Á seinastu fíggjarlógini fær Fróðskaparsetur Føroya smáar 20 milliónir krónur. Tað ljóðar kanska av nógvum, men skuldu vit lyft okkum upp á støðið hjá okkara grannalondum, skuldi játtanin verið nærri teimum 100 milliónum krónunum.
? Um vit samanbera Norðurjútland og eisini Ísland við Føroyar og hyggja at íløgunum í hægri útbúgvingar, verður úrslitið ógvusligt. Fróðskaparsetrið skal vaksa frá umleið 20 ársverkum til 100 ársverk, um samanberingin skal leggjast til grund, sigur Sven Caspersen, rektari á Ålborg universiteti.
Sven Caspersen, sum í 80-árunum var limur í ráðgevandi nevndini fyri Føroyar, hevur sjálvur arbeitt saman við Fróðskaparsetri Føroya. Hann leggur stóran dent á, at vit ikki gera hann til føroyaserfrøðing, tí nú eru nakað síðan, at hann hevði sína jøvnu gongd í Føroyum. Men kortini torir hann at siga, at vit kundu fingið stóra nyttu burturúr at sett meiri pening av til gransking og hægri útbúgvingar.
100 milliónir
Fíggjarætlanin hjá Ålborg Universitet er umleið ein milliard krónur árliga. Føroyar eru umleið tíggju ferðir minni, og tað vil siga, at vit skuldu játtað einar 100 milliónir krónur árliga, um vit skuldu verið á sama støði.
? Sjálvandi ber til at raðfesta øðrvísi, og sjálvandi spælir tað inn, at føroyingar fara aðrastaðni at fáa sær útbúgving. Men eg kann siga, at sterka raðfestingin av Ålborg universiteti hevur ført til eina stóra øking av vitan í økinum, og tað er gongda leiðin hesi árini. Vit hava fingið eina sera væl skikkaða arbeiðsmegi, sum lyftir alt økið, og tað hevur stóran týdning fyri menningina av samfelagnum, sigur Sven Caspersen.
Málið við Fróðskaparsetrinum var millum annað at skapa ein væl skikkaðan vitanar- og granskingarmiðdepil í Føroyum, sum kundi tryggja útbúgvingarstøðið og Føroyum evnini til sjálvar at framleiða og skapa ta vitan, ið eitt samfelag sum tað føroyska krevur fyri at yvirliva.
Hóast málið partvíst er eydnast, heldur Sven Caspersen, at eitt nú samfelagsvísindin ikki er nóg høgt raðfest og ikki livir upp til dreymin, sum einaferð var.
Betri karmar
Á samkomu á Fróðskaparsetrinum, reisti tann nýklakti stjórnmálafrøðingurin Oyvindur av Skarði spurningin, um vit raðfesta hægri útbúgving nóg høgt í Føroyum. Hann helt ikki. Malan Marnersdóttir, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, sigur seg ikki vera ósamda við teir báðar, hóast tølini eru nakað fýrkantað sett upp.
? Sjálvandi kundu vit ynskt, at Setrið varð hægri raðfest, og at tað vóru fleiri starvsfólk á miðdeplinum fyri hægri útbúgvingar í Føroyum. Fram um alt hevði eg ynskt, at fysisku karmarnir vóru betri og meira inspirerandi. Tað hevði givið okkum møguleikan at savna tey lesandi og givið betri gróðrarlíkindi fyri einum lívligum og mennandi arbeiðsumhvørvi, sigur Malan Marnersdóttir.
Hon leggur samstundis dent, at játtanin er hækkað síðstu árini, so tað hóast alt er batnað munandi.
Tøl ikki alt
Spurningurin kann eisini vendast til, hvat Fróðskaparsetrið skal. Trýstið uttanífrá hevur verið, at Setrið skal bjóða alsamt fleiri útbúgvingar. Kanska er tað eins umráðandi at dygdin hækkar á teimum kjarnuøkjum, sum kunnu kallast føroysk.
? Tað er eitt kjak vert, um vit skulu lívga um tað, vit hava fingið. Skulu vit gerast raskari og dugnaligari til tað, sum vit longu duga, ella skulu vit alla tíð skapa nýggjar útbúgvingar?, spyr Malan Marnersdóttir.
Tøl eru ikki alt, viðgongur rektarin sostatt, men hon heldur tað vera stuttligt at spæla sær við tankanum, hvat kundi verið fingið burturúr, um 100 starvsfólk vóru á Fróðskaparsetrinum. Men er tað realistiskt?
? Tað veldst um, hvussu skjótt tað skal henda. Tosa vit ikki um beinanvegin, so er tað ikki óhugsandi. Tað veldst eisini um, hvat tú tekur við, tí eitt nú sjúkrarøktarfrøðingar taka nú eina útbúgving, sum er á universitetsstigi, so tær koma eisini undir hægri útbúgving, sigur Malan Marnersdóttir.