Leitanin eftir landsstýrismanninum

Bæði Suðuroyar Fólkafloksfelag og Eysturoyar Fólkafloksfelag eru áhugaði at fáa ein landsstýrismann frá teirra valdømi í sessin sum fiskimálaráðharra, men enn frættist ikki so nógv um kanditatar

POLITIKKUR

Áhugi er fyri heita stólinum, har Jørgen Niclasen seinastu fýra árini hevur sitið.
So skjótt prátið um Jørgen Niclasen eisini fór at snúgva seg um, at hann skuldi fara frá, so byrjaðu eisini gitingarnar og leysasøgurnar um, hvør eftirfylgjarin skal vera.
Hetta prátið er nokk ikki heilt uttan upphav, tí áhugin er til staðar.
Í skrivandi stund hevur Fólkaflokkurin í tingbólkinum og í floksleiðsluni ikki viðgjørt henda spurning, sambært Anfinn Kallsberg.
Inntil víðari umsitur løgmaður málsøki. Spurningurin er so bara, hvussu leingi løgmaður eisini er fiskimálaráðharri.
Leitanin eftir triðja landsstýrismanninum hjá Fólkaflokkinum er byrjað.
Fólkaflokkurin hevur sjey tingmenn. Síggja vit burtur frá Jørgen Niclasen, so kann komandi landsstýrismaðurin gerast ein av hinum seks tingmonnunum. Eingin teirra hevur nakrar royndir sum landsstýrismaður. Ínnan fiskivinnu øki hevur kanska serliga Òli Breckmann markera seg, men tað má metast lítið sannlíkt, at hann nú velur at fara í landsstýrið.
Nú fyrrverandi tingmaður Jóanis Nielsen hevur verið framsøgufólk hjá Fólkaflokkinum í ávísum fiskivinnumálum. Aðrastaðni á hesari síðuni kann lesast, at Jóanis Nielsen vil einki siga um, hvørt hann er ein møguligur landsstýrismaður.
Vága Fólkafloksfelag hevur ikki tikið viðgjørt málið, men hetta verður gjørt rættiliga skjótt, sigur Jákup Guttesen, formaður.
Hann avvísir ikki, at felagið er áhuga í at varðveita ein landsstýrismann í oynni, men inntil nevndin hevur viðgjørt málið, hevur hann ongar viðmerkingar.

Vilja hava
Fyri Suðuroyar Fólkafloksfelag hevur tað stóran týdning at fáa ein landsstýrismann. Tá Jørgen Niclasen í sínari tíð varð settur sum landsstýrismaður var misnøgdin stór millum fólkafloksfólk í Suðuroy um at Suðuroyggin ikki fekk umboðan.
Felagið í Suðuroynni hevði tó einki ímóti, at Jørgen Niclasen helt fram eftir valið 30. apríl 2002, tí mett var ikki, at neyðugt var við einari útskifting og hildið var, at Jørgen Niclasen gjørdi eitt munagott arbeiði.
?Vit hava ikki gjørt vart við okkum enn yvirfyri flokkinum, men teir vita, at vit vilja hava ein landsstýrismann í Suðuroynni, sigur Jacob Vestergaard, nevndarlimur í Suðuroyar Fólkafloksfelag.
Tað hevur verið sera trupult hjá Fólkaflokkin at fáa umboðan í Suðuroynni seinnu nógvu árini, og eingin suðuroyingur hevur umboðað Fólkaflokkin í landsstýrinum síðani Páll Vang frá 1981 til 1985 við Paula Ellefsen sum løgmanni.
Á valinum í 2002 gekk heldur ikki serliga væl hjá Fólkaflokkinum í Suðuroyar valdømi.
?Vit hava verið vónsviknir um, at vit ongan landsstýrismann fingu. Fyri Fólkaflokkin í Suðuroynni er tað sera týdningarmikið, at vit kunnu fáa umboðan í landsstýrið. Vit eru keddir um viðferðina, ið Jørgen Niclasen hevur fingið, men nú er aftur ein dagur, sigur Jacob Vestergaard.
Eftir hvat Sosialurin skilir, so var Jacob Vestergaard upp á tal, tá Fólkaflokkurin møguliga skuldi umsita almannamál í landsstýrinum.
Jacob Vestergaard dylir heldur ikki fyri, at hann er áhugaður fyri einum landsstýrissessi, og hann vil umhugsa eitt møguligt tilboð, men hann kennir einki til, at hann skal vera ein kanditatur.

Leggja billett inn
Steintór Jacobsen er formaður fyri Eysturoyar Fólkafloksfelag. Hann upplýsir, at nevndin í Eysturoyar Fólkafloksfelag enn ikki hevur havt fund um málið viðvíkjandi valið av landsstýrismanni.
Men áhugin er avgjørt til staðar hjá eysturoyingum.
?Sjálvandi hevur tað týdning fyri okkum, at vit kunna profilera okkum. Skal tað veljast útfrá øki, so liggja vit nakað nær, sigur Steintór Jacobsen.
Hann ger greitt, at teir ætla at leggja billet inn.
?Vit mangla ikki kanditatar, metir Steintór, sum tó ikki vil seta navn á nakran, tí hetta als ikki hevur verið viðgjørt enn.

Persónur ikki stað
Fyri Fólkafloksfelagið í Havn, Havnar Framburðsfelag, er tað ikki týdningarmikið, hvaðani ein landsstýrismaður er.
?Tað mest týdningarmikla er, at persónurin er tann rætti, sigur Aage Arnoldson, formaður í Havnar Framburðsfelag.
So fyri tykkara skuld kann ein komandi landsstýrismaður vera úr Klaksvík?
?Ella úr Havn, sigur Aage Arnoldson.
Hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið, tá felagið ikki hevur viðgjørt málið enn.