Todi sendi FCK á meistarakós

Eftir at hann hevur skorað trý mál í fýra dagar stendur Todi Jónsson frammanfyri størstu avbjóðingunum nakrantíð

Christian Høgni Jacobsen var allar 90 minuttirnar á Vejle beinkinum í Parkini mikukvøldið. Møguleikarnir hjá honum at sleppa upp í part minkaðu, tá Vejle stutt eftir stegðin misti ein mann. Tá varð venjarin noyddur at taka annan av álopsspælarunum út fyri at styrkja um miðvøllin.
Men Christian Høgni fekk ivaleyst eitt sindur burturúr. Hann sá í hvussu so er landsmannin Toda Jónsson, sum Christian Høgni hevur arvað landsliðssessin eftir, skorað sigursmálið, tá FCK frammanfyri 17.269 áskoðarum við neyð og deyð bjargaði sær øll trý stigini.
Sum vera man var Todi Jónsson ógvuliga fegin. Tað vóru seytjan minuttir eftir, og avrikið hjá FCK hevði ikki verið meiri enn passaligt: Føroyski álopsspælarin tóktist heilt senuvandur, tá hann smoygdi hvítu troyggjuna upp um høvd og veittraði við henni til áskoðararnar, sum nú hava alla orsøk til at rokna við, at FCK fer at endurvinna gullkrónurnar:
? Tað er ein øgiligur lætti at skora mál. Tá tú ert álopsspælari hjá FCK, so veitst tú, at tað verður roknað við, at tú skorar mál. Trýstið er stórt alla tíðina, og tí kennist lættin uppaftur størri, sigur ein ovurfegin Todi Jónsson, sum kortini heldur bæði beinini á jørðini. Hann gleðist um hvørja ferð tað eydnast honum at spæla, uttan at hann verður skaddur, og gleðin er sjálvandi uppaftur størri, tá tað gongst, sum tað hevur gjørt tær seinastu vikurnar.
Mikukvøldið í síðstu viku var hann við til at spæla FCK í steypafainaluna. Sunnudagin skoraði hann tvey mál, tá FCK vann 3?1 í Esbjerg, og so skoraði hann sigursmálið mikukvøldið:
? Christian Lønstrup stakk bóltin fram ímillum. Eg var ikki rangstaddur, slapp framum aftasta mannin hjá teimum, rak ímóti málverjanum og var heppin at seta bóltin framvið honum, sigur Todi Jónsson, sum við málinum vísti, at sjálvsálitið er í toppi. Hann kundi havt spælt Zuma, sum fylgdi við í vinstru, men sovorðið ger ein álopsspælari við stórum sjálvsáliti ikki í einari sovornari støðu.
2?1 málið skoraði Todi, tá tað restaðu seytjan minuttir. Sjey minuttir seinni valdi FCK venjarin Hans Backe at taka føroyska álopsmannin av vøllinum. Peter Møller kom inn ístaðin fyri. Todi hevur fyrr í vár sagt venjaranum, at honum hevði dámt best ikki at spælt alla tíðina, nú tað eru dystir á skránni bæði sunnudag og mitt í viku. Og rímuligt hugsaði venjarin um næstu dystirnar, tá hann valdi at skifta Toda út.

DM og steypasigur
Fyri framman standa tvær tær mest spennandi vikurnar í langa fótbóltslívinum hjá Toda Jónsson. Sunnudagin skulu hann og FCK í gamla heimstaðin hjá Toda, Århus, har tað ikki verður lætt ímóti hart kroysta heimaliðnum. Hósdagin í komandi viku, Kristi himmalsferðardag, skulu teir í Parkini spæla steypafinalu ímóti OB, og annan sunnudag verður stórdysturin ímóti Brøndby í Parkini. Í donsku fjølmiðlunum staðfestu teir í gjár, at talan verður um eina sanna finalu.
Síðsta umfarið í superliguni verður hósdagin 16. mai. Tann uppgávan verður eisini stór hjá FCK, sum endar kappingarárið í Ålborg.
Avbjóðingin hjá FCK er sera stór, og hjá Toda Jónsson er tað munur á nú, og so tá FCK vann DM fyri einum lítilum ári síðani. Tá var hann skaddur í lærinum og hugdi at. Nú er hann millum lyklaspælararnar, og venjingarstøðan og sinniliga yvirskotið økjast alla tíðina. Men hann tekur ein dag í senn:
? Tað hevði verið gott, um gamli dreymurin um at spæla fótbólt aðra staðni í Europa enn í Danmark kundi gjørst veruleiki. Men eg eri 30 ára gamal, og tað skal góð heilsa, hepni og støðug málskjóting til.
Sáttmálaskeiðið hjá Toda og FCK er liðugt komandi summar:
? Eg rokni við, at vit í summar fara at tosa saman um framtíðina, sigur Todi Jónsson, sum í gjár fór undir fyrireikingarnar til dystin í Århus. DM og steypafinala standa fyri framman, men Todi tekur bara ein dag í senn.