Tíðindi frá Amnesty International Føroya Deild

Um mánaðarskiftið november/desember eru fleiri dagar, sum skulu minna fólk á grundleggjandi mannarættindi. Amnesty International luttekur í fleiri átøkum til tess at gera vart við hesar dagar.

Væleydnaður fundur fyri studentum í Hoydølum

Barnabólkurin stóð 21. november fyri temafundi fyri studentunum á Studentaskúlanum í Hoydølum. Evnið var píning, eitt mál, sum Amnesty International hevur arbeitt nógv við. Áki Johansen, sum hevur arbeitt á einum donskum sentri fyri torturoffur, greiddi frá hvat píning er og hvørja ávirkan píning hevur á fólk. Fólk frá Amnesty International Føroya Deild greiddu eisini frá um Amnesty. Vit eru altíð fús at koma út at greiða frá um mál, sum Amnesty International arbeiðir við, um skúlaflokkar ella skúlar eru áhugaðir í tí.
Dagur móti deyðarevsing
30. november var fyri fyrstu ferð hildin sum dagur móti deyðarevsing. Italski felagsskapurin Sant'Egidio stóð á odda fyri tiltakinum "Cities for Life - Cities Against the Death Penalty", sum er lagt hendan dagin, tí tað var 30. november 1786, at fyrsta europeiska landið, møguliga fyrsta í heiminum, tók av deyðarevsing.
Nógvir stórbýir eru við í tiltakinum, m.a. Rom, Brussel, Barcelona, New York, Antwerpen, Wien, Paris, Santiago, Stockholm og København. Ein av mátunum at gera almenningin vart við dagin var, at býráðini í hvørjum býi høvdu tikið stig til, at ljóskastarar vóru settir á onkran serligan bygning.
Hetta er eitt týdningarmikið átak, sum skal vekja áhugan og økja virðingina hjá fólki kring allan heim fyri mannarættindum.
Hóast deyðarevsing enn er vanlig nógva staðni og langt er á mál til tess at steðga deyðarevsing, eru smáir glottar at hóma. Avrættingin av Thomas Nevius, sum situr á deyðsgongini í Nevada, varð steðgað í farnu viku. Serliga náðinevndin í Nevada samtykti einmælt at broyta deyðadómin til lívlanga fongsulsrevsing orsakað av sálarsjúku hansara. Nevius hevur sitið á deyðsgongini í næstan 20 ár fyri morðið á David Kinnamon. Hægstirættur í USA avgjørdi í juni í ár, at avrættingar av sálarsjúkum fólki stríða ímóti grundlógini. Orsakað av hesum trekti ákærin sítt mótmæli móti at dómurin hjá Nevius varð umstoyttur aftur. Ákærin heldur kortini enn, at hann eigur at verða avrættaður. Verjin hjá Thomas Nevius takkar enn einaferð øllum, sum hava stuðlað við brøvum og øðrum.
Altjóða AIDS-dagur
1. desember er altjóða AIDS dagur, og enn einaferð ger Amnesty International vart við at mannarættindi eru sentral í stríðnum móti HIV/AIDS. Millum rættindini, sum mugu verjast fyri at steðga útbreiðsluni av HIV/AIDS eru rætturin til heilsu, barnarættindi og rættindi til arbeiði. Eitt longri tíðindaskriv um altjóða AIDS dagin finst á enskum á { HYPERLINK "http://www.amnesty.fo" }www.amnesty.fo
Jólahugni og søla av ljósum í SMS og FK í Hoyvík í sambandi við mannarættindagin
10. desember er altjóða mannarættindadagur og Amnesty International Føroya Deild ger sum vant vart við dagin á ymsan hátt. Vikuskiftið 6. og 7. desember selja vit Amnesty ljósini í Keypsamtøkuni í Hoyvík og á Torginum í SMS. Í ár er ætlanin at gera meira burturúr tiltakinum í SMS. Vit fara at hava eina kafe við gløgg, holukøkum og øðrum góðum, so fólk kunnu fáa stundir at seta seg niður eina løtu millum jólainnkeypini. Ein framsýning við tilfari frá Russlandskampagnuni verður eisini. Um onkur hevur hug at keypa ljós, men ikki fær lagt leiðina framvið SMS ella FK ber til at bíleggja ljós á skrivstovuni, tel. 315816 ella á telduposti { HYPERLINK "mailto:amnesty@amnesty.fo" }amnesty@amnesty.fo
Seinasta freist at senda lutaseðlarnar inn er 6. desember. Til ber eisini at keypa seðlar í SMS og FK. Lutaseðilin verður drigin 10. desember. Tá verður eisini okkurt tiltak á skránni, sum verður lýst í næstum.
Internetkappingin nærkast endanum
Hvussu nógv veitst tú um Amnesty International og um mannarættindi? Tú kanst royna tína vitan beint nú, tí enn er møguleiki at verða við í spurnarkappingini á heimasíðuni { HYPERLINK "http://www.amnesty.fo" }www.amnesty.fo Triðja umfar endar hóskvøldið 5. desember og vinnararnir verða drignir fríggjadagin, samstundis sum fjórða og seinasta umfar byrjar. Øll, sum hava luttikið í kappingini, verða við í dráttunum 20. desember um høvuðsvinningarar, sum eru ein ghettoblastari frá Elding og eitt gávukort frá Leikalund.