartinum har suðuri í landinum og tætt við markið til Malaysia í dag.
Myndugleikarnir siga, at hermenninir vóru á veg í einum lastbili, tá ein persónbilur steðgaði teimum. Løtu aftaná fór persónbilurin í luftina. Fimm av hermonnunum doyðu, og ein varð fluttur á sjúkrahús illa særdur.
Myndugleikarnir hava ikki givið nøkrum skyldina av atsóknini, men fleiri helda, at tað vóru muslimskir loysingarmenn, sum skipaðu fyri henni. Muslimarnir eru í meiriluta í trimum landspørtum har suðuri í Teilandi, og teir stríðast fyri at fáa loysing frá hinum partinum av landinum, har fólkið fyri tað mesta eru buddhistar.










