1. januar opnar flytingarvindeygað aftur í øllum teimum stóru deildunum í Europa. Vanligt er, at nakrir stórir handlar verða framdir í flytingarvindeyganum í januar. Millum annað kann nevnast, Juan Mata, sum í fjør skifti frá Chelsea til Manchester United.
Premier League felagið, Swansea, hevur í dag avdúka, at felagið hevur leiga ein nýggjan áleypara.
Áleyparin, ið talan er um, er portugisiski Nelson Oliveira, ið annars hevur leikt við Benfica. Nelson Oliveira er leigaður til at geva hinum áleyparanum í Swansea, Wilfried Bony, kapping í álopspartinum.
Leigusáttmálin millum Nelson Oliveira og Swansea er galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum.
23 ára gamli Nelson Oliveira er skrásettur fyri 14 dystir fyri portugisiska landsliðið.










