Sarah, at hon hevði í kvittanum at spæla eini tvey løg afturat, men at so ætlaði hon at gera fjøldina bilsna. Og tá Sarah greiddi frá nýggja vinskapinum og at Lena, ið var millum lurtararnar, kom at leika [...] løgini, meðan tulkur umsetti. Góð løg og hon hevði samband við lurtararnar. Hon fegnaðist um møguleikan at spæla í Føroyum og hon fegnaðist um vøkru oyggjarnar. Men hon fegnaðist eisini um vinskapin, sum hon [...] glað og hugtikin av søguni aftanfyri hesa hending. Lena hugtók eisini við sangi og guitara og megnaði at seta prikkin yvir i-bókstavin við sínum innslag á eisini annars frálíkari konsert.
serliga fegnir um ætlanina hjá Norðurkorea at royna eina langtberandi rakett. -Støðan er sera ørkymlandi, og vit vóna, at allir partar gera sítt til tess at tryggja frið í økinum, segði talsmaðurin hjá [...] ávarað Norðurkorea ímóti at royna ta nýggju rakettina. Í gjár kærdu norðurkoreanar seg um, at amerikonsk flogfør hava verið á kanningarferð nærhendis strondini, og teir hóttu við at skjóta flogførini niður [...] norðurkoreonsku strondini. Japanar stúra serliga fyri, at leivdir av norðurkoreonsku rakettini kunnu detta niður í Japan, og tí hevur løgreglan fingið boð um at vera á varðhaldi, skrivar AP úr Tokyo.
samfelag«. Hetta fer at føra við sær, at føroyska vinnan kann gera seg galdandi á altjóða pallinum, segði Anna Mittún Jacobsen og legði eina við, at høvuðstrupulleikin í KT er, at Føroyar vanta føroyingar [...] - Visjónin er, at nýtslan av kunningar- og samskiftistøkni í tí almenna, í skúlaverkinum og í vinnuni skal vera við til at lyfta føroyska samfelagið frá einum ídnaðarsamfelagi og til eitt »innovasjónssamfelag« [...] berandi partur av gerandislívinum. KT skal verða við til at lyfta støðið í allari undirvísing, tað almenna skal verða ein áhaldandi drívmegi í at nýta kunningartøkni á ein fyrimyndarligan hátt og somuleiðis
fyri, at tann islamistiska rørslan fer at tulka tað sum útlendskan ágang og krígsavbjóðing. Somaliska stjórnin sigur, at islamistarnir eru yvirgangsmenn, og amerikanska stjórnin vil vera við, at rørslan [...] Útlendskir eygleiðarar í Somalia óttast fyri, at tað blóðfátæka landið í Landnyrðingsafrika fer at enda í borgarakríggi um stutta tíð. Teir seinastu mánaðarnar hevur ein víðgongd islamistisk rørsla tikið [...] sum skipaðu fyri atsóknunum at amerikonsku sendistovunum í Kenya og Tanzania í 1998. Tann islamistiska rørslan hevur somu grundsjónarmið sum Taliban í Afghanistan og ætlar sær at skipa Somalia eftir einum
honum og segði honum, at bilurin hjá honum varð avlurtaður. Sambært The Sun var Coleman púra paff, tá ið hann síðani fekk at vita, at tað er kona hansara, sum avlurtar hann. - Takk fyri at tú gav mær boðini [...] øðrum manni ? helst fyri at verða kannaður nærri. Kona Chris Coleman ígjøgnum 14 ár, Belinda Coleman, viðgekk fyri The Sun í gjár, at tað var hon, sum hevði fingið serfrøðingar at seta avlurtingarútgerð [...] í bilin hjá manninum. Sambært The Sun stúrir hon fyri, at maðurin fjasast við aðrar kvinnur.
als ikki at síggja, at nakar trupulleiki skal verða við hesum byggiloyvinum, og áleggur beinleiðis býráðnum at fáa hesi viðurskifti í rættlag beinanvegin. Nú er tað ikki eitt ókent fyribrigdi, at øll viðurskifti [...] Mikkelsen vísir tó á, at í hesum førinum eiga atkomuviðurskiftini ikki at verða ein trupulleiki, og andstøðulimurin vildi krevja málið fyri býráðsfund, um unga parið ikki slapp at halda fram við byggingini [...] byggingini. Nú sær kortini út sum at hetta ikki verður neyðugt, tí borgarstjórin hevur funnið eina loysn á málinum.
Klaksvíkingurin Rógvi L. Svøðstein sigur, at saman við øðrum hevur hann í eina tíð kannað føroyska blaðmarknaðin fyri at síggja, hvar tørvurin er størstur. - Ætlanina um at geva eitt nýtt lokalblað út í Klaksvík [...] lítil til at gerast áhugaverdur fyri okkum, sigur Rógvi, men leggur afturat, at enn eru nógvir ótroyttir møguleikar á føroyska blaðmarknaðinum. - Seinastu tíðina hava vit spælt við tankan um at geva eitt [...] eitt mánaðarligt mannfólkablað út. Vit ímynda okkum, at blaðið kundi verið eitt mótspæl til Kvinna, við greinum um evni, sum hava áhuga hjá mannfólki, portettum, heilsusíðum o.s.fr, sigur Rógvi. Enn liggja
annan hátt ferðast á og fram við vegunum. Ætlanin er at halda fram við arbeiðinum at minka um rúsdrekkakoyringina, og verður framvegis arbeitt við at Svøríki skal gerast ein royndarland á hesum øki. Hvørt [...] mannalív verða spard, sigur hon. Rúna Sivertsen fegnast tí um, at nú verða stig tikin til at steðga hesum í norðurlendskum høpi. Tey fara tí at fylgja við gongdini í Norðurlondum, áðrenn nøkur stig verða [...] Á ráðstevnuni varð víst á, at hetta rúslásið kann vera við til at bjarga hundraðtals mannalívum í ferðsluni. Tað er ikki bert tann drukni bilførarin, sum er í vanda, men so sanniliga eisini tey, sum á
bátahylinum í Gøtu. Av tí at bátarnir, sum eru komnir afturat í seinastuni, eru alsamt størri gerst eisini meira trongligt í hylinum. Eitt endamál við at seta eitt bátafelag á stovn er at samarbeiða við Gøtu [...] leitað sær á fund í Glyvra Hanusar húsum at taka stig til stovnan av einum bátafelag. Ein 3-manna nevnd - Tummas Thomsen, Janus Joensen og Atli Hansen - var vald at fyrireika og kalla inn til stovnandi aðalfund [...] Gøtu Kommunu um at loysa henda trupuleika. Samstundis er eisini farið undir at smíða eitt »undirhús«. Gøtu Kommuna hevur latið ein part av gama Kajhúsinum til endamálið saman við nakað av tilfari. Ætlanin
Kenslan á hesið konsertini, og eg haldi eisini, at tað var galdandi fyri áskoðararnar sum heild, var, at hetta gjørdist ov nógv av tí góða. Man tímir heldur ikki at eta 20 pettir av lagkaku við róma. Skráin [...] Hevði konsertin verið uppbygd betur, soleiðis at man royndi at fáa hennara nógvu styrkir betur fram, so hevði heildin blivið betur. Hetta er fyrstu ferð, at eg eri í operahúsinum, hetta er ein fantastiskur [...] Plátufelagstjóri Sundance Records Hetta er fyrstu ferð, at eg hoyri Eivør live. Eg kenni fløgurnar, tí vit samstarva nógv við TUTL. Men eingin ivi er um, at Eivør er ein stór stjørna. Hon hevur eina fantastiska