Ungi og evnaríki føroyski leikarin Brandur H. Olsen er í hesum døgum við besta liðnum hjá FCK á venjingarlegu í Eysturríki.
Brandur H. Olsen leikti eisini við á FCK liðnum, sum mikudagin leikti venjingardyst móti AC Horsens. Tann dystin vann FCK 1-0 og Brandur H. Olsen var um reppi at koma á máltalvuna, men tíverri fyri Brand, rakti skotið hjá Brandur samankomingina.
Tað eru bert tveir U-20 leikarar hjá FCK, ið hava fingið møguleika fyri at sleppa við á venjingarlegu hjá besta liðnum hjá FCK. At annar av teimum er føroyski Brandur H. Olsen, má tí metast sum ein góð viðurkenning fyri føroyska U-21 landsliðsleikaran.










